Orðtøkini kap. 21

Uppsetan
l. The King’s Heart
21:1-31:1
1 Hjarta kongsins er sum løkir í hond HARRANS; Hann leiðir tað, hagar sum Hann vil.
5 Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning, men alt bræði bert til tap.
6 Ríkidømi, sum verður vunnið við svikafullari tungu, er blástur, ið hvørvur í luftini, og tað leiðir til deyða.
7 Yvirgangsverk hinna gudleysu ríva tey sjálv burtur, aftur fyri at tey vildu ikki gera rætt.
8 Skuldartyngdur maður gongur sniðgøtur, men hin reini – beint fram er tað, ið hann ger.
10 Sál hins gudleysa hevur hug til ilt; næsti hansara finnur onga miskunn hjá honum.
11 Táið spottarin verður revsaður, verður hin fávitskuti vísur; og verður hin vísi lærdur, tekur hann við kunnskapi.
12 Hin rættvísi hevur eyguni eftir húsi hins gudleysa; hann stoytir gudleysum í vanlukku.
13 Tann, ið letur aftur oyrað fyri rópum hins fátæka, hann skal sjálvur rópa, men einki svar fáa.
14 Gáva í loyndum stillar vreiði, og mutur í barmin blíðkar, ið hvussu illur ein er.
15 Tað er hinum rættvísa gleði, at rætturin hevur framgongd, men tað er teimum ræðsla, sum gera órætt.
16 Tað menniskja, ið villist burtur av klókskaparleið, skal skjótt hvíla millum deydningarnar.
17 Fátækur verður tann, ið elskar glaðar dagar; tann, ið elskar vín og olju, verður ikki ríkur.
18 Hin gudleysi verður givin sum loysigjald fyri hin rættvísa, og svikarin kemur í staðin fyri hini sannhjartaðu.
21 Tann, ið stevnir eftir rættvísi og miskunn, skal finna lív, rættvísi og heiður.
24 Tann, ið hugmóðigur og uppblástur er, verður kallaður spottari; hann heldur fram í óstýriligum hugmóði.
27 Offur gudleysra er andstygd – og enn meiri, táið tey bera tað fram við illum í huga!
28 Lygivitni skal ganga til grundar, men maður, sum lurtar eftir, honum skal altíð bera til at tala.
29 Gudleysur maður er frekur í atburði, men hin sannhjartaði gongur leið sína beint fram.
31 Hesturin verður gjørdur til reiðar til orrustudagin, men sigurin kemur frá HARRANUM.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul