Josva kap. 15
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iii.
Judah’s Inheritance
15:1-63:1
1.
The Land
15:1-12:1
1
Luturin, ið ætt Judamanna fekk eftir slektum sínum, gekk at landamarkum Edoms, suður at Zinsoyðimørk, sunnast í landinum.
2
Mark teirra fyri sunnan gekk frá enda Salthavs, úr víkini, ið vendir móti suðri,
3
sneiddi suður um Akrabbimskarð, gekk so yvir at Zin og niðaneftir sunnan fyri Kades-Barnea, gekk síðani yvir at Hezron og niðan til Adar; so gekk tað í bugi til Karka;
4
haðani gekk tað yvir til Azmon og allan vegin at Egyptalandsá og síðani líka í sjógvin. „Hetta skulu vera mark tykkara fyri sunnan.“*
5
Markið fyri eystan var Salthav, líka hagar sum Jordan rennur í tað. Fyri norðan gekk markið úr vík Salthavs, har sum Jordan rennur út;
6
haðani gekk markið niðan til Bet-Hogla, fór longur norðan fyri Bet-Araba og haðani til steinin, ið ber navn eftir Bohan, syni Ruben.
7
So gekk markið úr Akorsdali til Debir og sneiddi norðureftir at Gilgal, ið liggur beint yvir av Adummimskarði, sunnan fyri løkin, fór síðani longur, yvir at En-Semesvatni og allan vegin at Rogelskeldu.
8
Markið gekk síðani niðan í Hinnomssonardal, at Jebushædd – tað er Jerusalem – fyri sunnan, og gekk so niðan í tind fjalsins, ið stendur beint vestan fyri Hinnomsdal, við norðara enda Refa’imsdals.
9
Úr hesum fjalstindi sneiddi markið at Neftoavatnskeldu og gekk haðani til býirnar á Efronsfjalli; so sneiddi markið til Ba’ala, tað er Kirjat-Jearim.
10
Úr Ba’ala gekk tað í bugi vestureftir, at Se’irsfjalli, gekk haðani yvir at norðaru síðu Jearimsfjals, tað er Kesalon, og haðani oman til Bet-Semes og yvir at Timna.
11
Haðani gekk markið norðureftir, at Ekronskambi; haðani sneiddi tað yvir at Sikron, gekk so yvir at Ba’alafjalli og allan vegin til Jabne’el, og síðani líka í sjógvin.
12
Markið fyri vestan var Stórahav, allan vegin. – Hetta vóru landamark Judamanna eftir slektum teirra, rundan um.
2.
Caleb’s Portion and Conquest
15:13-19:1
13
Men Kaleb, sonur Jefunne, fekk part sín mitt ímillum Judamenn, soleiðis sum HARRIN hevði sagt við Josva; tað var stað Arba, ættarfaðirs Anaks – nú eitur hann Hebron.
14
Kaleb rak burt haðani hinar tríggjar Anakitar, Sesai, Ahiman og Talmai, ið vóru eftirkomarar Anaks.
15
Haðani fór hann móti teimum, sum búðu í Debir – Debir æt fyrr í tíðini Kirjat-Sefer.
16
Kaleb segði: „Tann, ið leggur Kirjat-Sefer undir seg og vinnur hann, honum skal eg geva dóttur mína Aksu til konu!“
17
Otniel Kenizitur, bróðir Kaleb, tók hann; hann gav honum so dóttur sína Aksu til konu.
18
Men táið hon kom til hansara, eggjaði hon hann at biðja faðir hennara um nakað av jørð; og hon leyp niður av eslinum. Tá segði Kaleb við hana: „Hvat vilt tú?“
19
Hon svaraði: „Gev mær eina signing! Tú hevur gift meg burtur í hetta turra Suðurlandið – gev mær nú vatnskeldur!“ Hann gav henni tá Ovaru Keldur og Niðaru Keldur.
3.
The Cities of Judah
15:20-63:1
20
Hetta er arvalutur ætt Judamanna eftir slektum hennara:
21
Býir ættar Judamanna ytst við markið, við markið móti Edom, í Suðurlandinum, vóru: Kabze’el, Eder, Jagur,
22
Kina, Dimona, Adada,
23
Kedes, Hazor, Jitnan,
24
Zif, Telem, Bealot,
25
Hazor-Hadatta, Kerijot, Hezron – tað er Hazor –
26
Amam, Sema, Molada,
27
Hazar-Gadda, Hesmon, Bet-Pelet,
28
Hazar-Sual, Be’erseba, Bizjotja,
29
Ba’ala, Ijim, Ezem,
30
Eltolad, Kesil, Horma,
31
Ziklag, Madmanna, Sansanna,
32
Lebaot, Silhim, Ajin og Rimmon – í alt 29 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.
33
Í láglendinum: Estaol, Zora, Asna,
34
Zanoa, En-Gannim, Tappua, Enam,
35
Jarmut, Adullam, Soko, Azeka,
36
Sa’arajim, Aditajim, Gedera og Gederotajim – 14 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –
37
Zenan, Hadasa, Migdal-Gad,
38
Dilan, Mizpe, Jokte’el,
39
Lakis, Bozkat, Eglon,
40
Kabbon, Lamas, Kitlis,
41
Gederot, Bet-Dagon, Na’ama og Makkeda – 16 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –
42
Libna, Eter, Asan,
43
Jifta, Asna, Nezib,
44
Ke’ila, Akzib og Maresa – 9 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –
45
Ekron við býunum og bygdunum, ið til hoyrdu,
46
úr Ekron vestureftir alt tað, ið lá á asdodsíðuni, og bygdirnar, ið har lógu,
47
Asdod við býunum og bygdunum, ið til hoyrdu, Gaza við býunum og bygdunum, ið til hoyrdu, líka at Egyptalandsá og Stórahavi – sum var markið.
48
Í fjallalandinum: Samir, Jattir, Soko,
49
Danna, Kirjat-Sanna – tað er Debir –
50
Anab, Estemo, Anim,
51
Gosen, Holon og Gilo – 11 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –
52
Arab, Duma, Esan,
53
Janum, Bet-Tappua, Afeka,
54
Humta, Kirjat-Arba – tað er Hebron – og Zior – 9 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –
55
Maon, Karmel, Zif, Juta,
56
Jizre’el, Jokdeam, Zanoa,
57
Ka’in, Gibea og Timna – 10 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –
58
Halhul, Bet-Zur, Gedor,
59
Ma’arat, Bet-Anot og Eltekon – 6 býir við bygdunum, ið til hoyrdu –
60
Kirjat-Ba’al – tað er Kirjat-Jearim – og Rabba – 2 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.
61
Í oyðimørkini: Bet-Araba, Middin, Sekaka,
62
Nibsan, Ir-Mela og En-Gedi – 6 býir við bygdunum, ið til hoyrdu.
63
Men Jebusitar, sum í Jerusalem búðu, teir vóru Judamenn ikki mentir at reka burt, so at Jebusitar vórðu búgvandi í Jerusalem saman við Judamonnum, og tað gera teir enn í dag.