Seinna Krønikubók kap. 35
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
v.
Josiah Restores the Passover
35:1-19:1
1
Nú helt Josias HARRANUM páskir í Jerusalem. Teir drópu páskalambið tann fjúrtanda í fyrsta mánaði;
2
hann setti prestarnar til tað, ið teir skuldu ansa eftir, og styrkti teir til tænastuna í húsi HARRANS;
3
og við Levitarnar, ið lærdu alt Ísrael og vóru HARRANUM halgaðir, segði hann: „Setið hina heilagu ørk í templið, sum Sálomo ísraelskongur, sonur Dávid, hevur bygt! Tit hava einki at bera á herðunum longur; tænið nú HARRANUM Gudi tykkara og Ísrael, fólki Hansara!
4
Gerið tykkum til reiðar eftir ættum tykkara, í flokkum tykkara, soleiðis sum Dávid ísraelskongur og sonur hansara Sálomo hava fyriskrivað
5
– farið og standið í halgidóminum eftir ættarflokkum brøðra tykkara, almúguni, soleiðis at ein ættargrein Levita verður fyri hvønn flokk teirra!
6
Drepið so páskalambið, og halgið tykkum og gerið tað til fyri brøður tykkara – so tit gera, sum HARRIN beyð við Mósesi!“
7
Josias gav almúguni 30000 kríatúr av smáfæi – lomb undan óm og geitum – alt samalt til páskaoffur fyri øll, ið har vóru, og somuleiðis 3000 neyt; hetta gav kongurin av tí, sum hann sjálvur átti.
8
Eisini høvdingar hansara góvu fólkinum, prestunum og Levitunum sjálvkravdar gávur; Hilkia, Zakarja og Jehiel, høvuðsmenninir yvir húsi Guds, góvu prestunum 2600 kríatúr av smáfæi til páskaoffur og 300 neyt.
9
Konanja og brøður hansara Semaja, Netanel, Hasabja, Je’iel og Józabad, levitahøvdingarnir, góvu Levitunum 5000 kríatúr av smáfæi til páskaoffur og 500 neyt.
10
Soleiðis kom tænastan í rættlag, og prestarnir stóðu á staði sínum, somuleiðis Levitarnir eftir flokkum sínum – soleiðis sum kongurin hevði givið boð um.
11
Teir* drópu páskalombini, og prestarnir slettu blóðið, sum teir* rættu teimum; og Levitarnir flettu.
12
So tóku teir brenniofrið burturav og lótu almúguna fáa tað eftir ættarflokkum hennara, so teir kundu ofra tað til HARRAN, soleiðis sum fyriskrivað er í Mósebók. Á sama hátt gjørdu teir við neytini.
13
Páskalambið steiktu teir við eld – soleiðis sum fyriskrivað var; men halgigávurnar kókaðu teir í pottum, ketlum og pannum og skundaðu sær at bera tær út til alla almúguna.
14
So gjørdu teir til til sín sjálvs og til prestarnar; tí prestarnir, synir Áron, høvdu nóg mikið at gera líka inn í náttina við at ofra tey feitu stykkini av brenniofrinum; tí gjørdu Levitarnir til, bæði til sín sjálvs og til prestarnar, synir Áron.
15
Sangararnir – eftirkomarar Asafs – stóðu á staði sínum, soleiðis sum Dávid, Asaf, Heman og Jedutun, síggjari kongsins, høvdu fyriskrivað; og duravaktararnir vóru hvør við portur sítt; teimum nýttist ikki at fara frá tænastu síni, tí brøður teirra – hinir Levitarnir – gjørdu til til teirra.
16
Soleiðis kom øll tænasta HARRANS í rættlag henda dagin; og tey hildu páskir og ofraðu brennioffur á altari HARRANS – soleiðis sum Josias kongur hevði givið boð um.
17
Teir Ísraelsmenn, ið hjástaddir vóru, hildu tá páskir og høgtíð hinna ósúrgaðu breyða í sjey dagar.
18
Slíkar páskir sum hesar høvdu ikki verið hildnar í Ísrael, síðani Sámuel profetur livdi; eingin av kongum Ísraels hevði hildið slíkar páskir sum tær, ið Josias og prestarnir, Levitarnir, alt Juda, tey av Ísrael, ið hjástødd vóru, og fólkið í Jerusalem hildu.
19
Átjanda árið ið Josias sat við stýrið, vórðu hesar páskir hildnar.
vi.
The Death of Josiah
35:20-26:1
20
Eftir alt hetta – táið Josias hevði fingið templið í stand – fór Neko kongur í Egyptalandi í bardaga við Karkemis við Frat. Tá fór Josias móti honum.
21
Men Neko sendi honum boð og læt siga: „Hvat havi eg við teg at gera, judakongur! Tað er ikki móti tær, eg komi í dag, nei, tað er móti kongahúsinum, ið eg havi ófrið við; og Gud hevur sagt, at eg skuldi skunda mær. Lat vera at berjast við Gud – sum er við mær! Varða teg, at Hann ger ikki enda á tær!“
22
Josias vildi kortini ikki venda frá honum; hann klæddi seg í dularbúna og fór í bardaga við hann; hann lurtaði ikki eftir tí, sum Neko segði – og tað vóru tó orð av munni Guds – men fór í bardaga á Megiddoslætta.
23
Men Josias kongur varð raktur av bogamonnunum; tá segði kongurin við tænarar sínar: „Komið burtur hiðani við mær, tí eg eri illa særdur!“
24
Tænarar hansara bóru hann tá úr vagninum, settu hann í hin vagn hansara og fóru til Jerusalem við honum; har doyði hann og varð jarðaður í grøvum fedra sína. Alt Juda og Jerusalem syrgdi Josias;
25
Jeremias sang sorgarsong eftir Josias, og allir sangararnir og allar sangarinnurnar høvdu Josias í sorgarsongum sínum – tað gera tey enn í dag; tað varð fastur siður í Ísrael at syngja hesar songir; teir eru uppskrivaðir millum sorgarsongirnar.
26
Tað, ið annars er at siga um Josias og alt tað góða, ið hann gjørdi, eftir tí, sum fyriskrivað er í lóg HARRANS
27
– tað, ið um hann er at siga, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, er skrivað í bókini um kongarnar í Ísrael og Juda.