Fyrra Sámuelsbók kap. 19
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iv.
Saul Tries to Kill David
19:1-24:1
1
Saul tosaði nú við son sín Jónatan og við allar tænarar sínar um at drepa Dávid. Men Jónatan, sonur Saul, var ógvuliga góður við Dávid.
2
Jónatan segði tí Dávidi tað: „Saul, faðir mín, liggur tær eftir lívinum; varða teg tí í morgin, halt teg kvirran á loyniligum staði og krógva teg har!
3
Men eg skal fara út og standa hjá pápa á markini, har sum tú ert, og eg skal tosa við pápa um teg; verði eg so varur við nakað, skal eg siga tær tað.“
4
So tosaði Jónatan gott um Dávid við Saul, faðir sín, og segði við hann: „Kongurin skuldi ikki gjørt Dávidi, tænara sínum, órætt; tí hann hevur ikki syndað móti tær, og tað, ið hann hevur gjørt, hevur verið tær til stóra nyttu;
5
hann vágaði lívið og drap Filistaran, og HARRIN gav øllum Ísrael stóran sigur; tú sást tað sjálvur og vart glaður um tað; hví vilt tú tá gera synd móti sakleysum blóði og drepa Dávid uttan grund?“
6
Og Saul lurtaði eftir Jónatan; Saul svór: „So satt sum HARRIN livir, hann skal ikki verða dripin!“
7
Tá sendi Jónatan boð eftir Dávidi og segði honum alt hetta; síðani fór Jónatan við Dávidi til Saul, og hann var hjá honum sum áður.
8
Men bardagin vardi við; og Dávid fór út í bardaga móti Filistarum og gjørdi stórt mannafall millum teirra, so teir flýddu fyri honum.
9
Men illur andi frá HARRANUM kom á Saul, og einaferð hann sat heima við hús og hevði spjót sítt í hondini – meðan Dávid spældi á hørpuni –
10
royndi Saul at renna spjótið ígjøgnum Dávid og inn í bróstið; men hann hevði seg undan Saul, so at hann rendi spjótið í bróstið. Og Dávid flýddi og slapp sær burtur.
11
Um náttina sendi Saul menn at húsi Dávids at halda eyga við honum og drepa hann um morgunin. Men Mikal, kona Dávid, segði honum hetta: „Bjargar tú ikki lívinum í nátt, verður tú dripin í morgin!“
12
So sígdi Mikal Dávid niður úr vindeyganum, og hann flýddi og slapp sær burtur.
13
Síðani tók Mikal húsgudin, legði hann í songina, legði net av geitaull yvir høvd hansara og breiddi teppi yvir hann.
14
Táið nú Saul sendi menn hagar eftir Dávidi, segði hon: „Hann er sjúkur!“
15
Tá sendi Saul menninar aftur, at fáa Dávid at síggja, og hann segði: „Berið mær hann higar í songini, so eg fái dripið hann!“
16
Men táið sendimenninir komu hagar, fingu teir at síggja, at tað var húsgudurin, sum lá í songini við netinum av geitaull yvir høvdinum.
17
Tá segði Saul við Mikal: „Hví hevur tú svikið meg so og hjálpt fígginda mínum burtur, so hann slapp?“ Mikal svaraði Saul: „Hann segði við meg: „Hjálp mær burtur, annars drepi eg teg!““
18
Men Dávid var flýddur og sloppin burtur. Hann fór til Sámuel í Rama og segði honum alt, hvussu Saul hevði gjørt við hann. Og hann og Sámuel fóru til Najot og vórðu verandi har.
19
Táið nú Saul fekk at vita, at Dávid var í Najot við Rama,
20
sendi hann menn eftir Dávidi; men táið teir fingu at síggja profetaskaran í profetiskari burturrykking og Sámuel standa har sum høvuðsmann teirra, kom Andi Guds á sendimenn Sauls, so at teir komu í profetiska burturrykking við.
21
Táið Saul fekk hetta at hoyra, sendi hann aðrar menn avstað; men teir við komu í profetiska burturrykking. So sendi Saul uppaftur, triðju ferð, menn avstað; men teir við komu í profetiska burturrykking.
22
Tá fór hann sjálvur til Rama. Og táið hann kom at hinum stóra brunninum í Seku, spurdi hann: „Hvar eru Sámuel og Dávid?“ Og svarað varð: „Teir eru í Najot við Rama!“
23
Táið hann fór hagar, til Najot við Rama, kom Andi Guds á hann við, so at hann gekk allan vegin í profetiskari burturrykking, líka inntil hann kom til Najot við Rama.
24
Tá skræddi eisini hann seg úr klæðunum, við tað at hann við kom í profetiska burturrykking framman fyri Sámuel; og hann fall niður og lá har nakin allan tann dagin og alla náttina; tí verður sagt: „Er eisini Saul millum profetarnar?“