Josva kap. 21

Uppsetan
ii. The Forty-Eight Cities of the Levites
21:1-45:1
1 Høvuðsmenn fedrahúsa Levitanna stigu nú fram fyri Eleazar prest, Josva, son Nun, og høvuðsmenn fedrahúsanna í ættum Ísraelsmanna
2 og talaðu so við teir í Silo í Kána’anslandi: „HARRIN gav við Mósesi tað boð, at okkum skuldu verða givnir býir at búgva í við jørðini rundan um teir til fæ okkara.“
3 Tá góvu Ísraelsmenn eftir boði HARRANS av arvalutum sínum Levitunum hesar býir við jørðini, ið til hoyrdi:
4 Fyrsti lutur fall á ætt Kahatita, og millum hesar Levitar fingu synir Áron prest við lutakasti 13 býir frá ætt Juda, frá ætt Símeonita og frá ætt Benjamins;
5 hinir Kahatitarnir fingu við lutakasti 10 býir frá slektunum í ætt Efra’ims, frá ætt Dans og frá hálvari ætt Manasse.
6 Gersonitar fingu við lutakasti 13 býir frá slektunum í ætt Issakars, frá ætt Asers, frá ætt Naftali og frá hálvari ætt Manasse – í Basan.
7 Meraritar fingu eftir ættum sínum 12 býir frá ætt Rubens, frá ætt Gads og frá ætt Zebulons.
8 Hesar býir við jørðini, ið til hoyrdi, góvu Ísraelsmenn Levitunum við lutakasti – soleiðis sum HARRIN við Mósesi hevði givið boð um:
11 fingu bý Arba, ættarfaðirs Anakita – tað er Hebron á Judafjøllum – við jørðini, ið til hoyrdi, rundanum;
12 men akurlandið og bygdirnar, ið til býin hoyrdu, góvu teir Kaleb, syni Jefunne, í ogn.
13 Synir Áron prest fingu tá Hebron – sum var griðstaður manndrápara – við jørðini, ið til hoyrdi, Libna við jørðini, ið til hoyrdi,
16 Ajin við jørðini, ið til hoyrdi, Jutta við jørðini, ið til hoyrdi, og Bet-Semes við jørðini, ið til hoyrdi – 9 býir frá hesum báðum ættunum.
17 Og frá ætt Benjamins: Gibeon við jørðini, ið til hoyrdi, Geba við jørðini, ið til hoyrdi,
18 Anatot við jørðini, ið til hoyrdi, og Almon við jørðini, ið til hoyrdi – 4 býir.
19 Soleiðis fingu prestarnir, synir Áron, tilsamans 13 býir við jørðini, ið til hoyrdi.
20 Ættir Kahatita av Levitum – hinir Kahatitarnir – fingu frá ætt Efra’ims hesar býir – sum lutaðust teimum:
21 Teir fingu Sikem – sum var griðstaður manndrápara – við jørðini, ið til hoyrdi, á Efra’imsfjøllum, Gezer við jørðini, ið til hoyrdi,
22 Kibzajim við jørðini, ið til hoyrdi, og Bet-Horon við jørðini, ið til hoyrdi – 4 býir.
23 Frá ætt Dans: Elteke við jørðini, ið til hoyrdi, Gibbeton við jørðini, ið til hoyrdi,
24 Ajalon við jørðini, ið til hoyrdi, og Gat-Rimmon við jørðini, ið til hoyrdi – 4 býir.
25 Og frá hálvari ætt Manasse: Ta’anak við jørðini, ið til hoyrdi, og Gat-Rimmon við jørðini, ið til hoyrdi – 2 býir.
26 Tilsamans vóru tað 10 býir við jørðini, ið til hoyrdi, sum hinar Kahatitaættirnar fingu.
27 Gersonitar av ættum Levita fingu frá hálvari ætt Manasse: Golan í Basan – sum var griðstaður manndrápara – við jørðini, ið til hoyrdi, Be’estera við jørðini, ið til hoyrdi – 2 býir.
28 Frá ætt Issakars: Kisjon við jørðini, ið til hoyrdi, Daberat við jørðini, ið til hoyrdi,
29 Jarmut við jørðini, ið til hoyrdi, og En-Gannim við jørðini, ið til hoyrdi – 4 býir.
30 Frá ætt Asers: Misal við jørðini, ið til hoyrdi, Abdon við jørðini, ið til hoyrdi,
31 Helkat við jørðini, ið til hoyrdi, og Rehob við jørðini, ið til hoyrdi – 4 býir.
32 Og frá ætt Naftali: Kedes í Galilea – sum var griðstaður manndrápara – við jørðini, ið til hoyrdi, Hammot-Dor við jørðini, ið til hoyrdi, og Kartan við jørðini, ið til hoyrdi – 3 býir.
33 Býir Gersonita eftir ættum teirra vóru soleiðis tilsamans 13 býir við jørðini, ið til hoyrdi.
34 Ættir Merarita – hinir Levitarnir – fingu frá ætt Zebulons: Jokneam við jørðini, ið til hoyrdi, Karta við jørðini, ið til hoyrdi,
35 Dimna við jørðini, ið til hoyrdi, og Nahalal við jørðini, ið til hoyrdi – 4 býir.
36 Frá ætt Rubens: Bezer við jørðini, ið til hoyrdi, Jaza við jørðini, ið til hoyrdi,
37 Kedemot við jørðini, ið til hoyrdi, og Mefa’at við jørðini, ið til hoyrdi – 4 býir.
38 Og frá ætt Gads: Ramot í Gilead – sum var griðstaður manndrápara – við jørðini, ið til hoyrdi, Mahanajim við jørðini, ið til hoyrdi,
39 Hesbon við jørðini, ið til hoyrdi, og Jazer við jørðini, ið til hoyrdi – tilsamans 4 býir.
40 Býirnir, ið Meraritar, hinar ættir Levita, fingu sum lut sín, eftir slektum sínum, vóru tilsamans 12 býir.
41 Tilsamans vóru býir Levitanna í ognarlandi Ísraelsmanna 48 býir við jørðini, ið til hoyrdi.
42 Hesir býir høvdu, hvør fyri seg, jørð sína rundan um seg; so var við øllum hesum býum.
43 Soleiðis gav HARRIN Ísrael alt landið, ið Hann við eiði hevði lovað fedrum teirra at geva teimum; teir tóku tað og búsettust har.
44 HARRIN læt teir hava frið allar vegir – júst sum Hann við eiði hevði lovað fedrum teirra; eingin av øllum fíggindum teirra var mentur at standa seg ímóti teimum; allar fíggindar teirra gav HARRIN í hendur teirra.
45 Ikki eitt svitaðist av øllum hinum góðu orðum, ið HARRIN hevði talað við hús Ísraels – tað gekk út alt samalt.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul