Fyrra Krønikubók kap. 6
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
v.
The Sons of Levi
6:1-81:1
1.
The Descendants of Levi
6:1-30:1
1
Synir Levi vóru Gerson, Kahat og Merari.
2
Synir Kahat vóru Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel.
3
Børn Amram vóru Áron, Móses og Mirjam; synir Áron vóru Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar.
4
Eleazar fekk sonin Pinehas; Pinehas fekk sonin Abisua;
5
Abisua fekk sonin Bukki; Bukki fekk sonin Uzzi;
6
Uzzi fekk sonin Zeraja; Zeraja fekk sonin Merajot;
7
Merajot fekk sonin Amarja; Amarja fekk sonin Ahitub;
8
Ahitub fekk sonin Zadok; Zadok fekk sonin Ahima’az;
9
Ahima’az fekk sonin Azarja; Azarja fekk sonin Jóhanan.
10
Jóhanan fekk sonin Azarja – hann var prestur í templinum, sum Sálomo bygdi í Jerusalem;
11
Azarja fekk sonin Amarja; Amarja fekk sonin Ahitub;
12
Ahitub fekk sonin Zadok; Zadok fekk sonin Sallum;
13
Sallum fekk sonin Hilkia; Hilkia fekk sonin Azarja;
14
Azarja fekk sonin Seraja; Seraja fekk sonin Józadak.
15
Józadak fór við, táið HARRIN læt Nebukadnezar flyta Juda og Jerusalem í útlegd.
16
Synir Levi vóru Gersom, Kahat og Merari.
17
Hetta eru nøvn sona Gersom: Libni og Sime’i.
18
Synir Kahat vóru Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel.
19
Synir Merari vóru Mali og Musi. – Hetta vóru ættir Levita eftir fedrahúsum teirra.
20
Frá Gersom vóru ættaðir: Sonur hansara Libni, sonur hansara Jahat, sonur hansara Zimma,
21
sonur hansara Jóa, sonur hansara Iddo, sonur hansara Zera, sonur hansara Jeatrai.
22
Synir Kahat vóru: Sonur hansara Amminadab, sonur hansara Kora, sonur hansara Assir,
23
sonur hansara Elkana, sonur hansara Ebjasaf, sonur hansara Assir,
24
sonur hansara Tahat, sonur hansara Uriel, sonur hansara Uzzia, sonur hansara Saul.
25
Synir Elkana vóru Amasai og Ahimot;
26
sonur hansara var Elkana; sonur hansara var Zofai, sonur hansara Nahat,
27
sonur hansara Eliab, sonur hansara Jeroham, sonur hansara Elkana.*
28
Synir Sámuel vóru Vasni – hin frumborni hansara – og Abia.
29
Sonur Merari var Mali; sonur hansara var Libni, sonur hansara Sime’i, sonur hansara Uzza,
30
sonur hansara Simea, sonur hansara Haggija, sonur hansara Asaja.
2.
The Temple Musicians
6:31-47:1
31
Hesir vóru teir, ið Dávid setti til at hava við songin at gera í húsi HARRANS, eftir at ørkin hevði fingið hvíldarstað,
32
og sum gjørdu tænastu sum sangarar framman fyri samkomutjaldið, tabernaklið, inntil Sálomo bygdi hús HARRANS í Jerusalem; teir stóðu har og gjørdu tænastu sína eftir fyriskipanunum, ið teir høvdu fingið
33
– hesir vóru teir, ið stóðu har við sonum sínum: Av sonum Kahatita: Heman sangari, sonur Jóel, son Sámuel,
34
son Elkana, son Jeroham, son Eliel, son Toa,
35
son Zif, son Elkana, son Mahat, son Amasai,
36
son Elkana, son Jóel, son Azarja, son Zefanja,
37
son Tahat, son Assir, son Ebjasaf, son Kora,
38
son Jizhar, son Kahat, son Levi, son Ísrael.
39
Bróðir hansara* var Asaf; hann stóð høgrumegin hann – Asaf, sonur Berekja, son Simea,
40
son Mikael, son Ba’aseja, son Malkija,
41
son Etni, son Zera, son Adaja,
42
son Etan, son Zimma, son Sime’i,
43
son Jahat, son Gersom, son Levi.
44
Brøður teirra, synir Merari, stóðu vinstrumegin: Etan, sonur Kisi, son Abdi, son Malluk,
45
son Hasabja, son Amazja, son Hilkia,
46
son Amzi, son Bani, son Semer,
47
son Mali, son Musi, son Merari, son Levi.
3.
The Descendants of Aaron
6:48-52:1
48
Brøður teirra, Levitarnir, vóru givnir til at gera alskyns tænastu í tabernaklinum, húsi Guds.
49
Men Áron og synir hansara ofraðu á brennioffuraltarinum og roykilsisaltarinum og vóru settir at gera alla tænastu í hinum alraheilagasta og til at gera bót fyri Ísrael, eftir øllum tí, sum tænari Guds Móses hevði givið boð um.
50
Hesir vóru synir Áron: Sonur hansara: Eleazar; sonur hansara: Pinehas; sonur hansara: Abisua;
51
sonur hansara: Bukki; sonur hansara: Uzzi; sonur hansara: Zeraja;
52
sonur hansara: Merajot; sonur hansara: Amarja; sonur hansara: Ahitub;
4.
The Territory of the Levites
6:53-81:1
53
sonur hansara: Zadok; sonur hansara: Ahima’az.
54
Hetta vóru bústaðir teirra, eftir býum teirra, innan fyri landamark teirra: Synir Áron, av ætt Kahatita – sum fyrsti lutur fall á –
55
teir fingu Hebron í Judalandi, við jørðini, ið til hoyrdi, rundanum;
56
men akurlendið og bygdirnar, ið til býin hoyrdu, fekk Kaleb, sonur Jefunne.
57
Synir Áron fingu tá griðstaðin Hebron, Libna við jørðini, ið til hoyrdi, Jattir og Estemoa við jørðini, ið til hoyrdi,
58
Hilen við jørðini, ið til hoyrdi, Debir við jørðini, ið til hoyrdi,
59
Asan við jørðini, ið til hoyrdi, og Bet-Semes við jørðini, ið til hoyrdi.
60
Av ætt Benjamins: Geba við jørðini, ið til hoyrdi, Allemet við jørðini, ið til hoyrdi, og Anatot við jørðini, ið til hoyrdi. Býir teirra vóru tilsamans 13, eftir slektum teirra.
61
Kahatitar* – hinir av slekt ættarinnar – fingu við lutakasti 10 býir frá hini hálvu ættini – hálvari ætt Manasse.
62
Gersomitar, eftir slektum sínum, fingu 13 býir frá ætt Issakars, ætt Asers, ætt Naftali og ætt Manasse í Basan.
63
Meraritar, eftir slektum sínum, fingu við lutakasti 12 býir frá ætt Rubens, ætt Gads og ætt Zebulons.
64
Ísraelsmenn góvu tá Levitunum hesar býir við jørðini, ið til hoyrdi.
65
Teir góvu teimum við lutakasti frá ætt Judamanna, ætt Símeonita og ætt Benjaminita hesar býir, ið nevndir eru við navni.
66
Nakrar av slektum Kahatita fingu frá ætt Efra’ims hesar býir – sum tað, ið teimum lutaðist:
67
Griðstaðin Sikem við jørðini, ið til hoyrdi, á Efra’imsfjøllum, Gezer við jørðini, ið til hoyrdi,
68
Jokmeam við jørðini, ið til hoyrdi, Bet-Horon við jørðini, ið til hoyrdi,
69
Ajalon við jørðini, ið til hoyrdi, Gat-Rimmon við jørðini, ið til hoyrdi,
70
og frá hálvari ætt Manasse Aner við jørðini, ið til hoyrdi, og Bileam við jørðini, ið til hoyrdi. Hetta fingu hinar slektir Kahatita.
71
Synir Gersom fingu frá teirri slekt, ið var hálv ætt Manasse: Golan í Basan við jørðini, ið til hoyrdi, og Astarot við jørðini, ið til hoyrdi;
72
frá ætt Issakars: Kedes við jørðini, ið til hoyrdi, Dobrat við jørðini, ið til hoyrdi,
73
Ramot við jørðini, ið til hoyrdi, og Anem við jørðini, ið til hoyrdi;
74
frá ætt Asers: Masal við jørðini, ið til hoyrdi, Abdon við jørðini, ið til hoyrdi,
75
Hukok við jørðini, ið til hoyrdi, og Rehob við jørðini, ið til hoyrdi;
76
frá ætt Naftali: Kedes í Galilea við jørðini, ið til hoyrdi, Hammon við jørðini, ið til hoyrdi, og Kirjatajim við jørðini, ið til hoyrdi.
77
Meraritar – hinir av Levitunum – fingu frá ætt Zebulons: Rimmono við jørðini, ið til hoyrdi, og Tabor við jørðini, ið til hoyrdi;
78
og hinumegin Jordan, beint yvir av Jeriko – eystan fyri Jordan – fingu teir frá ætt Rubens: Bezer í oyðimørkini við jørðini, ið til hoyrdi, Jaza við jørðini, ið til hoyrdi,
79
Kedemot við jørðini, ið til hoyrdi, og Mefa’at við jørðini, ið til hoyrdi;
80
frá ætt Gads: Ramot í Gilead við jørðini, ið til hoyrdi, Mahanajim við jørðini, ið til hoyrdi,
81
Hesbon við jørðini, ið til hoyrdi, og Jazer við jørðini, ið til hoyrdi.