Seinna Krønikubók kap. 24
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
v.
Joash Repairs the Temple
24:1-14:1
1
Jóas var 7 ár, táið hann gjørdist kongur, og 40 ár stýrdi hann í Jerusalem; móðir hansara æt Zibja og var úr Be’erseba.
2
Jóas gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, so leingi sum Jójada prestur livdi.
3
Jójada tók honum tvær konur, og hann fekk synir og døtur.
4
Síðani setti Jóas sær fyri at væla um hús HARRANS.
5
Hann stevndi saman prestunum og Levitunum og segði við teir: „Ferðist um í býum Juda og savnið inn pening frá øllum Ísrael til at væla um hús Guds tykkara fyri, eftir sum neyðugt er ár eftir ár – men tit mugu skunda tykkum við hesum!“ Men Levitarnir skundaðu sær ikki við tí.
6
Tá sendi kongurin boð eftir Jójada, høvuðsprestinum, og segði við hann: „Hví hevur tú ikki havt eyguni eftir Levitunum, at teir koma við skattinum úr Juda og Jerusalem, sum álagdur er av tænara HARRANS Mósesi, og sum samkoma Ísraels skal lata til vitnisburðartjaldið?
7
Tí synir hina gudleysu Atalju hava oytt hús Guds; ja, um tað so eru halgigávurnar í húsi HARRANS, hava teir nýtt tær til Ba’alarnar.“
8
Kongurin segði nú við teir at gera kistil og seta hann uttan fyri portur hús HARRANS.
9
Síðani varð kunngjørt í Juda og Jerusalem, at skatturin, ið tænari Guds Móses í oyðimørkini hevði álagt Ísrael, skuldi verða latin til HARRAN.
10
Tá komu allir høvdingarnir og alt fólkið við peninginum – og tað við gleði – og løgdu hann í kistilin, inntil alt var komið inn.
11
Hvørja ferð Levitarnir bóru kistilin inn til umsjónarmenn kongsins, og teir sóu, at nógvur peningur var í honum, komu skrivari kongsins og umsjónarmaður høvuðsprestsins og tømdu hann; síðani bóru teir hann aftur, hagar sum hann átti at standa. Hetta gjørdu teir dag eftir dag og savnaðu soleiðis hópin av peningi.
12
So lótu kongurin og Jójada teir, ið stóðu fyri arbeiðinum við hús HARRANS, fáa peningin; og teir bóðu steinhøggarar og træsmiðir til at væla um hús HARRANS, og jarnsmiðir og koparsmiðir, eisini til at væla um hús HARRANS.
13
Teir, ið stóðu fyri arbeiðinum, fóru nú undir tað, og umvælingin gekk fram undir hondum teirra; teir settu hús Guds í stand aftur eftir málinum, ið tað átti at hava, og gjørdu tað sterkt.
14
Táið teir vóru lidnir, bóru teir konginum og Jójada tað, ið eftir var av peninginum, og hann læt úr honum gera amboð til hús HARRANS, amboð til tænastuna og ofringina og skálir og gull- og silvuríløt. Og so leingi sum Jójada livdi, vórðu altíð ofrað brennioffur í húsi HARRANS.
vi.
Jehoiada the Priest’s Death and Burial
24:15-16:1
15
Men Jójada varð gamal og mettur av døgum og doyði; hann var 130 ár, táið hann doyði.
16
Teir jarðaðu hann í Dávidsstaði hjá kongunum, við tað at hann hevði gjørt væl móti Ísrael og móti Gudi og húsi Hansara.
vii.
The Wickedness of Joash
24:17-22:1
17
Men eftir at Jójada var deyður, komu høvdingar Juda og kastaðu seg niður fyri konginum;* tá eftirlíkaði kongurin teimum,
18
og teir vendu húsi HARRANS Guds fedra sína bakið og dýrkaðu Asjerurnar og hinar avgudarnar. Tá kom vreiði yvir Juda og Jerusalem fyri hetta misbrot teirra.
19
HARRIN sendi profetar millum teirra at leiða teir aftur til Sín; og teir ámintu teir, men teir lurtaðu ikki eftir teimum.
20
Nú kom Andi Guds yvir Zakarias prest, son Jójada, og hann steig fram fyri fólkið og segði við tey: „So sigur Gud: Hví bróta tit boð HARRANS? Tað verður tykkum ikki gott! Aftur fyri at tit hava vent HARRANUM bakið, skal Hann venda tykkum bakið!“
21
Men teir svóru seg saman ímóti honum og steinaðu hann – eftir boði kongsins – í forgarði hús HARRANS.
22
Jóas kongur mintist ikki kærleikan, ið Jójada, faðir hansara, hevði víst honum, men læt sonin drepa. Men í tí hann doyði, rópti hann: „HARRIN sær hetta og skal hevna tað!“
viii.
The Death of Joash
24:23-27:1
23
Og táið árið var úti, kom Áramearaherurin móti honum; teir komu til Juda og Jerusalem, týndu allar høvdingar fólksins og sendu konginum í Damaskus allan herfongin, sum teir tóku.
24
Tóat Áramearaherurin, ið kom, var lítil, gav HARRIN ógvuliga stóran her í hendur teirra – aftur fyri at tey høvdu vent HARRANUM Gudi fedra sína bakið. Soleiðis fullførdu teir revsidómin yvir Jóas.
25
Og táið teir fóru frá honum – tí teir lótu hann eftir í svárari pínu – svóru tænarar hansara seg saman móti honum og drópu hann í song hansara, aftur fyri at hann hevði dripið synir Jójada prest. Soleiðis doyði hann, og teir jarðaðu hann í Dávidsstaði, men ikki í kongagrøvunum.
26
Teir, ið svóru seg saman móti honum, vóru Zabad, sonur Simat hina ammonitisku, og Józabad, sonur Simrit hina móabitisku.
27
Um synir hansara og tey mongu profetorð, ið talað vórðu móti honum, og um, hvussu hús Guds aftur varð fingið í stand, um hetta er skrivað í „Útlegging Kongabókarinnar.“ Sonur hansara Amazja tók ríkið eftir hann.