Fyrra Krønikubók kap. 4

Uppsetan
3. Other Descendants of Judah
4:1-23:1
2 Reaja, sonur Sobal, fekk sonin Jahat; Jahat fekk synirnar Ahumai og Lahad. Hetta vóru ættir Zoratita.
3 Hetta vóru synir Abi-Etam: Jizre’el, Jisma og Jidbas – systir teirra æt Hazlelponi –
4 framvegis Penuel, faðir Gedor, og Ezer, faðir Husa; hetta vóru synir Hur, sum var hin frumborni Efrata og faðir Betlehem.
6 Við Na’aru átti hann Ahuzzam, Hefer, Temeni og Ahastaritar; hetta vóru synir Na’aru.
9 Jabez var ærdur fram um brøður sínar; móðir hansara gav honum navnið Jabez, tí hon segði: „Tað var mær svárt at eiga hann.“
10 Jabez ákallaði Gud Ísraels og segði: „Á, hevði Tú viljað signað meg og rúmkað landamark míni, latið hond Tína verið við mær og latið tað verðið so, at eingin vanlukka kom, og eg slapp frá øllum, ið svárt* er!“ – Og Gud gav honum alt, ið hann bað um.
12 Eston fekk synirnar Bet-Rafa, Pasea og Tehinna, sum var faðir Ir-Nahas; hetta vóru Rekamenn.
14 Meonotai fekk sonin Ofra; Seraja fekk sonin Jóab, sum var faðir ættina í Træsmiðadali – teir vóru træsmiðir.
17 Synir Ezra vóru Jeter, Mered, Efer og Jalon. Og hon* varð við barn og átti Mirjam, Sammai og Jisba, faðir Estemoa.
18 Hin judeiska kona hansara átti Jered, faðir Gedor, Heber, faðir Soko, og Jekutiel, faðir Zanoa; hinir* vóru synir Bitju, dóttur Farao, sum Mered hevði tikið til konu.
19 Synir konu Hodija – systur Naham – vóru: Garmiturin, faðir Ke’ila, og Estemoa Ma’akatitur.
20 Synir Símeon vóru Amnon og Rinna, Ben-Hanan og Tilon. Synir Jisi vóru Zohet og sonur Zohet.
21 Synir Sela, son Juda, vóru: Er, faðir Leka, Lada, faðir Maresa, og tær ættirnar, ið hoyrdu til hús teirra av ætt Asbea, sum virkaðu bummull,
22 framvegis Jokim, menninir í Kozeba og Jóas og Saraf, sum gjørdust harrar yvir Móab, og so Jasubi-Lehem – men hetta hoyrir til hina gomlu tíðina.
23 Hesir vóru leirkerasmiðir og búðu í Neta’im og Gedera; teir búðu har hjá konginum og vóru í arbeiði hjá honum.
iii. The Sons of Simeon
4:24-43:1
26 Synir Misma vóru: Hammuel, sonur hansara, Zakkur, sonur hansara, og Sime’i, sonur hansara.
27 Sime’i hevði sekstan synir og seks døtur; men brøður hansara høvdu ikki nógvar synir, so at øll ætt teirra varð ikki so fjølment sum Judamenn.
31 Bet-Markabot, Hazar-Susim, Bet-Biri, Sa’arajim – hetta vóru, inntil Dávid varð kongur, býir teirra
32 við bygdunum, ið til hoyrdu – framvegis í Etam, Ajin, Rimmon, Token og Asan – fimm býir –
33 og í øllum bygdunum, sum vóru rundan um hesar býir, líka til Ba’al. Hetta vóru bústaðir teirra, og teir høvdu ættarbók fyri seg sjálvar.
38 Hesir, ið her eru nevndir við navni, vóru høvdingar í ættum sínum, og ættir teirra vórðu ógvuliga fjølmentar.
39 Teir fóru avstað yvir ímóti Gedor, líka til eystan fyri dalin, at leita eftir haglendi til smáfæ sítt;
40 og har funnu teir feitt og gott haglendi; landið var ivaleysa rúmsátt, og har var kvirt og friðarligt; tí teir, sum búðu har frammanundan, vóru ættaðir frá Kam.
41 Tá komu, meðan Ezekias var kongur í Juda, hesir, ið her eru nevndir við navni, og oyddu tjøld teirra, høgdu niður Me’unitar, ið har vóru, og slógu teir við banni, so teir eru ikki til longur; síðani búsettust teir í landi teirra; tí har var haglendi til smáfæ teirra.
42 500 mans av teimum – av Símeonitum – fóru til Se’irsfjøll – Pelatja, Nearja, Refaja og Uzziel, synir Jisi, vóru oddamenn teirra –
43 og teir drópu hinar av Amalekitum, teir, ið undan vóru slopnir; síðani búsettust teir har og búgva har enn í dag.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul