Fyrra Krønikubók kap. 19

Uppsetan
ii. David and the Ammonites
19:1-20:3
1 Nakað eftir hetta doyði Nahas ammonitakongur, og sonur hansara tók ríkið eftir hann.
2 Tá segði Dávid: „Eg skal vísa Hanun, syni Nahas, vinskap; tí faðir hansara vísti mær vinskap!“ Og Dávid sendi menn at ugga hann í sorgini eftir faðir hansara. Tænarar Dávids komu nú til Ammonitaland, til Hanun, at ugga hann.
3 Tá søgdu ammonitahøvdingarnir við Hanun: „Heldur tú tað vera til at æra faðir tín, ið Dávid hevur sent menn at ugga teg? Nei, til at njósna og til at oyða og kanna landið, til hetta er tað, tænarar hansara eru komnir til tín!“
4 Tá tók Hanun tænarar Dávids og læt raka teimum, læt klæði teirra skera av um helvt, áraka klovið, og læt teir síðani fara.
5 Onkur kom nú og segði Dávidi, hvussu monnum hansara hevði gingist; hann læt tá sendiboð fara ímóti teimum – menninir vóru jú stórliga vanærdir – og kongurin læt siga: „Verðið í Jeriko, inntil skegg tykkara er afturvaksið, og komið so heimaftur!“
6 Táið nú Ammonitar sóu, at teir høvdu gjørt seg illa kendar hjá Dávidi, sendu Hanun og Ammonitar 1000 talentir av silvuri at leiga sær vagnar og hestmenn fyri úr Áram-Naharajim, Áram-Ma’aka og Zoba.
7 Teir leigaðu sær tá 32000 vagnar og kongin í Ma’aka við fólki hansara; hesir komu og tóku støðu uttan fyri Medeba; eisini Ammonitar komu saman úr býum sínum og fóru í bardagan.
8 Táið Dávid frætti hetta, sendi hann Jóab avstað við øllum herinum, hinum hervandu monnunum.
9 Ammonitar fóru so út og fylktu her sín uttan fyri býportrið; men kongarnir, ið komnir vóru hagar, stóðu fyri seg sjálvar á markini.
10 Men táið Jóab sá, at hann hevði fíggindan ímóti sær bæði frammanfyri og aftanfyri, valdi hann út nakrar úr øllum útvalda liði Ísraels og fylkti teir móti Áramearum.
11 Yvir hin partin av fólkinum setti hann bróður sín, Absai, og teir fylktu seg móti Ammonitum.
12 Og hann segði: „Verða Áramearar mær ov sterkir, skalt tú koma mær til hjálpar, og verða Ammonitar tær ov sterkir, skal eg hjálpa tær.
13 Hav nú gott mót, og lat okkum vísa okkum djarvar fyri fólk okkara og fyri býir Guds okkara – síðani má HARRIN gera tað, ið Honum tykir best!“
14 Jóab herjaði nú á við fólki sínum til bardaga við Áramearar, og teir flýddu fyri honum.
15 Og táið Ammonitar sóu, at Áramearar flýddu, tá flýddu eisini teir fyri Absai, bróður hansara, og sluppu sær inn í býin. Jóab fór síðani aftur til Jerusalem.
16 Táið Áramearar sóu, at teir høvdu tapt fyri Ísrael, sendu teir boð, at Áramearar, ið hinumegin Ánna* búðu, skuldu koma; Sofak, herhøvdingi Hadarezers, var yvir teimum.
17 Táið Dávid fekk hetta at vita, savnaði hann alt Ísrael og fór um Jordan, og táið hann kom, hagar sum teir vóru, fylkti hann seg móti teimum – hann fylkti her sín móti Áramearum, og tað kom til bardaga.
18 Men Áramearar flýddu fyri Ísrael, og Dávid drap millum Áramearar manningina á 7000 vagnum og 40000 mans av fótfólki; eisini Sofak, herhøvdingan, drap hann.
19 Táið menn Hadarezers sóu, at teir høvdu tapt fyri Ísrael, gjørdu teir frið við Dávid og góvu seg undir hann; og Áramearar vildu ikki hjálpa Ammonitum uppaftur.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul