Fyrra Krønikubók kap. 27
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iii.
Leadership Structure of the Kingdom
27:1-34:1
1
Hetta eru Ísraelsmenn eftir tali teirra, við ættarhøvdingum teirra, høvuðsmonnunum yvir 1000 og yvir 100 og umsjónarmonnum teirra, sum tæntu konginum í øllum, ið viðvíkti herflokkunum; hesir herflokkar komu og fóru mánað eftir mánað alt árið, og í hvørjum flokki vóru 24000 mans.
2
Yvir fyrsta flokki – sum gjørdi tænastu í fyrsta mánaði – var Jasobam, sonur Zabdiel; í flokki hansara vóru 24000 mans.
3
Hann var eftirkomari Perez og var hægstur av øllum herhøvdingunum, sum gjørdu tænastu í fyrsta mánaði.
4
Yvir flokkinum, sum gjørdi tænastu í øðrum mánaði, var Dodai Ahohitur; har var eisini høvdingin Miklot; í flokki hansara vóru 24000 mans.
5
Triði herhøvdingin – hann, sum gjørdi tænastu í triðja mánaði – var høvdingin Benaja, sonur Jójada prest; í flokki hansara vóru 24000 mans.
6
Hesin Benaja var kappi millum teir tríati og stóð yvir teimum tríati; í flokki hansara var sonur hansara Ammizabad.
7
Hin fjórði – hann, sum gjørdi tænastu í fjórða mánaði – var Asael, bróðir Jóab, og eftir hann sonur hansara Zebadja; í flokki hansara vóru 24000 mans.
8
Hin fimti – hann, sum gjørdi tænastu í fimta mánaði – var høvdingin Samhut Jizra’itur; í flokki hansara vóru 24000 mans.
9
Hin sætti – hann, sum gjørdi tænastu í sætta mánaði – var Ira, sonur Ikkes, úr Tekoa; í flokki hansara vóru 24000 mans.
10
Hin sjeyndi – hann, sum gjørdi tænastu í sjeynda mánaði – var Helez Pelonitur, av Efra’imitum; í flokki hansara vóru 24000 mans.
11
Hin áttandi – hann, sum gjørdi tænastu í áttanda mánaði – var Sibbekai Husatitur, av Zera’itum; í flokki hansara vóru 24000 mans.
12
Hin níggjundi – hann, sum gjørdi tænastu í níggjunda mánaði – var Abiezer úr Anatot, av Benjaminitum; í flokki hansara vóru 24000 mans.
13
Hin tíggjundi – hann, sum gjørdi tænastu í tíggjunda mánaði – var Maharai úr Netofa, av Zera’itum; í flokki hansara vóru 24000 mans.
14
Hin ellivti – hann, sum gjørdi tænastu í ellivta mánaði – var Benaja úr Piraton, av Efra’imitum; í flokki hansara vóru 24000 mans.
15
Hin tólvti – hann, sum gjørdi tænastu í tólvta mánaði – var Heldai úr Netofa, av ætt Otniels; í flokki hansara vóru 24000 mans.
16
Ættarhøvdingar Ísraels vóru: Yvir Rubenitum Eliezer, sonur Zikri; yvir Símeonitum Sefatja, sonur Ma’aka;
17
yvir Levi Hasabja, sonur Kemuel; yvir ætt Árons Zadok;
18
yvir Juda Elihu, bróðir Dávid; yvir Issakar Omri, sonur Mikael;
19
yvir Zebulon Jismaja, sonur Obadja; yvir Naftali Jerimot, sonur Azriel;
20
yvir Efra’imitum Hosea, sonur Azazja; yvir hálvari ætt Manasse Jóel, sonur Pedaja;
21
yvir hálvari ætt Manasse – í Gilead – Jiddo, sonur Zakarja; yvir Benjamin Ja’asiel, sonur Abner;
22
yvir Dan Azarel, sonur Jeroham. – Hetta vóru høvdingar ætta Ísraels.
23
Men Dávid læt ikki telja teir, ið vóru undir tjúgu ár – tí HARRIN hevði lovað, at Hann skuldi gera Ísraelsmenn so mangar sum stjørnurnar á himli.
24
Jóab, sonur Zeruju, fór undir at telja, men fullførdi tað ikki, og vreiði Guds kom yvir Ísrael fyri hetta; talið kom á ongan lista í krøniku Dávids kongs.
25
Azmavet, sonur Adiel, skuldi hava umsjón yvir skattum kongsins; Jónatan, sonur Uzzia, yvir ognunum á markini, í býunum, í bygdunum og í hinum víggirdu tornunum;
26
Ezri, sonur Kelub, yvir teimum, ið arbeiddu á markini og dýrkaðu jørðina;
27
Sime’i úr Rama yvir víngørðunum; Zabdi Sifmitur yvir víninum, ið niðurfyri var í víngørðunum;
28
Ba’al-Hanan úr Geder yvir oljutrøunum og morberjatrøunum í láglendinum; Jóas yvir oljuni, ið niðurfyri var;
29
Sitrai úr Saron yvir neytunum, sum gingu í Saron; Safat, sonur Adlai, yvir neytunum, sum gingu í dølunum;
30
Obil Ísmaelitur yvir kamelunum; Jedaja úr Meronot yvir eslunum;
31
Jaziz Hagritur yvir smáfænum. – Allir hesir vóru umsjónarmenn yvir tí, sum Dávid kongur átti.
32
Jónatan, faðirbróðir Dávid, var ráðgevari hansara; hann var vitigur og skriftlærdur maður. Jehiel, sonur Hakmoni, var hjá sonum kongs.
33
Akitofel var ráðgevari kongsins, og Husai Arkitur var vinmaður kongsins.
34
Eftir Akitofel kom Jójada, sonur Benaja, og Ebjatar. Jóab var herhøvdingi kongsins.