Orðtøkini kap. 15
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
f.
A Gentle Answer Turns Away Wrath
15:1-33:1
1
Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.
2
Kunnskapur drýpur av tungu hinna vísu, men muður dáranna letur streyma út dárskap.
3
Eygu HARRANS eru allastaðni; tey hyggja bæði eftir óndum og góðum.
4
Spakfør tunga er træ lívsins, men rangvørg tunga særir hjartað.
5
Dárin vanvirðir tykt faðirs síns, men tann, ið aktar eftir revsing, er klókur.
6
Í húsi hins rættvísa er nógv góðs, men inntøka hins gudleysa verður honum til undirgang.
7
Varrar hinna vísu stroya út kunnskap, men hjarta dáranna er ikki rætt.
8
Offur gudleysra er HARRANUM andstygd, men bøn hinna sannhjartaðu líkar Honum.
9
Leið hins gudleysa er HARRANUM andstygd, men tann, sum stevnir eftir rættvísi, elskar Hann.
10
Hørð straff rámar tann, ið fer av hinum beina vegi; tann, sum hatar revsing, skal doyggja.
11
Deyðaríkið og avgrundin liggja HARRANUM opin – hvussu mikið meiri tá ikki hjørtu menniskjabarnanna!
12
Spottara dámar ikki at verða revsaður; til hini vísu fer hann ikki.
13
Glatt hjarta ger andlitið ljóst, men hjartasorg brýtur mótið.
14
Hjarta hins vitiga leitar eftir kunnskapi, men í munni dáranna er einki uttan dárskapur.
15
Hin armi hevur aldri glaðan dag, men glatt hjarta hevur gestaboð samt og javnt.
16
Betri er lítið við ótta HARRANS enn stórir skattir við ófriði.
17
Betri er fat av káli við kærleika enn fitaður oksi og hatur afturvið.
18
Illsintur maður vekur split, men hin tolni stillar kjak.
19
Vegur letingans er sum tornastik, men vegur hinna sannhjartaðu er slættaður.
20
Vísur sonur gleðir faðir sín, men menniskja, sum er dári, vanvirðir móður sína.
21
Tann, ið einki vit hevur, gleðist um dárskap, men vitigur maður gongur beint fram.
22
Verða ikki ráð hildin, bresta ætlanir, men har sum nógvir ráðgevarar eru, fáa tær framgongd.
23
Maður gleðist, táið muður hansara eigur svar at geva, og hvussu gott er ikki orð, sagt í rættari tíð!
24
Hin vitigi gongur veg lívsins uppeftir fyri at komast undan deyðaríkinum niðanfyri.
25
Hús hinna hugmóðigu rívur HARRIN niður, men markaskjal einkjunnar staðfestir Hann.
26
Ráð hins ónda eru HARRANUM andstygd, men mild orð eru Honum rein.
27
Tann, sum vinningur er alt hjá, fær hús sítt í ólag, men tann, sum hatar mutur, skal liva.
28
Hjarta hins rættvísa hugsar, áðrenn tað svarar, men muður gudleysra letur streyma út ilt.
29
HARRIN er langt burtur frá hinum gudleysu, men bøn rættvísra hoyrir Hann.
30
Mild eygu gleða hjartað; góð tíðindi geva merg í beinini.
31
Oyrað, sum lurtar eftir revsing til lívið, vil fegin vera saman við vísum.
32
Tann, ið ikki vil vita av tykt, vanvirðir lív sítt, men tann, ið lurtar eftir revsing, vinnur sær vit.
33
Ótti HARRANS er tykt til vísdóm, og undan heiður gongur eyðmjúkleiki.