Josva kap. 13
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
The Distribution of the Promised Land
13:1-21:45
a.
Lands Yet Unconquered
13:1-7:1
1
Táið Josva var vorðin gamal og hevði mong ár á baki, segði HARRIN við hann: „Tú ert nú gamal og hevur mong ár á baki; men av landinum er ógvuliga nógv eftir at taka enn.
2
Hetta er landið, ið eftir er: Alt Filistaraland og alt Gesuritaland –
3
tí alt tað, ið liggur millum Sihor eystan fyri Egyptaland og landamark Ekrons í norðri, tað verður roknað upp í Kána’ansland, bæði teir fimm filistarahøvdingarnir, í Gaza, Asdod, Askalon, Gat og Ekron, og Avitar,
4
framvegis í suðri alt Kána’anitaland og Meara, ið hoyrir Zidoningum til, líka at Afek, at landamarki Amorita,
5
land Giblita, alt Libanon í eystri, úr Ba’al-Gad undir Hermonfjalli, líka hagar sum leiðin liggur til Hamat,
6
og øll tey, sum búgva í fjallalandinum, av Libanon til Misrefot-Majim – allir Zidoningar. Eg skal sjálvur reka tey burtur fyri Ísraelsmonnum; kasta tú bert lut og skift tað Ísrael til ogn, eins og Eg havi álagt tær!
7
Skift nú hetta land, hinum níggju ættunum og hálvari ætt Manasse til ogn!“
b.
The Inheritance East of the Jordan
13:8-33:1
i.
Lands East of the Jordan
13:8-14:1
8
– Saman við Manasse høvdu Rubenitar og Gaditar fingið arvalut sín, sum Móses hevði givið teimum hinumegin Jordan – eystanfyri – sum Móses, tænari HARRANS, hevði givið teimum –
9
frá Aroer, ið liggur við Arnoná – á áarbakkanum – og frá býnum, sum liggur mitt í dalinum, alt slættlendið frá Medeba líka til Dibon,
10
allar býirnar, ið Sihon amoritakongur hevði átt, hann, sum var kongur í Hesbon, líka at landamarki Ammonita,
11
framvegis Gilead og land Gesurita og Ma’akatita, øll Hermonfjøll og alt Basan, líka til Salka –
12
alt ríki Ogs í Basan, hansara, sum var kongur í Astarot og Edre’i; hann var hin síðsti, ið eftir var av Refa’itum – Móses hevði vunnið sigur á teimum og rikið teir burtur.
13
Tó róku Ísraelsmenn ikki burt Gesuritar og Ma’akatitar, so at Gesur og Ma’akat búgva millum Ísrael enn í dag.
14
– Men ætt Levi gav hann ongan arvalut; eldoffur HARRANS Guds Ísraels eru arvalutur hansara – soleiðis sum Hann hevði sagt við hann.
ii.
Reuben’s Inheritance
13:15-23:1
15
Móses gav ætt Rubenita land eftir slektum teirra.
16
Tey fingu landið frá Aroer, ið liggur við Arnoná – á áarbakkanum – og frá býnum, ið liggur mitt í dalinum, alt slættlendið við Medeba,
17
Hesbon og allar býirnar, ið hoyra til hansara, sum liggja á slættlendinum: Dibon, Bamot-Ba’al, Bet-Ba’al-Meon,
18
Jaza, Kedemot, Mefa’at,
19
Kirjatajim, Sibma, Zeret-Sahar á fjallinum í dalinum,
20
Bet-Peor, Pisgalíðir, Bet-Jesimot
21
og allar hinar býirnar á slættlendinum og alt ríkið, ið Sihon amoritakongur hevði átt, hann, sum var kongur í Hesbon, og sum Móses hevði vunnið sigur á saman við midjanitahøvdingunum Evi, Rekem, Zur, Hur og Reba – teir vóru jallar Sihons og búðu har í landinum.
22
Eisini Bileam, son Beor, spámannin, drópu Ísraelsmenn við svørði saman við hinum, ið teir drópu.
23
Mark Rubenita var Jordan allan vegin. Hetta var arvalutur Rubenita eftir slektum teirra, hesir býir við bygdunum, ið til hoyrdu.
iii.
Gad’s Inheritance
13:24-28:1
24
Ætt Gads – Gaditum – gav Móses land eftir slektum teirra.
25
Landið, ið teir fingu, var Jazer og allir býirnir í Gilead og hálvt land Ammonita, líka at Aroer, ið liggur beint yvir av Rabba,
26
og landið frá Hesbon at Ramat-Mizpe og Betonim og frá Mahanajim at landamarki Debirs.
27
Og í dalinum: Bet-Haram, Bet-Nimra, Sukkot og Zafon, hin partin av ríki Sihons kongs í Hesbon, at Jordan – sum var mark – líka at enda Kinneretsvatns, eystan fyri Jordan.
28
Hetta var arvalutur Gadita eftir slektum teirra, hesir býir við bygdunum, ið til hoyrdu.
iv.
Manasseh’s Eastern Inheritance
13:29-33:1
29
Hálvari ætt Manasse gav Móses land, so at henda helvtin av ætt Manassita fekk arvalut eftir slektum sínum.
30
Landið, ið tey fingu, gekk frá Mahanajim yvir alt Basan – alt ríki Ogs kongs í Basan, bæði allar tjaldbýir Ja’irs, sum liggja í Basan, 60 býir,
31
helvtina av Gilead og Astarot og Edre’i – høvuðsstaðirnar í ríki Ogs í Basan; alt hetta fingu børn Makir, son Manasse – onnur helvtin av børnum Makir – eftir slektum sínum.
32
Hetta vóru arvalutirnir, ið Móses skifti á Móabsheiðum hinumegin Jordan – eystanfyri – beint yvir av Jeriko.
33
Men ætt Levi gav Móses ongan arvalut; HARRIN Gud Ísraels er arvalutur teirra – soleiðis sum Hann hevði sagt við teir.