Fyrra Krønikubók kap. 18

Uppsetan
f. David's Military Conquests
18:1-20:8
i. David’s Triumphs
18:1-17:1
1 Nakað eftir hetta vann Dávid sigur á Filistarum og kúgaði teir, og hann tók Gat við smábýunum, ið til hoyrdu, úr hondum Filistara.
2 Hann vann eisini sigur á Móabitum, og Móabitar vórðu tænarar Dávids og noyddust at lata skatt til hansara.
3 Somuleiðis vann Dávid við Hamat sigur á Hadarezer kongi í Zoba, táið hann fór avstað at styrkja harradømi sítt við ánna Frat.
4 Dávid tók frá honum 1000 vagnar, 7000 hestmenn og 20000 mans av fótfólki, og Dávid læt skera av hásinurnar á øllum vagnhestunum; bert 100 vagnhestar læt hann vera eftir.
5 Áramearar úr Damaskus komu nú at hjálpa Hadarezer kongi í Zoba, men Dávid feldi 22000 mans av teimum.
6 Dávid setti herfólk í tann partin av Áram, sum hoyrdi undir Damaskus, og Áramearar vórðu tænarar Dávids og noyddust at lata skatt til hansara. Soleiðis gav HARRIN Dávidi sigur, allastaðni har sum hann fór.
7 Gullskjøldirnar, ið tænarar Hadarezers høvdu havt, tók Dávid og hevði teir við til Jerusalem.
8 Og úr býum Hadarezers, Tibhat og Kun, tók Dávid stóra mongd av kopari; av tí gjørdi Sálomo koparhavið, súlurnar og koparíløtini.
9 Táið To’u kongur í Hamat frætti, at Dávid hevði vunnið sigur á øllum heri Hadarezers kongs í Zoba,
10 sendi hann son sín Hadoram til Dávid kong at heilsa honum og ynskja honum til lukku, tí hann hevði barst við Hadarezer og vunnið hann – tí Hadarezer hevði ofta havt ófrið við To’u. Hann sendi eisini alskyns gullíløt, silvuríløt og koparíløt.
11 Eisini tey halgaði Dávid kongur HARRANUM, saman við silvurinum og gullinum, ið hann hevði tikið frá øllum fólkasløgunum, frá Edom, Móab, Ammonitum, Filistarum og Amalekitum.
13 So setti hann herfólk í Edom, og allir Edomitar vórðu tænarar Dávids. Soleiðis gav HARRIN Dávidi sigur, allastaðni har sum hann fór.
14 Dávid var nú kongur yvir øllum Ísrael, og hann gjørdi rætt og rættvísi móti øllum fólki sínum.
15 Jóab, sonur Zeruju, var høvdingi yvir herinum; Jósafat, sonur Ahilud, var søguskrivari;
16 Zadok, sonur Ahitub, og Abimelek, sonur Ebjatar, vóru prestar; Savsa var ríkisskrivari;
17 Benaja, sonur Jójada, var høvdingi yvir lívvaktini, og synir Dávid vóru hinir fyrstu undir lið kongsins.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul