Josva kap. 5

Uppsetan
d. The Circumcision and Passover at Gilgal
5:1-12:1
1 Táið nú allir amoritakongarnir, ið vestan fyri Jordan búðu, og allir kána’anitakongarnir, ið búðu við havið, frættu, at HARRIN hevði latið vatnið í Jordan torna upp fyri Ísraelsmonnum, inntil tey vóru yvirum komin, fall ógvulig ræðsla á teir, og teir mistu mótið fyri Ísraelsmonnum.
2 Um hesa tíðina segði HARRIN við Josva: „Ger tær steinknívar og umsker Ísraelsmenn av nýggjum!“
4 Grundin til, at Josva umskar teir, var hetta: Alt fólkið, ið út av Egyptalandi fór, var deytt í oyðimørkini á vegnum úr Egyptalandi – allir vápnaførir menn.
5 Víst var alt fólkið, ið út fór, umskorið; men fólkið, ið føtt var í oyðimørkini, á vegnum úr Egyptalandi, var alt óumskorið.
6 Ísraelsmenn høvdu jú ferðast í oyðimørkini fjøruti ár, inntil alt fólkið, ið út av Egyptalandi fór, var deytt – allir vápnaførir menn; teir høvdu ikki aktað rødd HARRANS, og tí svór HARRIN, at Hann skuldi ikki lata teir síggja landið, ið HARRIN við eiði hevði lovað fedrum teirra at geva okkum – land, ið flýtur í mjólk og hunangi.
7 Men synir teirra, sum Hann hevði latið vaksa upp í teirra stað, teir umskar Josva; tí teir vóru óumskornir – teir vóru ikki umskornir á vegnum.
8 Táið so alt fólkið var umskorið, hildu tey seg í friði, har sum tey vóru, í tilhaldinum, inntil teir vóru frískir aftur.
9 Men HARRIN segði við Josva: „Í dag havi Eg velt av tykkum vanæru Egyptalands!“ – Síðani tá hevur hetta stað verið rópt Gilgal – sum tað eitur enn í dag.
10 Meðan Ísraelsmenn høvdu tilhald í Gilgal, hildu tey páskir, um kvøldið tann fjúrtanda í mánaðinum, á Jerikoheiðum.
11 Dagin eftir páskir ótu tey av grøði landsins; ósúrgað breyð og bakað korn ótu tey henda dagin.
12 Dagin eftir helt mannað uppat, tí nú ótu tey av grøði landsins; Ísraelsmenn fingu ikki manna eftir hetta, nei, tað árið ótu tey av grøði Kána’anslands.
e. The Commander of the LORD’s Army
5:13-15:1
13 Meðan Josva var staddur við Jeriko, hendi hetta: Honum var hyggjandi upp, og hann fekk tá at síggja mann, ið stóð framman fyri honum við drignum svørði í hondini; Josva fór yvir til hansara og segði: „Ert tú ein av okkara monnum ella ein av fíggindum okkara?“
14 Hann svaraði: „Hvørki! Eg eri høvdingin yvir heri HARRANS – nú eri eg komin!“ Tá fall Josva til jarðar á andlit sítt og tilbað; so segði hann við hann: „Hvat hevur harri mín at siga tænara sínum?“
15 Høvdingin yvir heri HARRANS svaraði Josva: „Lat teg úr skónum! Staðið, ið tú stendur á, er heilagt!“ Josva so gjørdi.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul