Fyrra Krønikubók kap. 2

Uppsetan
b. The Sons of Israel
2:1-7:40
i. The Twelve Sons of Israel
2:1
ii. The Sons of Judah
2:3-4:23
1. From Judah to David
2:3-55:1
3 Synir Juda vóru Er, Onan og Sela; hesar tríggjar átti hann við dóttur Sua, hini kána’anitisku kvinnuni. Men Er, hin frumborni Juda, var HARRANUM ímóti, og Hann læt hann doyggja.
4 Síðani átti sonarkona hansara, Tamar, honum Perez og Zera, so at synir Juda vóru tilsamans fimm.
7 Sonur Karmi var Akar, hann, sum dró vanlukku oman yvir Ísrael, við tað at hann bar seg trúleyst at við tí bannlýsta góðsinum.
13 Ísai fekk Eliab – sum var frumborni sonur hansara – Abinadab, annan son sín, Simea, hin triðja,
16 Systrar teirra vóru Zeruja og Abigajil. Synir Zeruju vóru Absai, Jóab og Asael, tríggir.
18 Kaleb, sonur Hezron, fekk børn við Azubu, konu síni, og við Jeriot; synir hennara vóru hesir: Jeser, Sobab og Ardon.
21 Síðani giftist Hezron við dóttur Makir, faðir Gilead; hann var 60 ár, táið hann tók hana til konu. Við henni fekk hann sonin Segub.
23 Men Gesuritar og Áramearar tóku Ja’irsbýir frá teimum og somuleiðis Kenat við bygdunum, ið til tað hoyrdu – 60 býir tilsamans. Allir hesir vóru synir Makir, faðir Gilead.
24 Eftir tað at Hezron var deyður í Kaleb-Efrata, átti Abia, kona hansara, honum Ashur, faðir Tekoa.
25 Synir Jerame’el, hin frumborna Hezrons, vóru Ram – hin frumborni hansara – og Buna, Oren og Ozem, við Ahiu.
32 Synir Jada, bróður Sammai, vóru Jeter og Jónatan; Jeter doyði og átti ongan son.
34 Sesan átti bert døtur, ongar synir. Men Sesan hevði egyptiskan tænara, ið æt Jarha;
35 og hann læt tænara sín Jarha fáa dóttur sína til konu; hann fekk við henni sonin Attai;
42 Synir Kaleb, bróður Jerame’el, vóru Mesa – hin frumborni hansara, faðir Zif – og synir Maresa, faðir Hebron;
49 hon átti eisini Sa’af, faðir Madmanna, og Seva, faðir Makbena og Gibea. Dóttir Kaleb var Aksa.
50 Hetta vóru synir Kaleb: Sobal, sonur Hur, hin frumborni Efrata, og faðir Kirjat-Jearim,
52 Synir Sobal, sum var faðir Kirjat-Jearim, vóru Haroe og helvtin av hammenuhotættini.
53 Ættir Kirjat-Jearims vóru Jitritar, Putitar, Sumatitar og Misra’itar; frá teimum eru ættaðir Zoratitar og Estaolitar.
54 Synir Salma vóru Betlehem, Netofatitar, Atrot-Bet-Jóab, helvtin av Manahatitum og Zoritar.
55 Ættir hinna skriftlærdu, sum í Jabez búðu, vóru Tiratitar, Simatitar og Sukatitar; hetta eru teir Kinitar, ið eru ættaðir frá Hammat, faðir rekabsættina.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul