Orðtøkini kap. 30

Uppsetan
7. The Words of Agur
30:1-33:1
1 Orð Agurs, sonar Jake, profetorðið. Maðurin sigur: Móðan havi eg sleipað meg, Gud, móðan havi eg sleipað meg, Gud, eg eri fyrilagstur!
4 Hvør fór upp til Himmals og kom niður aftur? Hvør savnaði vindin í nevarnar? Hvør knýtti vatnið inn í klæði? Hvør hevur sett jørðini øll mark hennara? Hvussu eitur Hann, og hvussu eitur Sonur Hansara? – Tú veitst tað jú!
8 Lat svik og lygiorð vera langt frá mær! Gev mær hvørki armóð ella ríkdóm – lat meg eta tilmálda breyð mítt!
9 – so eg ikki, táið eg verði mettur, avnokti Teg og sigi: „Hvør er HARRIN!“ og ikki, táið eg verði fátækur, stjali og voldi navni Guds míns mein!
10 Baktala ikki tænaran fyri harra hansara, tí so biður hann ilt fyri tær, og tú dregur skyld oman yvir teg!
12 kyn, sum reint er í egnum eygum, og sum tó ikki hevur vaskað sítt egna skarn av sær,
14 kyn – tenninar í tí eru svørð, og jakslir tess eru knívar, sum eta hini ørmu út úr landinum og hini fátæku burt úr menniskjatali.
15 Blóðigulin hevur tvær døtur: „Gev! Gev!“ – Trý eru sum aldri mettast, fýra, sum aldri siga: „Nóg mikið!“
16 Tey eru: Deyðaríkið og ófruktbart móðurlív, jørðin, sum aldri mettast av vatni, og eldurin, sum aldri sigur: „Nóg mikið!“
17 Tann, ið háðar faðir sín og ikki vil vita av at akta móður sína, eyga hansara skulu ravnarnir við løkin pikka út, og arnarungar skulu eta tað.
19 Leið arnarinnar undir himli, leið ormsins eftir klettinum, leið skipsins eftir havinum og leið mansins til hina ungu kvinnu.
20 Hetta er atburður konu, ið ótrúgv er: Hon etur, turkar sær um munnin og sigur: „Eg havi einki ilt gjørt!“
23 hina vrakaðu kvinnuna, táið hon verður gift, og arbeiðskonuna, táið hon arvar matmóður sína.
25 Meyrurnar, tær eru fólk við ongari styrki, og tó savna tær sær føði um summarið;
26 fjallagrevlingarnir, teir eru fólk við ongari megi, og tó byggja teir sær bústað í klettinum;
27 grashoppurnar, tær hava ongan kong, og tó halda tær allar avstað, skari eftir skara;
32 Hevur tú verið slíkur dári, at tú hevur gjørt teg stóran, ella hevur tú havt ilt í huga, so hond á munn!
33 Tí sum smør verður kirnað úr mjólk, og sum blóð verður trýst úr nøsini, so elvist stríð av at øsa upp vreiðina.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul