Josva kap. 18

Uppsetan
v. The Rest of the Tribes Receive Their Inheritance
18:1-19:48
1. Distribution from Shiloh
18:1-10:1
1 Øll samkoma Ísraelsmanna kom saman í Silo, og har reistu teir samkomutjaldið. Landið høvdu teir nú lagt undir seg.
2 Men enn vóru eftir sjey ættir av Ísraelsmonnum, sum ikki høvdu fingið arvalut sín skiftan.
3 Josva segði tí við Ísraelsmenn: „Hvussu leingi ætla tit at drála enn, áðrenn tit fara og taka landið, ið HARRIN Gud fedra tykkara hevur givið tykkum?
4 Veljið nú tríggjar menn av hvørji ætt, sum eg kann senda avstað! Teir skulu gera seg til og fara og ferðast um landið og skriva frágreiðing um tað, til at nýta við útskiftingina, og so koma aftur til mín.
5 Teir skulu so býta tað í sjey partar. Juda skal verða verandi í landi sínum í suðri, og hús Jósefs í landi sínum í norðri.
6 Tit skulu so skriva frágreiðing um landið, býtt í sjey partar, og koma higar til mín við henni; so skal eg kasta lut fyri tykkum her, fyri ásjón HARRANS Guds okkara.
7 Tí Levitarnir fáa ongan part ímillum tykkara – prestadømi HARRANS er arvalutur teirra. Og Gad, Ruben og hálv ætt Manasse hava eystan fyri Jordan fingið arvalut sín, arvalutin, ið Móses, tænari HARRANS, gav teimum.“
8 Menninir gjørdu seg nú til og fóru; táið teir fóru avstað, segði Josva við teir, at teir skuldu skriva frágreiðing um landið; hann segði: „Farið nú og ferðist um landið og skrivið frágreiðing um tað, og komið so aftur til mín! So skal eg kasta lut fyri tykkum fyri ásjón HARRANS her í Silo.“
9 So fóru menninir avstað og ferðaðust um landið og skrivaðu frágreiðing um tað, bý eftir bý, í sjey pørtum; síðani komu teir aftur til Josva í tilhaldið við Silo.
10 Og Josva kastaði lut fyri teir í Silo fyri ásjón HARRANS; har skifti Josva landið millum Ísraelsmenn eftir ættargreinum teirra.
2. Benjamin’s Inheritance
18:11-28:1
11 Fyrsti lutur fall á ætt Benjaminita eftir slektum hennara, og landið, ið varð lutur hennara, kom at liggja millum synir Juda og synir Jósef.
12 Mark hennara fyri norðan gekk út frá Jordan, og markið gekk niðan á kambin norðan fyri Jeriko og síðani vestureftir niðan á fjøllini og allan vegin at oyðimørkini við Bet-Aven.
13 Haðani gekk markið yvir til Luz, at kambinum sunnan fyri Luz – tað er Betel – og so gekk tað oman til Atrot-Addar, um fjallið, ið stóð sunnan fyri Niðara-Bet-Horon.
14 Nú sneiddi markið og gekk sum vesturmark suðureftir frá fjallinum, ið stóð beint sunnan fyri Bet-Horon, og endaði við Kirjat-Ba’al – tað er Kirjat-Jearim – bý, sum synir Juda áttu. Hetta var markið fyri vestan.
15 Fyri sunnan gekk markið frá enda Kirjat-Jearims – haðani var tað, ið tað gekk út fyri vestan – og gekk at Neftoavatnskeldu.
16 So gekk markið oman at enda fjalsins, ið stendur beint yvir av Hinnomssonardali, norðan fyri Refa’imsdal, síðani oman í Hinnomsdal, sunnan fyri Jebusitakamb, og haðani til Rogelskeldu.
17 So sneiddi tað norðureftir og gekk at En-Semes og longur, til Gelilot, sum er beint yvir av Adummimskarði, haðani oman til steinin, ið ber navn eftir Bohan, syni Ruben,
19 Haðani gekk markið yvir á kambin við Bet-Hogla, fyri norðan, og síðani líka í víkina í norðara enda Salthavs, har sum Jordan rennur í tað. Hetta var markið fyri sunnan.
20 Fyri eystan var Jordan mark. – Hetta var arvalutur Benjaminita við markum hansara rundanum, eftir slektum teirra.
21 Býirnir, ið lutaðust ætt Benjaminita eftir slektum hennara, vóru: Jeriko, Bet-Hogla, Emek-Keziz,
28 Zela, Elef, Jebus – tað er Jerusalem – Gibeat og Kirjat – 14 býir við bygdunum, ið til hoyrdu. – Hetta var arvalutur Benjaminita eftir slektum teirra.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul