Orðtøkini kap. 10
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
3.
Solomon's Proverbs
10:1-22:16
a.
The Wise Son
10:1-32:1
1
Orðtøk Sálomos. Vísur sonur gleðir faðir sín, men sonur, sum er dári, er sorg móður sínar.
2
Skattir gudloysis bata einki, men rættvísi frelsir frá deyðanum.
3
HARRIN letur ikki hin rættvísa hungra, men tráan gudleysra vísir Hann frá Sær.
4
Fátækur verður tann, ið arbeiðir við latari hond, men hond hins hugagóða ger ríkan.
5
Klókur sonur savnar um summarið; sonur, sum er dári, svevur heystardag.
6
Signingar koma yvir høvd hins rættvísa, men munn gudleysra skal yvirgangur teirra fjala.
7
Minnið um hin rættvísa verður signað, men navn gudleysra rotnar burtur.
8
Tann, ið hevur vísdóm í hjartanum, tekur við boðum, men tann, ið dáravarrar hevur, gongur til grundar.
9
Tann, ið lýtaleyst livir, gongur trygt, men tann, ið gongur sniðgøtur, verður avdúkaður.
10
Tann, ið blunkar við eyganum, voldir ilt, og tann, ið dáravarrar hevur, gongur til grundar.
11
Muður hins rættvísa er kelda lívsins, men munn gudleysra skal yvirgangur teirra fjala.
12
Hat vekur split, men kærleiki fjalir allar syndir.
13
Á vørrum hins klóka er vísdómur at finna, men stavurin er til rygg hansara, sum einki vit hevur.
14
Hini vísu goyma kunnskapin, ið tey hava, men muður dárans hóttir við oyðing.
15
Góðs hins ríka er fasti staður hansara, men armóð fátækra er vanlukka teirra.
16
Tað, sum hin rættvísi vinnur, verður honum til lív; inntøka hins gudleysa verður honum til synd.
17
At akta eftir tykt er vegurin til lívið, men tann, ið vísir revsing frá sær, villist.
18
Tann, ið loynir hat, hevur falskar varrar, og tann, ið flytur útspilling, er dári.
19
Har sum nógv orð eru, tvørrar ikki synd, men tann, ið heldur vakt yvir munni sínum, er klókur.
20
Tunga hins rættvísa er útvalt silvur, men hjarta gudleysra er einki vert.
21
Varrar hins rættvísa leska mong, men dárarnir doyggja, tí teir hava einki vit.
22
Tað er signing HARRANS, ið ger ríkan, og Hann leggur onga sorg aftrat henni.
23
Dáranum er tað stuttleiki at gera skammleysar gerðir, men vísdómur er hinum vitiga manni lystur.
24
Tað, sum hin gudleysi ræðist fyri, skal koma á hann, men tað, sum rættvís ynskja sær, verður teimum givið.
25
Táið stormurin kemur, er úti við hinum gudleysa, men hin rættvísi stendur á ævigari grund.
26
Tað, sum edikur er tonnunum, og roykur eygunum, er letingin honum, ið sendir hann.
27
Ótti HARRANS leingir um lívið, men ár gudleysra styttast.
28
Rættvís hava gleði at vænta sær, men vón gudleysra verður av ongum.
29
Vegur HARRANS er hinum ólastandi føst borg, men hann er teimum undirgangur, sum gera órætt.
30
Hini rættvísu skulu aldri vikast, men hini gudleysu skulu ikki verða búgvandi í landinum.
31
Muður hins rættvísa ber ávøkst vísdóms, men hin falska tungan verður skorin av.
32
Varrar hins rættvísa skilja tað, ið dámligt er, men muður gudleysra er bert svik.