Fyrra Sámuelsbók kap. 6

Uppsetan
4. The Ark Returned to Israel
6:1-7:2
2 Tá kallaðu Filistarar saman prestarnar og spámenninar og søgdu: „Hvat skulu vit gera við ørk HARRANS? Sigið okkum, hvussu vit skulu bera okkum at, táið vit senda hana, hagar sum hon eigur at vera!“
3 Teir svaraðu: „Táið tit senda ørk Ísraels Guds aftur, mugu tit ikki senda hana við ongari gávu; tit mugu senda Honum skyldoffur aftur við henni; so verða tit grødd, og tá skulu tit fáa at vita, hví hond Hansara víkir ikki frá tykkum.“
4 Teir spurdu tá: „Hvat skyldoffur skulu vit senda Honum aftur við henni?“ Teir svaraðu: „Fimm gullsvullir og fimm gullmýs, svarandi til talið á filistarahøvdingunum; tí tað er ein og sama plága, ið hevur rámt tykkum og høvdingar tykkara.
5 Tit skulu gera myndir av svullum tykkara og myndir av músunum, ið oyða land tykkara, og soleiðis geva Gudi Ísraels dýrdina; kanska Hann tá tekur tungu hond Sína burtur av tykkum, av gudi tykkara og av landi tykkara.
6 Hví vilja tit herða hjarta tykkara, sum Egyptar og Farao herdu hjarta sítt! Noyddust teir ikki at sleppa teimum og lata tey fara, táið Hann hevði latið teir fáa mátt Sín at kenna!
7 Takið tí og gerið nýggjan vagn, og takið so tvær kýr, sum nýliga hava kálvað, og sum ikki ok hevur verið á, setið kýrnar fyri vagnin, men takið kálvarnar frá teimum og leiðið teir heimaftur!
8 Takið so ørk HARRANS og setið hana á vagnin, leggið hesar gullgripir, sum tit senda Honum í skyldoffur aftur við henni, í skrín við lið hennara, og sendið hana so avstað!
9 Ansið so eftir, um hon tekur leiðina heim til sítt egna land, til Bet-Semes! Tí so er tað Hann, ið hevur volt okkum hesa stóru vanlukku; men um ikki, so vita vit, at tað er ikki hond Hansara, ið hevur rámt okkum, men at hetta er bert nakað, ið hevur borist so til.“
10 Menninir so gjørdu; teir tóku tvær kýr, sum nýliga høvdu kálvað, og settu tær fyri vagnin; men kálvarnar stongdu teir inni í fjósinum.
11 Síðani settu teir ørk HARRANS á vagnin saman við skríninum við gullmúsunum og svullunum.
12 Men kýrnar fóru beina leiðina til Bet-Semes; tær gingu sama veg alla tíðina og beljaðu alla tíðina; tær viku hvørki til høgru ella til vinstru; og filistarahøvdingarnir gingu aftan á teimum líka til landamarkið við Bet-Semes.
13 Táið fólkið í Bet-Semes – sum júst fekst við at heysta hveiti í dalinum – hugdi upp og fekk at síggja ørkina, komu tey glað rennandi ímóti henni;
14 og táið vagnurin var komin inn á akur Josva í Bet-Semes, steðgaði hann. Har lá ein stórur steinur. Teir høgdu tá sundur viðin, ið vagnurin var gjørdur úr, og ofraðu kýrnar sum brennioffur til HARRAN.
15 Levitarnir tóku so ørk HARRANS niður, og skrínið, ið hjá henni stóð, tað, sum gullgripirnir vóru í, og settu hana á henda stóra steinin; og menninir í Bet-Semes ofraðu henda sama dagin brennioffur og sláturoffur til HARRAN.
16 Táið teir fimm filistarahøvdingarnir høvdu sæð hetta, fóru teir sama dag aftur til Ekron.
17 Hetta eru gullsvullirnir, ið Filistarar góvu Harranum í skyldoffur: Ein fyri Asdod, ein fyri Gaza, ein fyri Askalon, ein fyri Gat og ein fyri Ekron.
18 Gullmýsnar svaraðu til talið á øllum filistarabýunum, sum tilhoyrdu teimum fimm høvdingunum, bæði teimum víggirdu støðunum og bygdunum. Hin stóri steinurin, ið teir settu ørk HARRANS á, er enn í dag vitni um hetta, á akri Josva í Bet-Semes.
19 Men HARRIN sló nakrar av monnunum í Bet-Semes, fyri tað at teir høvdu hugt at ørk HARRANS – 70 menn av fólkinum sló Hann; og fólkið syrgdi, tí HARRIN hevði gjørt so stórt mannafall millum fólkið.
20 Og Bet-Semesitar søgdu: „Hvør kann standa fyri HARRANUM, hesum heilaga Gudi! Og hvønn skal Hann fara til frá okkum?“
21 So sendu teir boð til teirra, sum búðu í Kirjat-Jearim, og lótu siga: „Filistarar hava sent ørk HARRANS aftur; komið higar og flytið hana til tykkara!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul