Orðtøkini kap. 7

Uppsetan
iv. Warning about the Adulteress
7:1-27:1
5 – so tey varða teg fyri konu annars mans, frá fremmandari kvinnu við sleiskum orðum!
7 og millum hinar óroyndu sá eg unglinga, eg legði til merkis millum hinar ungu ein við ongum skili,
8 hann gekk eftir gøtuni við hornið, har sum hon búði, tók leiðina at húsi hennara
18 Kom, lat okkum stuttleika okkum í kærleika, inntil lýsir, frøa okkum í elskhugalysti!
20 peningapungin tók hann við sær; hann kemur ikki aftur, fyrrenn fullmáni verður!“
21 – Soleiðis lokkaði hon hann við alskyns føgrum orðum, við sleisku vørrum sínum fekk hon vald á honum;
22 hann fylgir henni við tað sama sum tarvur, ið verður leiddur at verða dripin, sum í fótjørnum, ið dárin verður tyktaður við
23 – inntil pílurin klývur livur hansara – eins og fuglurin skundar sær í snerruna og veit ikki, at lívið er í váða!
25 Lat ikki hjarta títt venda sær til vegir hennara, vilst ikki inn á gøtur hennara!
26 Tí mangar, ið hava fingið ólívssár, hevur hon felt, og stórt er tal teirra, ið hon hevur dripið.
27 Gjøgnum hús hennara liggja leiðirnar til deyðaríkið, tær, ið ganga niður í kømur deyðans.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul