Seinna Krønikubók kap. 19

Uppsetan
iii. Jehoshaphat’s Reforms
19:1-11:1
2 Tá fór Jehu síggjari, sonur Hanani, út ímóti honum, og hann segði við Jósafat kong: „Skal gudleysur verða hjálpin, og skalt tú elska tey, ið hata HARRAN! Vreiði frá HARRANUM liggur yvir tær fyri hetta.
3 Tó er eisini nakað gott funnið hjá tær: Tú hevur beint burtur Asjerurnar úr landinum og vent hjarta tínum til at søkja Gud.“
4 Jósafat varð nú verandi í Jerusalem. Síðani fór hann aftur út millum fólkið, úr Be’erseba líka til Efra’imsfjøll, og leiddi tey aftur til HARRAN Gud fedra teirra.
5 Hann setti eisini dómarar í landinum, í øllum teimum víggirdu støðunum í Juda, í hvørjum býi fyri seg.
6 Og hann segði við dómararnar: „Ansið væl eftir, hvat tit gera! Tí tað er ikki fyri menniskjum, tit døma, men fyri HARRANUM, og Hann er hjá tykkum, hvørja ferð tit døma.
7 Latið tí nú ótta fyri HARRANUM vera yvir tykkum, og verið varnir við tí, sum tit gera! Tí hjá HARRANUM Gudi okkara er eingin órættur, og Hann ger ikki mannamun og tekur ikki við mutri.“
8 Eisini í Jerusalem setti Jósafat nakrar av Levitum, prestum og ættarhøvdingum Ísraels til at døma í søkum HARRANS og í rættartrætum – tí teir* vóru komnir aftur til Jerusalem.
9 Og hann gav teimum hetta boð: „Soleiðis skulu tit gera – í ótta fyri HARRANUM – við trúskapi og av heilum hjarta:
10 Hvørja ferð brøður tykkara, sum búgva í býum sínum, koma fram fyri tykkum við rættartrætu – tað veri nú viðvíkjandi blóðskyld ella um lóg og boð, viðtøkur og fyriskipanir – skulu tit vara teir við, so teir synda ikki móti HARRANUM, og vreiði kemur yvir tykkum og brøður tykkara; soleiðis skulu tit gera, annars koma tit at draga skyld oman yvir tykkum.
11 Í øllum søkum HARRANS skal Amarja høvuðsprestur vera formaður tykkara, og í øllum søkum kongs Zebadja, sonur Ísmael, høvdingin yvir ætt Juda; og Levitarnir skulu vera umsjónarmenn undir tykkum. Verið nú hugreystir og gerið hetta, og HARRIN veri við honum, ið góður er!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul