Josva kap. 12
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
e.
The Defeated Kings
12:1-24:1
i.
The Kings East of the Jordan
12:1-6:1
1
Hetta vóru kongarnir í landinum, sum Ísraelsmenn vunnu sigur á, og hvørja land teir tóku í ogn eystan fyri Jordan – frá Arnoná til Hermonfjall og alt slættlendið fyri eystan:
2
Sihon amoritakongur, sum búði í Hesbon og ráddi yvir landinum frá Aroer, sum liggur við Arnoná – á áarbakkanum – og úr miðjum dalinum, eisini yvir helvtini av Gilead – at Jabboká, sum er markið móti Ammonitum –
3
og yvir slættlendinum líka at Kinneretsvatni fyri eystan og at vatninum á slættlendinum – Salthavi – fyri eystan, suður undir Bet-Jesimot og longur suðureftir, undir Pisgalíðir.
4
Somuleiðis tóku teir landið, sum Og, kongurin í Basan átti; hann var ein, ið eftir var av Refa’itunum; hann búði í Astarot og Edre’i
5
og ráddi yvir Hermonfjalli, Salka og øllum Basan, líka at landamarkum Gesurita og Ma’akatita, og yvir helvtini av Gilead – at landamarki Sihons kongs í Hesbon.
6
Teimum høvdu tænari HARRANS Móses og Ísraelsmenn vunnið sigur á, og land teirra hevði Móses, tænari HARRANS, givið Rubenitum, Gaditum og hálvari ætt Manasse at eiga.
ii.
The Kings West of the Jordan
12:7-24:1
7
Hesir vóru kongarnir í landinum, sum Josva og Ísraelsmenn vunnu sigur á – vestan fyri Jordan – úr Ba’al-Gad í Libanonsdali at Halakfjalli, ið hækkast móti Se’ir – landið, ið Josva gav ættum Ísraels í ogn eftir ættargreinum teirra –
8
í fjallalandinum, í láglendinum, á slættlendinum, í fjallalíðunum, í oyðimørkini og í Suðurlandinum – land Hetita, Amorita, Kána’anita, Perizita, Hevita og Jebusita:
9
Kongurin í Jeriko, ein; kongurin í Ai, sum er við Betel, ein;
10
kongurin í Jerusalem, ein; kongurin í Hebron, ein;
11
kongurin í Jarmut, ein; kongurin í Lakis, ein;
12
kongurin í Eglon, ein; kongurin í Gezer, ein;
13
kongurin í Debir, ein; kongurin í Geder, ein;
14
kongurin í Horma, ein; kongurin í Arad, ein;
15
kongurin í Libna, ein; kongurin í Adullam, ein;
16
kongurin í Makkeda, ein; kongurin í Betel, ein;
17
kongurin í Tappua, ein; kongurin í Hefer, ein;
18
kongurin í Afek, ein; kongurin í Lassaron, ein;
19
kongurin í Madon, ein; kongurin í Hazor, ein;
20
kongurin í Simron-Meron, ein; kongurin í Aksaf, ein;
21
kongurin í Ta’anak, ein; kongurin í Megiddo, ein;
22
kongurin í Kedes, ein; kongurin í Jokneam við Karmel, ein;
23
kongurin í Dor á Dorhæddum, ein; kongur heidninganna í Gilgal, ein;
24
kongurin í Tirza, ein – tilsamans 31 kongar.