Fyrsta Mósebók kap. 9

Uppsetan
1 Gud signaði nú Nóa og synir hansara og segði við teir: „Nørist, vaksið í tali, og fyllið jørðina!
2 Ótti fyri tykkum og ræðsla fyri tykkum skal vera á øllum dýrum á jørðini, á øllum fuglum undir himli, á øllum, ið á jørðini rørist, og á øllum fiskunum í sjónum – í hond tykkara er tað givið.
3 Alt tað, ið rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi Eg tykkum tað alt.
5 Men fyri tykkara egna blóð krevji Eg hevnd; av hvørjum dýri krevji Eg hevnd fyri tað, og av menniskjanum, av bróður hansara, krevji Eg hevnd fyri lív menniskjans.
6 Tann, ið úthellir blóð menniskja, blóð hansara skal verða úthelt av menniskjum; tí í bílæti Sínum skapti Gud menniskjuna.
7 Nørist tit og vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar yvir henni!“
10 og við hvønn livandi skapning, ið hjá tykkum er, fuglarnar, fæið og øll tey villu dýrini, ið hjá tykkum eru, alt tað, ið fór út úr ørkini, øll dýr á jørðini.
11 Eg geri sáttmála Mín við tykkum og lovi, at aldri aftur skal alt hold verða týnt við vatnflóð; aldri aftur skal ein vatnflóð koma, sum forkemur jørðini.“
12 Framvegis segði Gud: „Hetta er tekinið upp á sáttmálan, ið Eg til ævigar tíðir geri millum Meg og tykkum og hvønn livandi skapning, ið hjá tykkum er:
13 Boga Mín seti Eg í skýggið, og hann skal vera tekin upp á sáttmálan millum Meg og jørðina.
15 tá skal Eg minnast sáttmálan, ið er millum Meg og tykkum og hvønn livandi skapning av øllum holdi, og vatnið skal aldri aftur verða ein vatnflóð, sum oyðir alt hold.
16 Táið tá bogin stendur í skýggjunum, skal Eg hyggja á hann og minnast hin æviga sáttmála, ið er millum Gud og hvønn livandi skapning av øllum holdi á jørðini.“
17 So segði nú Gud við Nóa: „Hetta er sáttartekinið, ið Eg havi gjørt millum Meg og alt hold á jørðini.“
v. The Descendants of Noah
9:18-29:1
18 Synir Nóa, ið fóru út úr ørkini, vóru Sem, Kam og Jafet; Kam var faðir Kána’an.
19 Hesir tríggir vóru synir Nóa, og frá teimum breiddust menniskjuni út um alla jørðina.
21 Táið hann nú drakk av víninum, varð hann drukkin og lá nakin inni í tjaldi sínum.
22 Kam, faðir Kána’an, sá tá blygd faðirs síns og segði tað fyri báðum brøðrum sínum – teir vóru uttanfyri.
23 Men Sem og Jafet tóku kappan, løgdu hann á herðar sínar, gingu øvutir inn og løgdu við burturvendum andlitum aftur yvir blygd faðirs síns, so at teir sóu ikki skomm faðirs síns.
24 Táið nú rann av Nóa, og hann vaknaði, fekk hann at vita tað, ið yngsti sonur hansara hevði gjørt honum.
25 Tá segði hann: „Bannaður veri Kána’an! Trælur træla skal hann vera hjá brøðrum sínum!“
26 Framvegis segði hann: „Lovaður veri HARRIN, Gud Sems – og Kána’an skal vera trælur teirra!
27 Gud geri tað rúmt fyri Jafet! Hann skal búgva í tjøldum Sems – og Kána’an skal vera trælur teirra!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul