Job kap. 6
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
Job Replies to Eliphaz
6:1-7:21
a.
My Complaint is Just
6:1-30:1
1
Nú tók Job til orða og svaraði:
2
„Eg vildi, at mótloysi mítt hevði verðið vigað, og vanlukka mín vigað aftur ímóti!
3
Tí tyngri er hon enn sandur havsins – tí fái eg ikki stýrt orðum mínum.
4
Tí pílar hins Alvalda sita í mær, andi mín drekkur eitur teirra, ræðslur Guds fylkja seg móti mær.
5
Man villeslið skríggja mitt í grønum grasi! Munnu neyt belja framman fyri fóður sítt!
6
Hvør man eta tað, sum einki salt er í! Smakkar eggjahvíti væl!
7
– Mær býður ímóti at nerta tað;* tað er mær sum spiltur matur.
8
Hevði bøn mín verðið hoyrd, hevði Gud uppfylt mær vón mína!
9
Hevði Gud bert viljað sorað meg sundur, rætt út hondina og skorið lívstráð mín av!
10
So átti eg tó eina troyst enn, og eg skuldi lopið av gleði mitt í miskunnarleysari kvøl – tí eg havi ikki avnoktað orð hins Heilaga.
11
Hvørja kraft havi eg – at eg skuldi hildið út, og hvat verður endi mín – at eg skuldi verið tolin!
12
Eri eg tá so sterkur sum grót! Er kroppur mín av kopari!
13
Nei, fyri meg er eingin hjálp, hvør útvegur steingir seg fyri mær!
14
Hin vónleysi átti at møtt kærleika hjá vini sínum, um hann so tíggjusinni er farin burtur frá at óttast hin Alvalda.
15
– Brøður mínir hava svikið sum løkur – sum streymar, ið torna upp,
16
sum eru gruggutir av ísi, og sum kavi er fjaldur í,
17
men sum svinna burt, táið sólin brennir, torna burt í hitanum og síggjast ikki aftur;
18
ferðamenn halda av leiðini til teirra, teir fara niðan í oyðimørkina – og doyggja;
19
keypmenn úr Tema hyggja eftir teimum, ferðamannafylgi úr Sjeba settu vón sína til teirra;
20
men teir vórðu til skammar, tí teir litu á teir, teir komu hagar – og vórðu vónbrotnir.
21
Ja, slíkir streymar eru tit mær nú; tit síggja vanlukkuna – og ræðast!
22
Havi eg tá biðið tykkum um nakað! Bað eg tykkum loysa meg við góðsi tykkara,
23
bjarga mær av hond fíggindans, keypa meg leysan frá yvirgangskroppum!
24
Lærið meg, so skal eg tiga, vísið mær, hvørjum eg eri farin skeivur í!
25
Rættsint tala – ja, hon virkar, men revsing tykkara, hvat er hon verd!
26
Ætla tit tá at revsa orð? Orðini, ið vónleysur maður talar, hoyra jú vindinum til!
27
So kasta tit saktans eisini lut um hin faðirleysa og selja vin tykkara!
28
Men gerið nú so væl at hyggja á meg! Halda tit, at eg lúgvi upp í eygu tykkara?
29
Vendið við, latið ikki slíkan órætt verða gjørdan! Vendið við, tí eg havi enn rætt í hesum!
30
Man órættur vera á tungu míni! Munnu gómar mínir ikki duga á at skyna, hvat ið ónt er!“