Orðtøkini kap. 23
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
Fleir
1
Táið tú situr til borðs hjá stórmanni, akta tá væl eftir, hvønn tú hevur framman fyri teg,
2
og set knív á barka tín, um tú ert ov svangur!
3
Tráa ikki eftir góðgæti hansara, tí tað er svikaligur kostur!
4
Pøs teg ikki við at vinna tær ríkidømi – lat slíkan klókskap fara!
5
– Lat ikki eyguni flúgva til tað, sum hvørvur! Tí tað ger sær veingir, tað er vist; sum ørn flýgur tað móti himli.
6
Et ikki breyð hins øvundsjúka, og tráa ikki eftir góða mati hansara!
7
Tí sum hann hugsar í sál síni, so er hann; „et og drekk!“ sigur hann við teg, men hjarta hansara er ikki við tær.
8
Bitan, ið tú hevur etið, kemur tú at spýggja upp aftur, og føgru orð tíni hevur tú spilt burtur.
9
Tala ikki fyri oyrum dárans, tí hann vanvirðir vitigu orð tíni!
10
Flyt ikki gamalt markaskjal, og kom ikki inn á akur faðirleysra!
11
Tí loysari teirra er sterkur; Hann skal føra søk teirra móti tær.
12
Boygg hjarta títt til tykt og oyru tíni til kunnskaparorð!
13
Lat ikki hin unga vera ótyktaðan! Táið tú slært hann við koyrlinum, sleppur hann undan deyðanum.
14
Tú slært hann við koyrlinum, men tú frelsir sál hansara frá deyðaríkinum.
15
Sonur mín! Er hjarta títt víst, so skal eisini hjarta mítt gleðast;
16
og nýru míni skulu fegnast, táið varrar tínar tala tað, ið rætt er.
17
Lat ikki hjarta títt øvunda syndarar, men lat tað altíð vera íðið fyri ótta HARRANS!
18
Sanniliga hevur tú framtíð tá, og vón tín skal ikki koma upp í einki!
19
Hoyr, sonur mín, og verð vísur, lat hjarta títt ganga beint fram eftir vegnum!
20
Ver ikki ein av teimum, sum fylla seg av víni og kjøti!
21
Tí drykkjumaður og átari armast út, og svøvnur klæðir mannin í spjarrar.
22
Lurta eftir faðir tínum, sum gav tær lívið, og vanvirð ikki móður tína, táið hon er vorðin gomul!
23
Keyp sannleika og sel hann ikki, keyp vísdóm, tykt og vit!
24
Faðir hins rættvísa skal fegnast; tann, sum fær vísan son, skal gleðast um hann.
25
Lat faðir tín og móður tína gleðast, lat hana, ið átti teg, fegnast!
26
Sonur mín! Gev mær hjarta títt, og lat eygu tíni hava hug til leiðir mínar!
27
Tí skøkjan er botnleys grøv, og hin fremmanda kvinnan er trongur brunnur.
28
Ja, hon liggur og lúrir, eins og ránsmaður, og hon nørir um tal hinna trúleysu millum menniskjuni.
29
Hvør hevur sorg? Hvør hevur sút? Hvør hevur klandur? Hvør má eymka seg? Hvør hevur sár fyri einki? Hvør hevur reyð eygu?
30
Teir, ið sita leingi uppi hjá víninum, teir, ið koma at smakka hin sterka drykkin.
31
Hygg ikki at víninum, hvussu reytt tað er, hvussu vakurt tað glitrar í bikarinum, hvussu væl tað gongur niður!
32
– At endanum bítur tað sum ormur og høggur sum høggormur;
33
eygu tíni fara at hyggja eftir fremmandum kvinnum, og hjarta títt fer at tala tað, ið rangvørgt er.
34
Og tú verður líkur einum, ið svevur mitt úti á havinum, líkur einum, ið svevur uppi á mastrartoppinum.
35
[Tú fert at siga:] „Teir bankaðu meg, men eg fekk ikki ilt, teir skúgvaðu meg, men eg føldi tað ikki! Táið eg einaferð vakni, leiti eg aftur til vínið!“