Josva kap. 22
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
4.
Epilogue: Settling in the Land
22:1-24:33
a.
The Eastern Tribes Return Home
22:1-8:1
1
Nú sendi Josva boð eftir Rubenitum, Gaditum og hálvari ætt Manasse
2
og segði við teir: „Tit hava hildið alt tað, ið Móses, tænari HARRANS, álegði tykkum; tit hava aktað meg í øllum, sum eg havi boðið tykkum.
3
Tit hava ikki svikið brøður tykkara hesa longu tíð, líka til henda dag, men aktað eftir øllum, ið HARRIN Gud tykkara hevur álagt tykkum at akta eftir.
4
Men nú hevur HARRIN Gud tykkara givið brøðrum tykkara hvíld, soleiðis sum Hann lovaði teimum; farið tí nú avstað og farið til tjøld tykkara, til tykkara egna land, tað, ið Móses, tænari HARRANS, gav tykkum hinumegin Jordan!
5
Men leggið tykkum eina við at halda boðið og lógina, ið Móses, tænari HARRANS, gav tykkum, so tit elska HARRAN Gud tykkara, ganga allar leiðir Hansara, halda boð Hansara, halda tykkum til Hansara og tæna Honum av øllum hjarta tykkara og av allari sál tykkara!“
6
So signaði Josva teir og læt teir fara, og teir fóru til tjøld síni.
7
Aðrari helvtini av ætt Manasse hevði Móses givið arvalut hennara í Basan, og hinari helvtini hevði Josva givið arvalut saman við brøðrum teirra hesumegin Jordan, vestan fyri. Táið Josva nú læt teir fara til tjøld teirra, signaði hann teir eisini
8
og segði við teir: „Farið nú aftur til tjøld tykkara við stóra ríkidømi tykkara, við stórari nøgd av fæi, við silvuri, gulli, kopari, jarni og klæðum í stórari mongd – gevið brøðrum tykkara part við tykkum í herfonginum, sum tit hava tikið frá fíggindum tykkara!“
b.
The Altar of Witness
22:9-33:1
9
So fóru Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse avstað; teir skiltust frá Ísraelsmonnum og fóru úr Silo, sum er í Kána’anslandi, og hildu til Gilead, sítt egna land, har sum teir høvdu fingið ogn sína eftir boðnum, ið HARRIN hevði givið við Mósesi.
10
Men táið teir komu at Gelilot við Jordan – í Kána’anslandi – reistu teir – Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse – altar har við Jordan, stórt altar, sum sást langan veg.
11
Ísraelsmenn fingu tá soljóðandi tíðindi: „Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse hava reist altar ytst í Kána’anslandi, við Gelilot við Jordan, hinumegin Ísraelsmenn!“
12
Táið Ísraelsmenn hoyrdu hetta, kom øll samkoma Ísraelsmanna saman í Silo til at fara í bardaga móti teimum.
13
Ísraelsmenn sendu Pinehas, son Eleazar prest, til Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse í Gilead
14
og saman við honum tíggju høvdingar, ein høvdinga fyri hvørja ætt Ísraels; hvør teirra var høvd fyri slekt síni millum túsund Ísraels.
15
Táið teir komu til Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse í Gilead, søgdu teir so við teir:
16
„So sigur øll samkoma HARRANS: Hvat er hetta fyri trúloysi, ið tit hava víst Gudi Ísraels, at tit í dag hava vent tykkum burt frá HARRANUM og reist tykkum altar – at tit í dag hava sett tykkum upp ímóti HARRANUM!
17
Var ikki nóg mikið við hinum misbrotinum, ið vit gjørdu, táið vit hildu okkum til Peor, eitt misbrot, ið vit líka til henda dag ikki hava reinsað okkum frá, og sum gjørdi, at plágan kom yvir samkomu HARRANS!
18
Og so venda tit tykkum í dag burt frá HARRANUM! Sanniliga – tit seta tykkum í dag upp móti HARRANUM, og í morgin letur Hann vreiði Sína bresta á yvir alla samkomu Ísraels!
