Fyrra Sámuelsbók kap. 22
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iii.
David Flees to Adullah and Mizpeh
22:1-5:1
1
Dávid fór nú haðani og flýddi til hellið við Adullam. Táið brøður hansara og alt hús faðirs hansara fekk hetta at frætta, komu tey hagar til hansara.
2
Og allir, sum vóru í neyð, ella sum vóru tyngdir av skuld, ella sum vóru misnøgdir, teir savnaðust um hann, og hann varð høvdingi teirra; tað vóru einir 400 mans, sum fóru í felag við hann.
3
Haðani fór Dávid til Mizpe í Móab og segði við móabitakong: „Loyv pápa og mammu at koma higar og vera hjá tykkum, inntil eg fái at síggja, hvat Gud ætlar at gera við meg!“
4
Og hann fór fram fyri móabitakong við teimum, og tey vórðu hjá honum, alla tíðina sum Dávid var í fjallaborgini.
5
Men Gad profetur segði við Dávid: „Tú skalt ikki verða verandi í fjallaborgini; far hiðani og far til Judaland!“ Dávid fór tá haðani og kom til Heretskóg.
iv.
Saul Slays the Priests of Nob
22:6-23:1
6
Saul fekk nú at frætta, at Dávid og menninir, ið við honum vóru, vóru kendir, og ein dagin, Saul sat í Gibea undir tamariskinum á heygnum við spjóti sínum í hondini, og allir tænarar hansara stóðu rundan um hann,
7
segði Saul við tænarar sínar, sum rundan um hann stóðu: „Hoyrið nú, tit Benjaminitar! Man sonur Ísai fara at geva tykkum øllum somlum akrar og víngarðar ella gera tykkum allar til høvuðsmenn yvir túsund og høvuðsmenn yvir hundrað –
8
síðani tit allir hava svorið tykkum saman ímóti mær, og eingin segði mær frá, táið sonur mín gjørdi sáttmála við son Ísai! Ikki ein tykkara leggur so mikið í meg, at hann hevur sagt mær frá, at sonur mín hevur eggjað tænara mín upp at liggja eftir mær, soleiðis sum hann nú ger!“
9
Doeg Edomitur, sum eisini stóð har millum menn Sauls, tók tá til orða og segði: „Eg sá, at sonur Ísai kom til Ahimelek, son Ahitub, í Nob.
10
Og hann spurdi HARRAN fyri hann, gav honum mat við á ferðina og gav honum svørð Goliats Filistara“.
11
Tá sendi kongurin boð eftir Ahimelek presti, syni Ahitub, og øllum fedrahúsi hansara, prestunum í Nob; og táið teir allir vóru komnir til kongin,
12
segði Saul: „Hoyr nú, sonur Ahitub!“ Hann svaraði: „Ja, harri?“
13
Saul segði við hann: „Hví hava tit svorið tykkum saman ímóti mær, tú og sonur Ísai? Hví gavst tú honum breyð og svørð og spurdi Gud fyri hann, so hann skuldi fáa sett seg upp móti mær og ligið eftir mær, sum hann nú ger?“
14
Ahimelek svaraði konginum: „Hvønn av øllum tænarum tínum verður so litið á sum á Dávid! Hann er jú dótturmaður kongin, høvdingi yvir lívvakt tíni og nógv ærdur í húsi tínum!
15
Man hetta vera fyrsta ferðin, eg havi spurt Gud fyri hann! Minni enn so! Kongurin má ikki leggja tænara sínum ella øllum fedrahúsi mínum nakað til last, tí tænari tín visti ikki eitt vet um alt hetta!“
16
Men kongurin segði: „Tú skalt doyggja, Ahimelek, tú og alt fedrahús títt!“
17
Og kongurin segði við vaktina, sum hjá honum stóð: „Stígið fram og drepið prestar HARRANS! Tí eisini teir hava hjálpt Dávidi, og tóat teir vistu, at hann flýddi, lótu teir meg ikki vita tað!“ – Men tænarar kongsins vildu ikki rætta út hondina og høgga niður prestar HARRANS.
18
Tá segði kongurin við Doeg: „Stíg tú fram og høgg prestarnar niður!“ Doeg Edomitur steig nú fram og høgdi niður prestarnar; hann drap tann dagin 85 menn, sum vóru í lívkyrtli av líni.
19
Og prestabýin Nob sló hann við svørðsegg; bæði menn og kvinnur, bæði børn og bróstabørn, bæði neyt, esil og seyð sló hann við svørðsegg.
20
Bert ein sonur Ahimelek, son Ahitub, slapp undan; hann æt Abjatar. Hann flýddi til Dávid.
21
Og Abjatar segði Dávidi, at Saul hevði dripið prestar HARRANS.
22
Tá segði Dávid við Abjatar: „Eg visti tað longu tann dagin, at táið Doeg Edomitur var har, so var tað vist, at hann fór at siga Saul tað. Eg eri sekur í, at alt fedrahús títt er dripið!
23
Verð hjá mær, óttast ikki! Tann, ið liggur mær eftir lívinum, liggur eisini tær eftir lívinum; hjá mær ert tú tryggur!“