Seinna Krønikubók kap. 21

Uppsetan
e. Jehoram
21:1-20:1
i. Jehoram Succeeds Jehoshaphat
21:1-3:1
1 So legðist Jósafat til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði hjá fedrum sínum. Og sonur hansara Jóram tók ríkið eftir hann.
2 Hann hevði brøður – synir Jósafat: Azarja, Jehiel, Zakarja, Azarja, Mikael og Sefatja; allir hesir vóru synir Jósafat ísraelskong.
3 Faðir teirra gav teimum nógvar gávur í silvuri, gulli og øðrum dýrabørum, og harumframt víggirdar staðir í Juda; men kongadømið læt hann Jóram fáa, tí hann var hin frumborni.
ii. Jehoram the Evil King
21:4-15:1
4 Men táið Jóram hevði tikið við kongadøminum eftir faðir sín og hevði grundfest veldi sítt, drap hann allar brøður sínar við svørði og somuleiðis nakrar av høvdingum Ísraels.
5 Jóram var 32 ár, táið hann gjørdist kongur, og 8 ár stýrdi hann í Jerusalem.
6 Hann gekk leiðir ísraelskonga – eins og hús Akabs hevði gjørt; tí hann hevði dóttur Akab til konu, og hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS.
7 Tó vildi HARRIN ikki gera enda á húsi Dávids – Hann hevði jú gjørt sáttmála við Dávid, og Hann hevði jú sagt, at Hann allar dagar skuldi lata hann og eftirkomarar hansara hava lampu.
9 Tá fór Jóram hagar við høvdingum sínum og við øllum hervagnum sínum; á náttartíð gjørdi hann álop á Edomitar, ið høvdu kringsett hann, og vann teir og vagnstýrarar teirra.
10 Soleiðis reiv Edom seg leyst undan Juda, og soleiðis er enn í dag. Um somu tíð reiv eisini Libna seg leyst undan honum – tí hann hevði vent HARRANUM Gudi fedra sína bakið.
11 Hann gjørdi eisini offurheyggjar á Judafjøllum, lokkaði fólkið í Jerusalem til trúleyst fráfall og villleiddi Juda.
12 Tá kom til hansara bræv frá Eliasi profeti; í tí stóð: „So sigur HARRIN, Gud Dávids, faðirs tíns: Aftur fyri at tú hevur ikki gingið leiðir Jósafats, faðirs tíns, og leiðir Asa judakongs,
13 men hevur gingið leiðir ísraelskonga og lokkað Juda og fólkið í Jerusalem til trúleyst fráfall, eins og hús Akabs lokkaði til fráfall, ja, enntá hevur dripið brøður tínar, hús faðirs tíns, teir, sum vóru betri enn tú,
14 so skal HARRIN lata hart slag ráma fólk títt, synir tínar, konur tínar og alt tað, ið tú eigur.
15 Sjálvur skalt tú verða rámtur av svárari sjúku, innvortis sjúku, so innvølur tín eftir ár og dag skal koma út – so svár skal sjúkan verða.“
iii. Jehoram’s Disease and Death
21:16-20:1
16 So eggjaði HARRIN upp móti Jóram Filistarar og teir Arabarar, ið búðu næstir Etioparum.
17 Teir komu móti Juda, brutu seg inn í landið og fóru avstað við øllum góðsinum, sum í kongshøllini var, og harumframt við sonum og konum hansara, so hann ongan av sonum sínum hevði eftir uttan Jóahaz, yngsta son sín.
19 Og eftir ár og dag, táið tvey ár vóru gingin, kom innvølur hansara út – so svár var sjúkan; hann doyði tá í hørðum kvølum. Og fólk hansara brendi einki bál fyri honum, sum tey høvdu gjørt fyri fedrum hansara.
20 Hann var 32 ár, táið hann gjørdist kongur, og 8 ár stýrdi hann í Jerusalem. Eingin saknaði hann, táið hann var farin, og teir jarðaðu hann í Dávidsstaði, men ikki í kongagrøvunum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul