Seinna Krønikubók kap. 26
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
i.
Uzziah
26:1-23:1
i.
Good King Uzziah
26:1-5:1
1
Tá tók alt fólkið í Juda og gjørdi Uzzias, sum tá var 16 ár, til kong eftir Amazja, faðir hansara.
2
Hann gjørdi Elot til víggirdan stað og vann Juda tað aftur, eftir at kongurin var lagstur til hvíldar hjá fedrum sínum.
3
Uzzias var 16 ár, táið hann gjørdist kongur, og 52 ár stýrdi hann í Jerusalem; móðir hansara æt Jekilja og var úr Jerusalem.
4
Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, á allan hátt sum Amazja, faðir hansara, hevði gjørt.
5
Hann søkti Gud, so leingi sum Zakarias livdi, hann, ið dugdi á at skyna sjónum Guds. Og so leingi sum hann søkti HARRAN, læt Gud honum gangast væl.
ii.
Uzziah’s Victories
26:6-15:1
6
Hann fór út í hernað móti Filistarum og reiv niður býmúrarnar um Gat, Jabne og Asdod; og hann bygdi býir nærhendis Asdod og aðrastaðni í Filistaralandi.
7
Gud hjálpti honum móti Filistarum, móti Arabarunum, sum búðu í Gur-Ba’al, og móti Me’unitum.
8
Ammonitar komu við gávum til Uzzias, og navn hansara varð gitið líka til Egyptalands; tí hann fekk ovurhonds stórt vald.
9
Uzzias bygdi torn í Jerusalem við Hornsportur, við Dalsportur og við Hornið og gjørdi soleiðis hesi støð føst og sterk.
10
Hann bygdi eisini torn í oyðimørkini og læt høgga út nógvar brunnar; tí hann átti nógv av fæi, bæði í láglendinum og á slættanum, og hann hevði akurmenn og víngarðsmenn í fjøllunum og á Karmel; tí hann hevði óføran hug til landbúnað.
11
Uzzias hevði eisini krígsvandan her, sum í flokkum fór út í hernað, eftir at Je’uel ríkisskrivari og Ma’aseja umsjónarmaður høvdu kannað og talt teir undir formansskapi Hananja, eins høvdinga kongsins.
12
Fulla tal hinna røsku hermanna, ið vóru ættarhøvdingar, var 2600.
13
Undir teimum stóð krígsherur, 307500 mans, sum gjørdu hertænastu við mátti og dirvi og hjálptu konginum móti fíggindanum.
14
Allan henda her læt Uzzias fáa skjøldir, spjót, hjálmar, brynjur, bogar og sleingisteinar.
15
Í Jerusalem læt hann gera snilt upphugsaðar krígsmaskinur, sum skuldu setast á tornini og múrhornini til at skjóta við pílum og stórum steinum. Og navn hansara varð gitið víða um; tí hann fekk hjálp á undurfullan hátt, so hann fekk ógvuliga stórt veldi.
iii.
Uzziah’s Pride, Punishment, and Death
26:16-23:1
16
Men táið hann hevði fingið hetta stóra vald, gjørdist hjarta hansara hugmóðigt, so hann misbreyt seg; hann var HARRANUM Gudi sínum ólýðin og fór inn í halgidóm HARRANS at brenna roykilsi á roykilsisaltarinum.
17
Men Azarja prestur fór inn aftan á honum og við honum 80 av prestum HARRANS, djarvir menn.
18
Teir stigu upp móti Uzziasi kongi og søgdu við hann: „At ofra HARRANUM roykilsi hoyrir ikki tær til, Uzzias, men prestunum, sonum Áron, sum eru halgaðir til at ofra roykilsi. Far út úr halgidóminum! Tí tú hevur verið ólýðin, og tú fært ongan heiður av tí fyri Gudi HARRANUM.“
19
Tá kom ilt í Uzzias. Hann hevði roykilsisílat í hondini og skuldi júst fara at brenna roykilsi; men í tí øðin kom í hann móti prestunum, breyt spitalskan út á pannu hansara, har hann stóð framman fyri prestarnar í húsi HARRANS við roykilsisaltarið,
20
so at táið Azarja høvuðsprestur og allir prestarnir vendu sær móti honum, sóu teir, at hann var spitalskur á pannuni. Tá róku teir hann við skundi burtur haðani, og hann var heldur ikki seinur sjálvur at sleppa sær út, við tað at HARRIN hevði sligið hann.
21
Uzzias kongur var tá spitalskur líka til deyðadag sín; og hann búði sum spitalskur í húsi fyri seg sjálvan; tí í hús HARRANS slapp hann ikki. Sonur hansara Jótam stóð fyri kongshøllini og dømdi fólkið í landinum.
22
Tað, ið annars er at siga um Uzzias, bæði um fyrru og seinnu dagar hansara, hevur Esaias profetur, sonur Amoz, skrivað upp.
23
So legðist Uzzias til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann hjá fedrum hansara í grevstrinum, sum kongarnir áttu; tí teir søgdu: „Hann var spitalskur!“ Sonur hansara Jótam tók ríkið eftir hann.