19
Er landið óreint, sum tit hava fingið í ogn, so komið yvir í landið, sum er ogn HARRANS, har sum tabernakul HARRANS stendur, og fáið tykkum ogn ímillum okkara! Setið tykkum ikki upp móti HARRANUM, og setið tykkum ikki upp móti okkum – við at reisa tykkum altar umframt altar HARRANS Guds okkara!
20
Akan, sonur Zera, bar hann seg ikki trúleyst at við hitt bannlýsta góðsið, so at vreiði kom yvir alla samkomu Ísraels! – Hann var ikki tann einasti, ið misgerð hansara varð at bana!“
21
Tá svaraðu Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse høvdingunum yvir túsundum Ísraels so:
22
„Gud, Gud HARRIN, Gud, Gud HARRIN, Hann veit tað, og Ísrael skal vita tað: Sanniliga, tað var ikki til at seta okkum upp ímóti HARRANUM og vera Honum trúleysir – tá frelsi Tú okkum ikki í dag! –
23
at vit reistu okkum altar – sum vit høvdu ætlað at vent okkum burtur frá HARRANUM! Og sanniliga: Ikki til at ofra brennioffur og matoffur á tí! Og sanniliga: Ikki til at bera fram takkoffur á tí – tá straffi HARRIN okkum sjálvur! –
24
Nei, sanniliga, vit gjørdu tað av ótta fyri tí, ið henda kundi; tí vit hugsaðu, at einaferð kundu børn tykkara farið og sagt við børn okkara: „Hvat hava tit við HARRAN Gud Ísraels at gera!
25
HARRIN hevur jú sett Jordan til mark millum okkum og tykkum, Rubenitar og Gaditar – tit hava ongan part í HARRANUM!“ Og soleiðis kundu børn tykkara fingið børn okkara at givið uppat at óttast HARRAN.
26
Tí søgdu vit: „Latið okkum fara undir at reisa altar – ikki til brennioffur og ikki til sláturoffur –
27
nei, tað skal vera vitni millum okkum og tykkum og millum eftirkomarar okkara um, at vit fyri ásjón HARRANS skulu tæna Honum við brenniofrum, sláturofrum og takkofrum okkara – so ikki børn tykkara einaferð skulu siga við børn okkara: „Tit hava ongan part í HARRANUM!““
28
Og vit søgdu: „Skuldu tey einaferð sagt okkurt slíkt við okkum og eftirkomarar okkara, so skulu vit svara: „Hyggið avmyndin av altari HARRANS, ið fedrar okkara reistu – ikki til brennioffur ella sláturoffur, men til vitni millum okkum og tykkum!““
29
Langt veri tað frá okkum at seta okkum upp móti HARRANUM og í dag venda okkum burtur frá HARRANUM við at reisa altar til brennioffur, matoffur ella sláturoffur umframt altar HARRANS Guds okkara, sum stendur framman fyri tabernakul Hansara!“
30
Táið Pinehas prestur og høvdingar samkomunnar og høvdini fyri túsundum Ísraels – teir, ið við honum vóru – hoyrdu hesi orð, ið Rubenitar, Gaditar og Manassitar talaðu, dámdi teimum tey væl;
31
Pinehas, sonur Eleazar prest, segði við Rubenitar, Gaditar og Manassitar: „Í dag sanna vit, at HARRIN er ímillum okkara, við tað at tit hava ikki víst HARRANUM hetta trúloysi; við tí hava tit frelst Ísraelsmenn av hond HARRANS!“
32
So skiltust Pinehas, sonur Eleazar prest, og høvdingarnir frá Rubenitum, Gaditum og hálvari ætt Manasse í Gilead og fóru aftur til Ísraelsmenn í Kána’anslandi og bóru teimum svar aftur.
33
Ísraelsmonnum dámdi væl svarið; teir lovaðu Gudi og hugsaðu einki meiri um at fara í bardaga móti teimum og oyða landið, ið Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse búðu í.
34
Men Rubenitar, Gaditar og hálv ætt Manasse góvu altarinum navn og søgdu: „Vitni er tað millum okkara um, at HARRIN er Gud.“