Seinna Krønikubók kap. 36
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
p.
The Path to Exile
36:1-14:1
i.
Jehoahaz Succeeds Josiah
36:1-4:1
1
Fólkið í landinum tók nú Jóahaz, son Josias, og gjørdi hann til kong í Jerusalem eftir faðir hansara.
2
Jóahaz var 23 ár, táið hann gjørdist kongur, og 3 mánaðir stýrdi hann í Jerusalem.
3
Men kongurin í Egyptalandi setti hann av, so hann var ikki kongur í Jerusalem longur, og legði skatt á landið, 100 talentir av silvuri og eina talent av gulli.
4
Síðani gjørdi Neko kongur í Egyptalandi bróður hansara Eljakim til kong yvir Juda og Jerusalem og broytti navn hansara til Jójakim. Men bróður hansara Jóahaz tók hann við sær og fór til Egyptalands við honum.
ii.
Jehoiakim Reigns in Judah
36:5-8:1
5
Jójakim var 25 ár, táið hann gjørdist kongur, og 11 ár stýrdi hann í Jerusalem. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS Guds hansara.
6
Nebukadnezar kongur í Bábel fór móti honum og læt hann binda við tveimum koparleinkjum til at flyta hann til Bábel.
7
Av íløtunum í húsi HARRANS flutti Nebukadnezar eisini summi til Bábel og setti tey í tempul sítt í Bábel.
8
Tað, ið annars er at siga um Jójakim, um, hvussu viðurstyggiliga hann bar seg at, og tað ónda, ið annars fanst hjá honum, er skrivað í bókini um kongarnar í Ísrael og Juda. Sonur hansara Jójakin tók ríkið eftir hann.
iii.
Jehoiachin Reigns in Judah
36:9-10:1
9
Jójakin var 18 ár, táið hann gjørdist kongur, og 3 mánaðir og 10 dagar stýrdi hann í Jerusalem. Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS.
10
Táið árið var at enda, sendi Nebukadnezar kongur menn og læt flyta hann til Bábel, og við honum hini dýru íløtini í húsi HARRANS; og hann gjørdi Zedekias, bróður hansara, til kong yvir Juda og Jerusalem.
iv.
Zedekiah Reigns in Judah
36:11-14:1
11
Zedekias var 21 ár, táið hann gjørdist kongur, og 11 ár stýrdi hann í Jerusalem.
12
Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS Guds hansara; hann eyðmýkti seg ikki fyri Jeremiasi profeti, sum talaði orð av munni HARRANS.
13
Eisini fall hann frá Nebukadnezar kongi, sum hevði latið hann gera eið um Gud; og hann var treiskur og gjørdi hjarta sítt hart, so hann vendi ikki við til HARRAN Gud Ísraels.
14
Allir høvdingarnir millum prestarnar og fólkið misbrutu seg eisini stórliga og fylgdu eftir teimum viðurstyggiligu siðum alra heidningafólkanna; og hús HARRANS í Jerusalem, tað, sum Hann hevði halgað, gjørdu teir óreint.
q.
The Babylonian Exile
36:15-21:1
15
Árla og síðla sendi HARRIN Gud fedra teirra teimum orð Síni við sendiboðum Sínum; tí Honum tykti synd í fólki og bústaði Sínum.
16
Men tey spottaðu sendiboð Guds, vanvirdu orð Hansara og háðaðu profetar Hansara – inntil vreiði HARRANS móti fólki Hansara tók so til, at ikki beyð tí bøtur.
17
Hann læt kaldearakongin koma ímóti teimum; hann drap teir ungu hjá teimum við svørði í heilaga húsi teirra og spardi hvørki unglinga ella moyggj, hvørki gamlan ella gráhærdan; øll gav Hann í hendur hansara.
18
Øll íløtini í húsi Guds, bæði stór og smá, skattirnar í húsi HARRANS og skattir kongsins og høvdinga hansara – alt flutti hann til Bábel.
19
Teir brendu hús Guds og rivu niður múrar Jerusalems; allar borgirnar har brendu teir niður og forkomu øllum dýrum íløtum har.
20
Tey, ið sloppin vóru undan svørðinum, flutti hann sum fangar til Bábel, og tey vórðu trælir hansara og sona hansara, inntil Persararíkið fekk valdið
21
– fyri at orð HARRANS, sum Jeremias hevði talað, skuldu ganga út – inntil landið hevði fingið sabbatsár síni afturgoldin; alla tíðina tað lá í oyði, hevði tað hvíld – inntil 70 ár vóru gingin.
r.
The Promise of Restoration
36:22-23:1
22
Men fyrsta árið ið Kýrus kongur í Persia sat við stýrið, vakti HARRIN – fyri at orð Hansara, sum Jeremias hevði talað, skuldu ganga út – anda Kýrusar persarakongs, so at hann læt boð ganga út um alt ríki sítt og eisini skrivliga kunngera:
23
„So sigur Kýrus kongur í Persia: HARRIN Gud Himmalsins hevur givið mær øll ríki á jørðini, og Hann hevur álagt mær at byggja Sær hús í Jerusalem í Juda. Hvør tann av tykkum, ið hoyrir til fólk Hansara, við honum veri HARRIN Gud hansara, hann kann fara hagar!“