Fyrra Krønikubók kap. 29

Uppsetan
3. Offerings for the Temple
29:1-9:1
1 Síðani segði Dávid kongur við allar teir, ið saman vóru komnir: „Sálomo sonur mín, hin eini, ið Gud hevur útvalt, er ungur og óroyndur, og arbeiðið er stórt; tí henda borg er ikki manni ætlað, men HARRANUM Gudi.
2 Tí havi eg, alt tað eg havi verið mentur, savnað til hús Guds míns: Gull til tað, ið av gulli skal vera, silvur til tað, ið av silvuri skal vera, kopar til tað, ið av kopari skal vera, jarn til tað, ið av jarni skal vera, og við til tað, ið av viði skal vera, harumframt sjóamsteinar og aðrar dýrar steinar at fella inn, svartar glitursteinar og steinar í ymiskum litum – alskyns dýrar steinar og stóra mongd av marmori.
3 Og í gleði míni yvir hús Guds míns gevi eg haraftrat til hús Guds míns tað, ið eg eigi av gulli og silvuri – umframt alt tað, ið eg havi savnað til hitt heilaga húsið:
4 3000 talentir av gulli – gulli úr Ofir – og 7000 talentir av reinsaðum silvuri at klæða bróstini í bygningunum við,
5 so at har kann vera gull og silvur til tað, ið av gulli og silvuri skal vera, og til alskyns arbeiði, ið listarsmiðir skulu gera. Og hvør er nú í dag til reiðar at koma við gávum til HARRAN?“
6 Tá komu teir sjálvkravdir við gávum, bæði ættarhøvdingarnir, høvdingarnir yvir ættum Ísraels, høvuðsmenninir yvir 1000 og yvir 100 og umsjónarmenninir yvir arbeiði kongsins;
7 5000 talentir og 10000 darikar* av gulli, 10000 talentir av silvuri, 18000 talentir av kopari og 100000 talentir av jarni góvu teir til arbeiðið upp á hús Guds.
8 Teir, ið áttu dýrar steinar, góvu teir til skattin í húsi HARRANS, sum Jehiel Gersonitur hevði umsjón yvir.
9 Og fólkið var glatt, tí teir vóru fúsir at geva; tí av heilum hjarta góvu teir sjálvkravdir HARRANUM gávur sínar. Eisini Dávid kongur gleddist stórliga.
4. David’s Prayer of Blessing
29:10-20:1
10 Dávid lovaði HARRANUM, meðan øll samkoman hoyrdi, og hann segði: „Lovaður veri Tú, HARRI, Gud faðirs okkara Ísraels, frá ævi til ævi!
11 Tín, HARRI, er stórleikin, mátturin, heiðurin, dýrdin og hátignin, ja, alt í Himli og á jørð! Títt, HARRI, er ríkið, og Tú situr høgt yvir øllum og hevur alt í valdi Tínum!
12 Ríkidømi og heiður kemur frá Tær, og Tú ræður yvir øllum; í hond Tíni er styrki og megi, í hond Tíni stendur tað at gera stórt og sterkt, hvat ið tað so skal vera.
14 Tí hvat eri eg, og hvat er fólk mítt, at vit skuldu verið førir fyri at givið slíkar sjálvkravdar gávur! Frá Tær kemur tað, alt sum tað er, og av tí, sum hond Tín hevur givið okkum, hava vit givið Tær.
15 Tí vit eru fremmandir fyri ásjón Tíni og gestir, sum allir fedrar okkara; sum skuggi eru dagar okkara á jørðini, og vónleysir.
16 HARRI Gud okkara! Alt hetta ríkidømi, ið vit hava savnað saman til at byggja Tær – heilaga navni Tínum – hús, tað kemur úr hond Tíni – Títt er tað alt samalt!
17 Eg veit, Gud mín, at Tú rannsakar hjørtu, og at Tær líkar satt hjarta; av sonnum hjarta havi eg villiga givið Tær alt hetta, og við gleði havi eg nú sæð, hvussu fólk Títt, ið her stendur, sjálvkravt hevur givið Tær gávur sínar.
18 HARRI, Gud Ábrahams, Ísaks og Ísraels, fedra okkara! Lat hetta altíð verða hjartalag og tankar fólks Tíns, og vend hjarta teirra til Tín!
19 Og gev nú syni mínum Sálomo heilt hjarta til at halda boð Tíni og vitnisburðir og lógir Tínar og til at útinna tað alt samalt og byggja hesa borg, ið eg havi savnað tilfar til!“
20 Nú segði Dávid við alla samkomuna: „Lovið HARRANUM Gudi tykkara!“ Øll samkoman lovaði tá HARRANUM Gudi fedra sína, og tey boygdu seg og kastaðu seg niður fyri HARRANUM og konginum.
i. Solomon Succeeds David
29:21-30:1
i. Solomon Anointed King
29:21-25:1
21 So bóru teir fram sláturoffur til HARRAN, og dagin eftir ofraðu teir HARRANUM brennioffur: 1000 tarvar, 1000 veðrar og 1000 lomb, við drykkjuofrunum, ið til hoyrdu, og mongd av sláturofrum fyri alt Ísrael.
22 Tey ótu og drukku fyri ásjón HARRANS henda dagin við stórari gleði, og teir gjørdu aðru ferð Sálomo, son Dávid, til kong og salvaðu hann til høvdinga HARRANS og Zadok til prest.
23 Sálomo sat nú í hásæti HARRANS sum kongur í stað faðirs síns, Dávids; hann hevði eydnuna við sær, og alt Ísrael var honum lýðið;
24 allir høvdingarnir og allir kapparnir og somuleiðis allir synir Dávid kong góvu seg undir Sálomo kong.
25 HARRIN gjørdi Sálomo ovurhonds stóran fyri eygum als Ísraels og gav honum slíka kongliga dýrd, sum eingin kongur í Ísrael undan honum hevði havt.
ii. David’s Reign and Death
29:26-30:1
27 Tíðin, ið hann var kongur yvir Ísrael, var 40 ár; í Hebron stýrdi hann 7 ár, og í Jerusalem stýrdi hann 33 ár.
28 Hann doyði í góðari elli, mettur av døgum, ríkidømi og heiður; og sonur hansara Sálomo tók ríkið eftir hann.
29 Tað, ið annars er at siga um Dávid kong, bæði um fyrru og um seinnu tíð hansara, er skrivað í krøniku Sámuels síggjara, í krøniku Natans profets og í krøniku Gads síggjara.
30 Har er eisini sagt frá øllum kongadømi hansara, stórverkum hansara og tíðunum, ið gingu yvir hann og Ísrael og yvir øll lond og ríki.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul