Seinna Krønikubók kap. 28
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
k.
Ahaz
28:1-27:1
i.
Ahaz the Evil King
28:1-4:1
1
Akaz var 20 ár, táið hann gjørdist kongur, og 16 ár stýrdi hann í Jerusalem. Hann gjørdi ikki tað, sum rætt var í eygum HARRANS, soleiðis sum faðir hansara Dávid;
2
nei, hann gekk somu leiðir sum ísraelskongar og læt enntá gera Ba’alunum stoyptar myndir.
3
Hann brendi roykilsi í Hinnomssonardali og læt synir sínar ganga gjøgnum eldin, eftir teimum viðurstyggiligu siðum fólkanna, ið HARRIN hevði rikið burtur fyri Ísraelsmonnum.
4
Hann ofraði og brendi roykilsi á heyggjunum og hæddunum og undir hvørjum grønum træi.
ii.
Aram Defeats Ahaz
28:5-15:1
5
Tí gav HARRIN Gud hansara hann í hendur áramskongs, og teir vunnu sigur á honum og fluttu nógv av fólki hansara sum fangar til Damaskus. Hann varð eisini givin í hendur ísraelskongs, sum vann stóran sigur á honum.
6
Peka, sonur Remalja, drap 120000 mans í Juda ein dag, allir vápnaførir menn – tí tey høvdu vent HARRANUM Gudi fedra sína bakið.
7
Og Zikri, kappi úr Efra’im, drap kongasonin Ma’aseja, Azrikam hallarstjóra og Elkana, sum næstur gekk konginum.
8
Ísraelsmenn fluttu burt frá brøðrum sínum 200000 fangar – konur, synir og døtur; teir tóku eisini ógvuliga stóran fong frá teimum og fóru til Samaria við tí.
9
Men har var ein profetur HARRANS, ið æt Oded; hann fór út móti herinum, táið hann kom til Samaria, og segði við teir: „Hoyrið! Í vreiði Síni móti Juda hevur HARRIN Gud fedra tykkara givið teir í hendur tykkara; men tit hava høgt teir niður í slíkari øði, at hon røkkur líka til himmals!
10
Og nú ætla tit at tvinga fólkið úr Juda og Jerusalem at vera trælir og trælkvinnur hjá tykkum! Eru tit ikki sjálvir nóg skuldartyngdir fyri HARRANUM Gudi tykkara!
11
Lurtið tí nú eftir mær og latið fangarnar, ið tit hava flutt burt frá brøðrum tykkara, sleppa heimaftur! Tí brennandi vreiði HARRANS er yvir tykkum.“
12
Tá stigu nakrir høvdingar Efra’imita fram fyri teir, ið komu úr bardaganum – tað vóru Azarja, sonur Jóhanan, Berekja, sonur Mesillemot, Hizkia, sonur Sallum, og Amasa, sonur Hadlai –
13
og teir søgdu við teir: „Tit koma ikki inn higar við fangunum! Tit munnu ætla at økja um syndir og misbrot okkara og soleiðis til lítar draga skyld oman yvir okkum fyri HARRANUM! Men skyld okkara er ivaleysa stór longu, og brennandi vreiði er yvir Ísrael!“
14
Tá sleptu hermenninir fangunum og lótu fongin frá sær, fyri eygum høvdinganna og alrar samkomunnar.
15
Og hesir menn, ið nevndir eru við navni, komu og tóku fangarnar; øllum teimum, ið nakin vóru millum teirra, góvu teir klæði av herfonginum; teir lótu tey fáa bæði klæði og skógvar, bæði mat og drekka, og salvaðu tey; øll tey, ið ikki vóru ment at ganga, settu teir á esil og fóru við teimum til Jeriko, Pálmastaðin, til brøður teirra. Síðani fóru teir sjálvir heimaftur til Samaria.
iii.
The Idolatry of Ahaz
28:16-27:1
16
Um hesa tíðina sendi Akaz kongur boð til kongarnar í Assýria og bað teir um hjálp.
17
Tí aftrat øllum øðrum komu Edomitar og vunnu sigur á Judamonnum og fluttu burtur fangar.
18
Og Filistarar brutu seg inn í býir Juda, bæði í láglendinum og í Suðurlandinum, og tóku Bet-Semes, Ajalon og Gederot, somuleiðis Soko við smábýunum har rundanum, Timna við smábýunum har rundanum og Gimzo við smábýunum har rundanum; og teir búsettust har.
19
Tí HARRIN eyðmýkti Juda fyri tað, ið Akaz kongur í Ísrael hevði gjørt, hann, sum hevði volt óskil í Juda og verið trúleysur móti HARRANUM.
20
So kom Tilgat-Pilneser kongur í Assýria móti honum – og kom honum í neyð í staðin fyri at styðja hann.
21
Tí hóast Akaz tók alt, sum var í húsi HARRANS og kongshøllini, og alt, ið høvdingarnir áttu, og læt kongin í Assýria fáa tað, batti tað honum einki.
22
Og táið hann kom í neyð, bar hann seg enn trúleysari at móti HARRANUM – hann, Akaz kongur;
23
hann ofraði til gudarnar í Damaskus – sum høvdu vunnið sigur á honum – og segði: „Við tað at gudar áramearakonganna hava hjálpt teimum, skal eg ofra til teirra fyri at fáa teir at hjálpa mær!“ – Men teir vórðu honum og øllum Ísrael til fall.
24
Akaz savnaði eisini saman íløtini í húsi Guds og breyt gullið av teimum; hann stongdi dyrnar á húsi HARRANS, og hann gjørdi sær altar á hvørjum horni í Jerusalem.
25
Í hvørjum einum býi í Juda gjørdi hann heyggjar til at brenna roykilsi á fyri fremmandum gudum – og eggjaði soleiðis HARRAN Gud fedra sína til vreiði.
26
Tað, ið annars er at siga um hann og alt tað, ið hann tók sær fyri, bæði á fyrru og seinnu døgum sínum, er skrivað í bókini um kongar Juda og Ísraels.
27
So legðist Akaz til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann í staðnum – í Jerusalem; men teir vildu ikki leggja hann í kongagravir Ísraels. Sonur hansara Ezekias tók ríkið eftir hann.