Fyrra Sámuelsbók kap. 18

Uppsetan
b. Saul’s Hatred of David
18:1-20:42
i. Jonathan Befriends David
18:1-4:1
1 Táið Dávid var liðugur at tosa við Saul, varð hjarta Jónatans so bundið at hjarta Dávids, at hann elskaði hann sum sína egnu sál.
2 Sama dag tók Saul hann til sín og gav honum ikki loyvi at fara heimaftur til faðir sín.
4 Jónatan læt seg úr kappanum, sum hann var í, og gav Dávidi hann, somuleiðis herklæði síni, ja, enntá svørð sítt, boga sín og belti sítt.
ii. Saul Envies David
18:5-16:1
5 So fór Dávid í bardagan; allastaðni sum Saul sendi hann, hevði hann eydnuna við sær; tí setti Saul hann yvir herfólkið, og hann var væl dámdur av øllum fólkinum, eisini av tænarum Sauls.
6 Men táið teir komu heim – táið Dávid kom aftur, eftir at hann hevði felt Filistaran – fóru kvinnurnar úr øllum býum Ísraels ímóti Saul við songi og dansi, við trummum, gleðirópum og spæli.
7 Og kvinnurnar, ið dansaðu, sungu: „Saul feldi síni túsund, men Dávid síni tíggjutúsund!“
8 Tá kom ógvuliga ilt í Saul; hesi orð dámdi honum illa, og hann segði: „Dávidi geva tær tíggjutúsund, og mær geva tær túsund – nú er einki eftir hjá honum uttan at fáa kongadømið!“
10 Dagin eftir kom illur andi frá Gudi á Saul, so hann leikaði óður inni í húsinum, meðan Dávid spældi á hørpuni, sum hann hvønn dag var vanur. Saul hevði spjót í hondini,
11 og tað kastaði hann og hugsaði: „Eg skal renna tað gjøgnum Dávid og inn í bróstið!“ Men Dávid hevði seg undan tvær ferðir.
12 Tá fór Saul at ræðast Dávid, við tað at HARRIN var við honum – men frá Saul var Hann vikin.
13 Tí læt Saul hann frá sær og setti hann til høvuðsmann yvir túsund; og hann fór út í bardaga og heimaftur, á odda hjá hermonnunum.
14 Eydnan var við Dávidi í øllum, sum hann tók sær fyri – tí HARRIN var við honum.
16 Men alt Ísrael og Juda elskaði Dávid; tí hann fór út í bardaga og heimaftur á odda hjá teimum.
iii. David Marries Michal
18:17-30:1
17 Tá segði Saul við Dávid: „Hygg, her er hin eldra dóttir mín, Merab, hana skal eg lata teg fáa til konu – lat meg nú bert síggja, at tú ert djarvur hermaður og stríðir í bardøgum HARRANS!“ – Tí Saul hugsaði: „Hann skal ikki falla fyri hond míni, nei, Filistarar skulu fella hann!“
18 Men Dávid svaraði Saul: „Hvør eri eg, og hvat er fólk mítt, ætt faðirs míns í Ísrael, at eg skuldi verðið dótturmaður kongs!“
19 – Men táið tíðin kom, at Merab, dóttir Saul, skuldi verða givin Dávidi til konu, varð hon givin Adriel úr Mehola.
20 Nú var Mikal, dóttir Saul, so góð við Dávid. Hetta fekk Saul at vita, og honum dámdi tað væl;
21 tí Saul hugsaði: „Eg skal lata hann fáa hana, fyri at hon kann verða honum snerra, so hann fellur fyri filistarahond!“ Saul segði tí við Dávid: „Við hini dóttur míni skalt tú í dag verða dótturmaður mín!“
22 Og Saul gav tænarum sínum hetta boð: „Tutlið Dávidi hetta í oyrað: „Kongi dámar teg væl, og allir tænarar hansara eru góðir við teg; verð tí nú dótturmaður kongs!““
23 Men táið tænarar Sauls tosaðu hetta við Dávid, svaraði hann: „Halda tit tað vera smávegis, at verða dótturmaður kongs? – Eg eri jú fátækur maður og havi lítið at týða!“
24 Tænarar Sauls bóru honum nú hetta aftur og søgdu: „So og so segði Dávid.“
25 Tá segði Saul: „So skulu tit siga við Dávid: „Kongur vil einki annað hava í brúðarkeyp enn 100 filistarayvirhúðir – so hann fær hevnt seg á fíggindar sínar!““ – Tí Saul vónaði at fáa Dávid feldan fyri filistarahond.
26 Táið tænarar hansara bóru Dávidi hesi orð, játtaði hann fegin at verða dótturmaður kongs. Og áðrenn tíðin var úti,
27 gjørdi Dávid seg til, fór avstað við monnum sínum og drap 200 Filistarar; Dávid kom so við yvirhúðum teirra og legði tær í fullum tali fram fyri kongin – so hann kundi verða dótturmaður hansara. Tá gav Saul honum dóttur sína Mikal til konu.
28 Men Saul sá og skilti, at HARRIN var við Dávidi, og at alt Ísrael elskaði hann.
29 Tá ræddist Saul Dávid enn meiri, og Saul varð fíggindi Dávids alla tíð sína.
30 Men filistarahøvdingarnir herjaðu á í bardaganum, og hvørja ferð teir herjaðu á, hevði Dávid meiri eydnu við sær enn allir hermenn Sauls, so at navn hansara varð víða gitið.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul