Fyrra Krønikubók kap. 24
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
2.
The Divisions of the Priests
24:1-31:1
1
Synir Áron, skiftir í flokkar, vóru: Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar.
2
Nadab og Abihu doyðu undan faðir sínum og áttu ongar synir, so at bert Eleazar og Itamar vórðu prestar.
3
Saman við Zadok av sonum Eleazar og Ahimelek av sonum Itamar skifti Dávid teir sundur í embætisflokkar eftir tænastu teirra.
4
Við tað at tað nú royndist, at fleiri høvdingar vóru av sonum Eleazar enn av sonum Itamar, so skiftu teir teir soleiðis sundur, at av sonum Eleazar vórðu sekstan ættarhøvdingar, og av sonum Itamar átta.
5
Teir skiftu teir sundur við at kasta lut, báðar slektirnar; tí halgidómshøvdingar og gudshøvdingar vóru bæði av sonum Eleazar og av sonum Itamar.
6
Semaja, sonur Netanel, skrivarin, ein av Levitunum, skrivaði teir upp, so kongurin, høvdingarnir, Zadok prestur, Ahimelek, sonur Ebjatar, og ættarhøvdingar prestanna og Levitanna sóu; teir tóku út aðruhvørja ferð eitt fedrahús fyri Eleazar og eitt fyri Itamar.
7
Fyrsti luturin fall á Jójarib, annar á Jedaja,
8
triði á Harim, fjórði á Seorim,
9
fimti á Malkia, sætti á Mijamin,
10
sjeyndi á Hakkoz, áttandi á Abia,
11
níggjundi á Jesua, tíggjundi á Sekanja,
12
ellivti á Eljasib, tólvti á Jakim,
13
trettandi á Huppa, fjúrtandi á Jesebab,
14
fimtandi á Bilga, sekstandi á Immer,
15
seytjandi á Hezir, átjandi á Happizzez,
16
nítjandi á Petaja, tjúgundi á Ezekiel,
17
fyrsti og tjúgundi á Jakin, annar og tjúgundi á Gamul,
18
triði og tjúgundi á Delaja, fjórði og tjúgundi á Ma’azja.
19
Hetta vóru embætisflokkar teirra í tænastu teirra, táið teir fóru inn í hús HARRANS, soleiðis sum Áron, faðir teirra, hevði fyriskrivað teimum – eftir boðnum, ið HARRIN Gud Ísraels hevði givið honum.
20
Viðvíkjandi hinum Levitunum, so hoyrdi til synir Amram Subael, til synir Subael Jedeja.
21
Av sonum Rehabja var Jissia høvd.
22
Til Jizharitar hoyrdi Selomot, til synir Selomot Jahat.
23
Benajitar vóru: Jeria, Amarja, hin annar, Jahaziel, hin triði, og Jekamam, hin fjórði.
24
Sonur Uzziel var Mika; til synir Mika hoyrdi Samur.
25
Jissia var bróðir Mika; til synir Jissia hoyrdi Zakarja.
26
Synir Merari vóru Mali og Musi, synir son hansara Ja’azia.
27
Synir Merari av syni hansara Ja’azia vóru eisini Soham, Zakkur og Ibri.
28
Sonur Mali var Eleazar – sum ongar synir átti.
29
Til Kis – tað er synir Kis – hoyrdi Jerame’el.
30
Synir Musi vóru Mali, Eder og Jerimot. – Hetta vóru levitasynirnir eftir fedrahúsum teirra.
31
Eisini teir kastaðu lut – eins og brøður teirra, synir Áron – so Dávid kongur, Zadok, Ahimelek og ættarhøvdingar prestanna og Levitanna sóu – ættarhøvdingarnir líka væl sum hinir yngstu brøður teirra.