Seinna Krønikubók kap. 22

Uppsetan
f. Ahaziah
22:1-9:1
i. Ahaziah the Evil King
22:1-7:1
1 Síðani gjørdu teir, sum í Jerusalem búðu, Ahazja, yngsta son hansara, til kong eftir hann; tí ránsmannaflokkurin, ið komin var í tilhaldið saman við Arabarum, hevði dripið allar hinar eldru. Soleiðis varð Ahazja, sonur Jóram, kongur í Juda.
2 Ahazja var 22 ár, táið hann gjørdist kongur, og eitt ár stýrdi hann í Jerusalem; móðir hansara æt Atalja og var dóttir Omri.
3 Eisini hann gekk somu leiðir sum hús Akabs; tí móðir hansara villleiddi hann við ráðum sínum til gudloysi.
4 Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, eins og hús Akabs; tí eftir at faðir hansara var deyður, vóru tey ráðgevarar hansara – til hansara egna undirgang.
5 Tað var eisini teirra ráðum, hann fylgdi, táið hann saman við Jóram ísraelskongi, syni Akab, fór í bardaga móti Hazael kongi í Áram, við Ramot í Gilead. Men Áramearar særdu Jóram.
6 Tá fór hann aftur til Jizre’el at lata grøða sár síni, sum hann hevði fingið við Rama, í bardaganum móti Hazael kongi í Áram. Og Azarja* kongur í Juda, sonur Jóram, fór til Jizre’el at vitja Jóram, son Akab, við tað at hann lá sjúkur.
7 Men Ahazja til undirgang hevði Gud stýrt tí so, at hann skuldi koma til Jóram; tí táið hann var komin hagar, fór hann við Jóram út móti Jehu, syni Nimsi, sum HARRIN hevði salvað til at týna hús Akabs.
ii. Jehu Kills Ahaziah
22:8-9:1
8 Og táið Jehu fullførdi dómin yvir hús Akabs, hitti hann høvdingarnar í Juda og bróðursynir Ahazja, sum vóru í tænastu hjá Ahazja, og hann drap teir.
9 Síðani læt hann leita eftir Ahazja, og hann varð tikin, meðan hann krógvaði seg í Samaria; teir fóru so til Jehu við honum og drópu hann. Síðani jarðaðu teir hann; tí teir søgdu: „Hann var kortini sonur Jósafat, sum søkti HARRAN av øllum hjarta sínum!“ Men av ætt Ahazja var eingin eftir, sum var maður fyri at taka við kongadøminum.
g. Joash
22:10-24:27
i. Joash Hidden from Athaliah
22:10-12:1
10 Táið Atalja, móðir Ahazja, fekk at vita, at sonur hennara var deyður, tók hon sær fyri at týna alla kongaættina í húsi Juda.
11 Men kongadóttirin Jósabat tók Jóas, son Ahazja, fekk hann loyniliga burtur frá kongasonunum, ið drepast skuldu, og fjaldi hann og daddu hansara í sovikamarinum; har krógvaði Jósabat, dóttir Jóram kong, kona Jójada prest – hon var jú systir Ahazja – hann fyri Atalju, so hon fekk ikki dripið hann.
12 Síðani var hann hjá teimum í húsi Guds og varð fjaldur har í seks ár, meðan Atalja ráddi í landinum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul