Orðtøkini kap. 6

Uppsetan
ii. Warnings against Foolishness
6:1-19:1
1 Sonur mín! Hevur tú gingið í ábyrgd fyri næsta tín, hevur tú givið handtak fyri annan mann,
2 hevur tú latið teg bundið við orðum muns tíns, hevur tú latið teg fangað við orðum muns tíns,
3 so ger meðni hetta, sonur mín, og bjarga tær, síðani tú ert komin í hendur næsta tíns: Far og kasta teg niður fyri næsta tínum, gakk á hann,
10 [Tú sigur:] „Sova eina løtu enn, dúra eina løtu, halda saman hendur og hvíla eina løtu!“
14 svik hevur slíkur í hjartanum, altíð upphugsar hann ilt í hjartanum og voldir trætur.
15 Vanlukkan skal tí koma brádliga á hann; snøggliga verður hann ógrøðandi sundursoraður.
iii. Warnings against Adultery
6:20-35:1
20 Sonur mín! Goym boð faðirs tíns, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg!
22 Tað skal leiða teg, táið tú gongur, halda vakt yvir tær, táið tú liggur, og tala við teg, táið tú vaknar.
25 – Tráa ikki í hjarta tínum eftir vakurleika hennara, lat hana ikki fanga teg við eygnakøstum sínum!
26 Tí skøkjan armar mann út líka til síðstu breyðflís, og kona annars mans fangar dýrabara sál.
29 – Og so verður við honum, ið fer inn til konu næsta síns; eingin, ið nemur hana, sleppur undan revsing.
30 Verður tjóvurin ikki vanvirdur, táið hann stjelur, um tað so er fyri at stilla svongd sína!
31 Og verður hann tikin, má hann bøta sjeyfalt; alt hann eigur í húsinum, noyðist hann at lata.
32 Tann, ið drívur hor við konu, er vitleysur; eingin ger slíkt uttan tann, ið vil forkoma sær sjálvum.
33 Høgg og skomm, tað er tað, ið hann vinnur, og vanæra hansara verður aldri útstrikað.
34 Tí illur verður maðurin um, at tú hevur gingið honum ov nær, og hann sparir ikki hevndardagin;
35 líka leggur hann í bøtur, og hann blíðkast ikki, um tú so býður honum stórar gávur.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul