Fyrra Sámuelsbók kap. 27

Uppsetan
xii. David and the Philistines
27:1-12:1
1 Men Dávid hugsaði við sær sjálvum: „Einaferð komi eg nú kortini at lata lív fyri hond Sauls, eg havi einki gott at vænta mær! Eg veit eingi onnur ráð enn at rýma til Filistaraland; so gevur Saul uppat at leita eftir mær allastaðni í Ísraelslandi, og eg sleppi undan hond hansara.“
2 Dávid fór nú avstað og fór við teimum 600 monnunum, ið við honum vóru, til Akis, son Maok, kongin í Gat.
3 Og Dávid varð verandi hjá Akis í Gat, hann og menn hansara, hvør við húsi sínum, Dávid við báðum konum sínum, Ahinoam úr Jizre’el og Abigajil úr Karmel, konu Nabal.
4 Táið Saul fekk at vita, at Dávid var flýddur til Gat, gavst hann at leita eftir honum.
5 Men Dávid segði við Akis: „Havi eg funnið náði fyri eygum tínum, so lat meg fáa eitt stað at búgva í eini av bygdunum – hví skal tænari tín búgva hjá tær í høvuðsstaðnum!“
6 Akis læt hann tá við tað sama fáa Ziklag; tí eiga kongarnir í Juda Ziklag enn í dag.
7 Tíðin, ið Dávid búði í Filistaralandi, var í alt eitt ár og fýra mánaðir.
8 Dávid og menn hansara fóru út og rændu hjá Gesuritum, Girzitum og Amalekitum; tí hetta vóru fólkini, ið frá fornum tíðum høvdu búð har í landinum, yvir ímóti Sur og líka til Egyptalands.
9 Táið Dávid herjaði í landinum, læt hann hvørki mann ella kvinnu liva eftir; men smáfæ, neyt, esil, kamelar og klæði tók hann við sær og fór síðani heimaftur og kom til Akis.
10 Táið nú Akis spurdi: „Hvar hava tit herjað hesa ferð?“ svaraði Dávid: „Í Suðurlandinum í Juda!“ ella: „Í Suðurlandi Jerame’elita!“ ella: „Í Suðurlandi Kenita!“
11 Dávid læt hvørki mann ella kvinnu liva eftir, so tey kundu koma til Gat; tí hann hugsaði: „Tey kundu slatrað um okkum og sagt: „So og so hevur Dávid gjørt, soleiðis hevur hann borið seg at, alla tíðina hann hevur búð í Filistaralandi!““
12 Og Akis trúði Dávidi og hugsaði: „Hann hevur gjørt seg illa kendan hjá fólki sínum, Ísrael, og nú verður hann tænari mín við alla!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul