Josva kap. 3

Uppsetan
c. The Crossing of the Jordan
3:1-4:24
1 Tíðliga morgunin eftir gjørdi Josva seg til reiðar, helt avstað úr Sittim við øllum Ísraelsmonnum og kom at Jordan; har steðgaðu tey náttina av, áðrenn tey fóru yvirum.
3 og góvu fólkinum hetta boð: „Táið tit síggja sáttmálaørk HARRANS Guds tykkara, og hinar levitisku prestar koma berandi við henni, skulu tit fara, haðani sum tit eru stødd, og fylgja eftir henni.
4 Tó skulu tit lata vera einar 2000 alin millum tykkum og hana – nærri mugu tit ikki koma henni – so tit kunnu vita leiðina, ið tit skulu ganga; tí henda vegin hava tit ikki farið áður.“
5 Og Josva segði við fólkið: „Halgið tykkum! Tí í morgin fer HARRIN at gera undurverk millum tykkara.“
6 Síðani segði Josva við prestarnar: „Takið sáttmálaørkina og gangið undan fólkinum!“ Teir tóku tá sáttmálaørkina og gingu undan fólkinum.
7 HARRIN segði við Josva: „Í dag byrji Eg at gera teg stóran í eygum als Ísraels, so tey skulu vita, at sum Eg var við Mósesi, so skal Eg vera við tær.
8 Tú skalt geva prestunum, ið bera sáttmálaørkina, hetta boð: „Táið tit eru komnir tætt at vatninum í Jordan, skulu tit steðga har við Jordan!““
9 Josva segði nú við Ísraelsmenn: „Komið higar og hoyrið orð HARRANS Guds tykkara!“
10 Og Josva segði: „Av hesum skulu tit sanna, at hin livandi Gud er mitt ímillum tykkara, og at Hann vissuliga skal reka burt fyri tykkum Kána’anitar, Hetitar, Hevitar, Perizitar, Girgasitar, Amoritar og Jebusitar:
11 Sáttmálaørk Hansara, sum er Harri yvir allari jørðini, fer undan tykkum út í Jordan.
13 Og við tað sama sum prestarnir, ið bera ørk HARRANS, Hansara, sum er Harri yvir allari jørðini, stíga føturnar í vatn Jordans, skal vatnið í Jordan – vatnið, ið omanífrá kemur – steðga, so tað stendur sum veggur.“
14 Táið nú fólkið helt avstað úr tjøldum sínum til at fara um Jordan, við prestunum, ið ørkina bóru, á odda,
15 og teir, ið ørkina bóru, komu at Jordan, og prestarnir, ið ørkina bóru, stigu við fótunum í vatnið innast við land – men Jordan fløddi yvir allar bakkar sínar alla heystartíðina –
16 tá steðgaði vatnið, ið omanífrá kom, og stóð sum veggur langt burtur, við býin Ádam, sum liggur tætt við Zaretan; men tað, sum rann oman móti vatninum á slættlendinum – Salthavi – rann heilt burtur. So fór fólkið yvirum, beint yvir av Jeriko.
17 Men prestarnir, ið bóru sáttmálaørk HARRANS, stóðu á turrum mitt í Jordan og fluttu seg ikki; og alt Ísrael fór yvirum á turrum, inntil alt fólkið var komið yvir um Jordan.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul