Josva kap. 16

Uppsetan
iv. Joseph’s Sons’ Inheritance
16:1-17:18
1. Ephraim’s Inheritance
16:1-10:1
1 Luturin, ið synir Jósef fingu, gekk frá Jordan við Jeriko, eystur um vatnið við Jeriko, gjøgnum oyðimørkina, ið hækkar frá Jeriko niðan á fjøllini, til Betel.
3 So gekk tað vestureftir, oman at landamarki Jafletita, til landamark Niðara-Bet-Horons, til Gezer og síðani líka í sjógvin.
5 Efra’imitar fingu, eftir slektum sínum, mark síni soleiðis: Fyri eystan gekk mark arvalutar teirra frá Atrot-Addar líka at Ovara-Bet-Horon
6 og síðani líka í sjógvin. Fyri norðan var Mikmetat mark. Haðani sneiddi markið eystureftir, til Ta’anat-Silo, og longur eystur, til Janoa.
7 Úr Janoa gekk tað oman at Atarot og Na’ara, bar við Jeriko og gekk síðani í Jordan.
8 Úr Tappua gekk markið vestureftir, at Kanaløki og síðani líka í sjógvin. – Hetta var arvaluturin, ið ætt Efra’imita fekk eftir slektum sínum.
9 Haraftrat komu býirnir, ið frá vórðu skildir Efra’imitum inni í arvaluti Manassita, bæði býirnir og bygdirnar, ið til hoyrdu.
10 Men Kána’anitar, sum í Gezer búðu, róku teir ikki burtur, so at Kána’anitar vórðu búgvandi millum Efra’imitar – og gera tað enn í dag – men vórðu trælir við arbeiðsskyldu.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul