Fyrra Krønikubók kap. 23

Uppsetan
ii. The Temple Service
23:1-26:32
1. The Levites
23:1-32:1
a. The Division of the Levites
23:1-6:1
1 Táið Dávid var vorðin gamal og mettur av døgum, gjørdi hann son sín Sálomo til kong yvir Ísrael.
3 Levitarnir vórðu taldir, frá tríatiáraaldri og uppeftir, og tal teirra – talið á øllum persónum av mannkyni – var 38000.
4 „Av hesum“ – segði Dávid – „skulu 24000 standa fyri arbeiðinum við hús HARRANS; 6000 skulu vera umsjónarmenn og dómarar;
5 4000 skulu vera duravaktarar, og 4000 skulu lova HARRANUM við ljóðførunum, ið eg havi latið gera til lovsongin.“
b. The Gershonites
23:7-11:1
9 synir Sime’i vóru Selomot, Haziel og Haran, tríggir. Hetta vóru ættarhøvdingar ladansættanna.
10 Synir Sime’i vóru Jahat, Ziza, Je’us og Beria; hesir fýra vóru synir Sime’i.
11 Jahat var høvd, og Ziza honum næstur; men Je’us og Beria høvdu ikki nógvar synir, so at teir roknaðust fyri eina ætt, ein embætisflokk.
c. The Kohathites
23:12-20:1
13 Synir Amram vóru Áron og Móses. Áron varð skildur frá hinum til at vera halgaður sum háheilagur, bæði hann og synir hansara, í aldur og ævir, so teir skuldu brenna roykilsi fyri HARRANUM, tæna Honum til ævigar tíðir og signa í navni Hansara.
17 Av sonum Eliezer var Rehabja høvd; aðrar synir átti Eliezer ikki, men synir Rehabja vóru ovurhonds nógvir.
19 Av sonum Hebron var Jerija høvd; Amarja var hin annar, Jahaziel hin triði, og Jekamam hin fjórði.
d. The Merarites
23:21-1
22 Eleazar læt ongar synir eftir seg, táið hann doyði, bert døtur, og teimum giftust frændur teirra, synir Kis, við.
e. Levites Duties Revised
23:24-32:1
24 Hetta vóru synir Levi, eftir fedrahúsum teirra, ættarhøvdingarnir, teir av teimum, ið taldir vórðu, eftir nøvnum teirra, hvør persónur fyri seg, teir, sum gjørdu arbeiðið við tænastuna í húsi HARRANS, frá tjúguáraaldri og uppeftir.
25 Tí Dávid segði: „HARRIN Gud Ísraels hevur givið fólki Sínum frið og hevur nú til ævigar tíðir bústað Sín í Jerusalem;
26 tí eru Levitarnir ikki longur noyddir at bera tabernaklið og øll amboðini, ið hoyra til tænastuna har.“
27 – Tí tað var eftir seinastu fyriskipanum Dávids, at Levitarnir vórðu taldir frá tjúguáraaldri og uppeftir.
28 Embæti teirra var at ganga sonum Áron til handa við tænastuna í húsi HARRANS; teir skuldu akta eftir forgørðunum og kømurunum, síggja til at halda alt hitt heilaga reint og gera arbeiðið við tænastuna í húsi Guds,
29 viðvíkjandi bæði sýnisbreyðunum, fínamjølinum til matofrið, hinum ósúrgaðu flatkøkunum, pannunum, mjølinum, ið knoðast skuldi, og øllum, ið málast og metast skuldi;
30 hvønn morgun skuldu teir standa og lova og prísa HARRANUM, og somuleiðis hvørt kvøld;
31 og teir skuldu hjálpa til við øllum ofringum av brenniofri til HARRAN sabbatarnar, sólkomudagarnar og á hátíðunum, í ásettum tali, soleiðis sum teimum varð fyriskrivað – allar tíðir, fyri ásjón HARRANS.
32 Soleiðis skuldu teir gera alt arbeiðið, ið var at gera við samkomutjaldið, tað, ið var at gera við halgidómin, og tað, ið brøður teirra, synir Áron, høvdu at gera við tænastuna í húsi HARRANS.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul