Fyrra Krønikubók kap. 25

Uppsetan
3. The Divisions of the Musicians
25:1-31:1
1 So tóku Dávid og herhøvdingarnir út til gudstænastuna synir Asaf, Heman og Jedutun, sum í profetiskari burturrykking leikaðu á sitarum, hørpum og skáltrummum. Hetta er listin yvir menninar, ið henda tænasta var áløgd:
2 Av sonum Asaf: Zakkur, Jósef, Netanja og Asarela, synir Asaf, leiddir av Asaf, sum leikaði í profetiskari burturrykking, eftir fyriskipan kongsins.
3 Av Jedutun: Synir Jedutun, Gedalja, Zeri, Jesaja, Hasabja og Mattitja – seks* í tali, við sitarum, leiddir av Jedutun, faðir sínum, sum leikaði í profetiskari burturrykking, HARRANUM til lov og prís.
4 Av Heman: Synir Heman, Bukkia, Mattanja, Uzziel, Sebuel, Jerimot, Hananja, Hanani, Eliata, Giddalti, Romamti-Ezer, Josbekasa, Malloti, Hotir og Mahaziot.
5 Allir hesir vóru synir Heman, sum var síggjari í orði Guds hjá konginum. Gud vildi lyfta horn* Hemans og gav honum tí fjúrtan synir og tríggjar døtur.
6 Allir hesir leikaðu við songin í húsi HARRANS, leiddir av faðir sínum; teir leikaðu á skáltrummum, hørpum og sitarum við tænastuna í húsi Guds, leiddir av konginum, Asaf, Jedutun og Heman.
7 Tal teirra og brøðra teirra, sum vóru upplærdir at syngja songir HARRANS, var 288 – sum allir vóru kønir í tí.
8 Teir kastaðu lut um, hvat teir skuldu hava at ansa eftir, hin minsti líka væl sum hin størsti, lærarin líka væl sum lærisveinurin.
9 Fyrsti luturin fall á Asaf, tað vil siga á Jósef, annar á Gedalja, synir og brøður hansara, tólv,
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul