Seinna Krønikubók kap. 12
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
1
Men táið kongadømi Rehabeams var grundfest, og vald hansara var styrkt, vendu bæði hann og alt Ísrael lóg HARRANS bakið.
2
Tá kom – fimta árið ið Rehabeam var kongur – Sisak kongur í Egyptalandi móti Jerusalem – tí teir høvdu verið HARRANUM ótrúgvir.
3
Hann kom við 1200 hervagnum og 60000 hestmonnum; og fólkið, ið við honum kom úr Egyptalandi – Libýarar, Sukkitar og Etioparar – stóð ikki til at telja.
4
Hann tók teir víggirdu staðirnar í Juda og kom líka at Jerusalem.
5
Nú kom Semaja profetur til Rehabeam og høvdingarnar í Juda – teir høvdu leitað til Jerusalem undan Sisak – og segði við teir: „So sigur HARRIN: Tit hava vent Mær bakið; tí havi eisini Eg vent tykkum bakið og givið tykkum í hendur Sisaks!“
6
Tá eyðmýktu teir seg, høvdingarnir í Ísrael og kongurin, og søgdu: „HARRIN er rættvísur!“
7
Táið HARRIN sá, at teir høvdu eyðmýkt seg, kom orð HARRANS til Semaja; Hann segði: „Við tað at teir hava eyðmýkt seg, skal Eg ikki gera enda á teimum, men lata teir so dánt sleppa undan; við Sisak skal vreiði Mín ikki streyma út yvir Jerusalem!
8
Tó skulu teir koma at standa undir honum og fáa at sanna munin á at tæna Mær og at tæna heidnum kongum.“
9
Sisak kongur í Egyptalandi kom tá móti Jerusalem; hann tók skattirnar í húsi HARRANS og skattirnar í kongshøllini – alt samalt tók hann, eisini gullskjøldirnar, ið Sálomo hevði latið gera.
10
Í stað teirra læt Rehabeam kongur gera koparskjøldir og læt teir høvuðsmonnum lívvaktarinnar upp í hendur, sum hildu vakt við dyr kongshallarinnar.
11
Hvørja ferð kongurin fór inn í hús HARRANS, komu vaktarmenninir og bóru teir og fóru síðani aftur í vaktstovuna við teimum.
12
Við tað at Rehabeam eyðmýkti seg, vendist vreiði HARRANS frá honum, so Hann gjørdi ikki heilt enda á honum; og enn var tó ikki sørt av góðum í Juda.
iii.
Rehoboam’s Reign and Death
12:13-16:1
1.
Rehoboam the Evil King
12:13-15:1
13
Síðani sat Rehabeam kongur aftur tryggur í kongadømi sínum í Jerusalem og stýrdi har. Hann var 41 ár, táið hann gjørdist kongur, og 17 ár stýrdi hann í Jerusalem, býnum, ið HARRIN úr øllum ættum Ísraels hevði útvalt til at lata navn Sítt búgva har. Móðir hansara æt Na’ama og var ammonitisk kvinna.
14
Hann gjørdi tað, ið ónt var; tí hjarta hansara var ikki vent til at søkja HARRAN.
15
Alt tað, ið er at siga um Rehabeam, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, er skrivað í krøniku Semaja profets og í krøniku Iddos síggjara, har sum ættartølini standa. Millum Rehabeam og Jeroboam var alla tíðina ófriður.
2.
Abijah Succeeded Rehoboam
12:16
16
So legðist Rehabeam til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Dávidsstaði. Sonur hansara Abia tók ríkið eftir hann.