Fyrra Sámuelsbók kap. 29

Uppsetan
iii. The Philistines Reject David
29:1-11:1
1 Filistarar savnaðu nú allar herar sínar í Afek; men Ísrael tók støðu við kelduna í Jizre’el.
2 Táið nú filistarahøvdingarnir hildu fram við hundraðum sínum og túsundum sínum, fóru eisini Dávid og menn hansara avstað saman við Akis; teir vóru aftastir í herinum.
3 Tá søgdu filistarahøvdingarnir: „Hvat hava hesir Hebrearar her at gera?“ Akis svaraði: „Hatta er jú Dávid, ein tænari Sauls kongs í Ísrael; hann hevur nú verið hjá mær eitt ár ella meir, og eg havi einki ilt funnið hjá honum, frá teirri stund hann gjørdist maður mín og líka til henda dag.“
4 Men filistarahøvdingarnir vórðu illir við hann og søgdu við hann: „Lat handa mann venda við og fara aftur til staðið, ið tú hevur givið honum at búgva á! Hann skal ikki koma við okkum í bardagan; tí hann kann tá venda sær ímóti okkum í bardaganum. Hvussu skuldi hann betur kunnað gjørt seg vælkendan aftur hjá harra sínum enn við at koma til hansara við høvdunum av hesum monnum!
5 Er tað ikki um henda sama Dávid, tey kvøða í dansi: „Saul feldi síni túsund, Dávid síni tíggjutúsund!““
6 Tá sendi Akis boð eftir Dávidi og segði við hann: „So satt sum HARRIN livir: Tú ert rættiligur, og mær dámar væl, at tú gongur út og inn hjá mær í herinum; tí eg havi einki ilt funnið hjá tær, frá teirri stund tú komst til mín og líka til henda dag! Men høvdingunum dámar teg ikki.
7 Vend tí nú aftur og far í friði, so tú einki gert, sum filistarahøvdingunum ikki dámar!“
8 Tá segði Dávid við Akis: „Hvat havi eg gjørt, og hvat ilt hevur tú funnið hjá tænara tínum, frá tí degi eg kom í tænastu hjá tær og líka til henda dag, síðani eg skal ikki sleppa við í bardagan móti fíggindum harra míns kongsins!“
9 Akis svaraði Dávidi: „Eg veit best, at tú í eygum mínum ert góður sum eingil Guds; men filistarahøvdingarnir siga: „Hann sleppur ikki við okkum í bardagan!“
10 Farið tí tíðliga upp í morgin, bæði tú og tænarar harra tíns, sum eru komnir higar við tær – gerið tykkum til í morgin ári og farið avstað, við tað sama sum lýsir!“
11 Dávid og menn hansara fóru tá avstað tíðliga morgunin eftir og tóku leiðina heimaftur til Filistaraland; men Filistarar fóru til Jizre’el.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul