Job kap. 32

Uppsetan
f. The Speeches of Elihu
32:1-37:24
i. Elihu Rebukes Job’s Friends
32:1-22:1
2 Tá tendraðist vreiði Elihu Buzits, sonar Barak’els, av ætt Rams. Hann varð illur við Job, tí hann gjørdi seg sjálvan rættvísari enn Gud,
3 og við hinar tríggjar vinir hansara, tí teir vistu einki at svara og dømdu tó Job sekan.
4 Elihu hevði steðgað, so leingi sum teir tosaðu við Job, av tí at teir vóru eldri enn hann;
5 men táið hann sá, at hesir tríggir menn vistu einki at svara meir, tendraðist vreiði hansara.
6 So tók tá Elihu Buzitur, sonur Barak’el, til orða og segði: „Eg eri ungur av aldri, og tit eru gamlir menn; tí firnaðist eg og kom mær ikki at siga tykkum tað, ið eg veit.
8 Men nei – tað er andin í menniskjanum, og andablástur hins Alvalda, sum gevur teimum vit!
11 Eg bíðaði eftir, at tit skuldu tala, slotaði eftir vitigum orðum, meðan tit grundaðu á, hvat tit skuldu siga.
12 Eg aktaði gjølla eftir tykkum; men eingin tykkara vendi Job aftur, eingin tykkara gav honum svar.
13 Sigið nú ikki: „Vit komu fram á vísdóm“! – Gud má fella hann, menniskja kann tað ikki!
14 Hann hevur jú ikki vent talu síni móti mær, og við orðum tykkara skal eg ikki svara honum.
22 tí at sleiska, tað fáist eg ikki við – skjótt hevði tá skapari mín rykt meg burtur!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul