Fyrra Krønikubók kap. 21
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
g.
The Sin of the Census
21:1-30:1
i.
David Takes a Census
21:1-6:1
1
Men Satan reisti seg móti Ísrael og eggjaði Dávid at telja Ísrael.
2
Dávid segði tá við Jóab og høvdingar fólksins: „Farið og teljið Ísrael, úr Be’erseba líka til Dan, og komið so og greiðið mær frá, so eg kann fáa tal teirra at vita!“
3
Jóab svaraði: „HARRIN leggi hundrað ferðir so mong aftrat fólki Sínum, sum tey eru nú! Eru tey ikki, harri kongurin, øll somul tænarar harra míns! Hví krevur harri mín hetta? Hví skal hetta koma at draga skyld oman yvir Ísrael?“
4
Men Jóab varð noyddur at lúta fyri boði kongsins. Jóab fór tá út og ferðaðist um alt Ísrael og kom síðani aftur til Jerusalem.
5
Jóab segði so Dávidi talið, ið teir høvdu fingið við fólkateljingina: Í øllum Ísrael vóru 1100000 vápnaførir menn, og í Juda 470000.
6
Men Levi og Benjamin hevði hann ikki talt saman við hinum; tí boð kongsins var Jóab hart ímóti.
ii.
Judgement for David’s Sin
21:7-13:1
7
Og tað var ónt í eygum Guds, hetta, ið gjørt var, og hann sló Ísrael.
8
Tá segði Dávid við Gud: „Eg havi syndað stórliga við at gera hetta! Men fyrigev nú misbrot tænara Tíns, tí eg havi borið meg at sum stórur dári!“
9
Men HARRIN talaði við Gad, síggjara Dávids, og segði:
10
„Far og tosa við Dávid og sig: So sigur HARRIN: Tríggjar lutir leggi Eg fyri teg; vel ein teirra, so skal Eg lata tað koma á teg!“
11
Gad kom so til Dávid og segði við hann: „So sigur HARRIN: Vel nú:
12
Hungursneyð trý ár, ella at flýggja fyri óvinum tínum tríggjar mánaðir uttan at kunna sleppa undan svørði fígginda tína, ella at svørð HARRANS og pest skal koma yvir landið tríggjar dagar, og eingil HARRANS skal volda oyðing í øllum Ísraelslandi! Hugsa teg nú um, hvat eg skal svara Honum, ið hevur sent meg!“
13
Dávid svaraði Gad: „Eg eri í stórari neyð – lat meg so falla í hond HARRANS, tí miskunn Hansara er stór! Í menniskjahendur vil eg treyðugt falla.“
iii.
A Plague on Israel
21:14-17:1
14
Harrin læt so koma pest í Ísrael, og av Ísrael fullu 70000 mans.
15
Gud sendi eingil til Jerusalem at oyða tað, men sum hann nú legði í oyði, sá HARRIN tað, og Hann angraði tað illa og segði við eingilin, ið forkom: „Nú er nóg mikið! Tak nú hond tína aftur!“ – Eingil HARRANS stóð tá við treskipláss Ornans Jebusits.
16
Táið Dávid nú hugdi upp, fekk hann at síggja eingil HARRANS, sum stóð millum jørð og himmal við drignum svørði í hondini og rætti tað út móti Jerusalem. Tá fullu Dávid og hinir elstu, sveipaðir í syrgibúna, niður á andlit síni.
17
Og Dávid segði við Gud: „Var tað ikki eg, sum gav tað boð, at fólkið skuldi verða talt! Tað eri eg, sum havi syndað og borið meg illa at – men seyðurin har, hvat hevur hann gjørt! HARRI Gud mín, lat fyrr hond Tína koma yvir meg og fedrahús mítt, men ikki yvir fólk Títt, til at heimsøkja tað!“
iv.
David Purchases the Threshing Floor
21:18-30:1
18
Tá gav eingil HARRANS Gad boð um at siga við Dávid, at hann skuldi fara og reisa HARRANUM altar á treskiplássi Ornans Jebusits.
19
Dávid fór nú hagar, eftir orðinum, ið Gad hevði talað í navni HARRANS.
20
Táið Ornan vendi sær á, sá hann eingilin; og teir fýra synir hansara, ið hjá honum vóru, krógvaðu seg; Ornan treskti júst tá hveiti.
21
Táið Dávid kom til Ornan, hugdi Ornan upp og sá Dávid; tá fór hann út av treskiplássinum og kastaði seg niður fyri Dávidi við andlitinum til jarðar.
22
Dávid segði við Ornan: „Lat meg fáa stykkið, har sum tú hevur treskipláss títt, so eg fái reist HARRANUM altar har! Lat meg fáa tað fyri fulla virði tess, so plágan kann steðga og víkja frá fólkinum!“
23
Tá segði Ornan við Dávid: „Tak tað bert! Harri mín kongurin kann gera, sum honum tykir best. Her gevi eg tær neytini til brennioffur, treskisleðurnar til brenni og hveitina til matoffur – alt samalt lati eg sum gávu.“
24
Men Dávid kongur svaraði: „Nei, eg skal keypa tað frá tær fyri fult virði! Eg taki ikki HARRANUM tað, ið títt er, og ofri ikki brennioffur, sum einki hava kostað mær.“
25
So læt Dávid Ornan fáa fyri stykkið 600 seklar av gulli eftir vekt.
26
Og Dávid reisti har HARRANUM altar og ofraði brennioffur og takkoffur; og hann rópti til HARRAN, og Hann svaraði honum við eldi av himli á brennioffuraltarið.
27
HARRIN gav so einglinum boð um at stinga svørðið aftur í slíðrarnar.
28
Táið Dávid sá, at HARRIN hevði bønhoyrt hann á treskiplássi Ornans Jebusits, ofraði hann har ta tíðina.
29
Tabernakul HARRANS, sum Móses hevði latið gera í oyðimørkini, og brennioffuraltarið, tey stóðu um ta tíðina á heygnum í Gibeon;
30
men Dávid tordi ikki at fara hagar at søkja Gud, so ræddur var hann fyri svørði eingils HARRANS.