Josva kap. 14

Uppsetan
c. The Inheritance West of the Jordan
14:1-19:51
i. Introduction
14:1-5:1
1 Hetta vóru arvalutirnir, ið Ísraelsmenn fingu í Kána’anslandi – sum Eleazar prestur, Josva, sonur Nun, og høvuðsmenn fedrahúsanna í ættum Ísraelsmanna býttu teimum
2 við lutakasti, so teir fingu hvør sín arvalut – eins og HARRIN við Mósesi hevði givið boð um viðvíkjandi hinum níggju ættunum og hini hálvu ættini.
3 Tí tvær ættir og hin hálva ættin høvdu frá Mósesi fingið arvalut hinumegin Jordan. – Men Levitunum hevði hann ongan arvalut givið ímillum teirra.
4 Eftirkomarar Jósefs vóru tvær ættir, Manasse og Efra’im, og Levitarnir fingu ongan part í landinum, men bert nakrar býir at búgva í, við jørðini, ið til hoyrdi, at hava fylgi og neyt síni gangandi á.
ii. Caleb Requests Hebron
14:6-15:1
6 Nú stigu Judamenn fram fyri Josva í Gilgal, og Kaleb Kenizitur, sonur Jefunne, segði við hann: „Tú veitst, hvat HARRIN í Kades-Barnea segði við gudsmannin Móses um meg og teg.
7 Eg var 40 ár, táið Móses, tænari HARRANS, sendi meg úr Kades-Barnea at kanna landið, og eg bar honum tíðindi aftur, eftir sum eg dugdi á at skyna.
8 Brøður mínir, ið við mær høvdu verið, gjørdu fólkið mótfallið, men eg helt meg trúliga til HARRAN Gud mín.
9 Tann dagin svór Móses og segði: „Sanniliga – landið, ið fótur tín steig á, skulu tú og eftirkomarar tínir hava í arvalut til ævigar tíðir, aftur fyri at tú trúliga heltst teg til HARRAN Gud mín!“
10 Og sært tú nú, HARRIN hevur gjørt við meg, sum hann segði, og latið meg livað hesi 45 árini, síðani HARRIN talaði hesi orð við Móses, alla tíðina ið Ísrael hevur ferðast í oyðimørkini – eg eri í dag 85 ár.
11 Eg eri líka raskur enn, sum eg var, tann dagin ið Móses sendi meg avstað; eg orki tað sama nú sum tá, bæði í bardaga og til at ganga út og inn.
12 Gev mær tí nú hetta fjallaland, sum HARRIN tann dagin talaði um – tú hoyrdi tað jú sjálvur tá! Har búgva Anakitar, og har eru stórir, víggirdir staðir; kanska HARRIN er við mær, so eg fái rikið teir burtur, so sum HARRIN hevur sagt!“
14 Soleiðis fekk Kaleb Kenizitur, sonur Jefunne, Hebron í arv, og hetta er so enn í dag – aftur fyri at hann trúliga hevði hildið seg til HARRAN Gud Ísraels.
15 Hebron æt fyrr Kirjat-Arba; hann* var størsti maður millum Anakitar. – Og landið hevði nú frið eftir bardagan.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul