Fyrsta Mósebók kap. 32
Uppsetan
Bíbliu útgáva
Tema
iii.
Jacob Wrestles with God
32:1
1
Men Jákup helt fram leið sína. Og einglar Guds møttu honum.
2
Táið Jákup sá teir, segði hann: „Hetta er herur Guds.“ – Tí gav hann staðnum navnið Mahanajim.*
3
Jákup sendi nú boð undan sær til bróður sín, Esau, í landinum Se’ir, á Edomsmark.
4
Hann beyð teimum: „Soleiðis skulu tit siga við harra mín Esau: „Tænari tín Jákup letur siga: Eg havi livað sum gestur hjá Laban og verið har líka til nú;
5
og eg havi fingið neyt, esil og smáfæ, trælir og trælkvinnur; og nú vildi eg senda boð og lata harra mín vita hetta, vónandi at finna náði fyri eygum tínum.““
6
Men sendiboðini komu aftur til Jákup og søgdu: „Vit komu til Esau, bróður tín; hann kemur nú sjálvur ímóti tær, og 400 mans við honum.“
7
Tá varð Jákup ógvuliga ræddur, og í angist síni býtti hann fólkið, ið við honum var, og smáfæið, neytini og kamelarnar, sundur í tveir flokkar;
8
tí hann hugsaði: „Leggur Esau á annan flokkin og ger av við hann, so kann tó hin komast undan.“
9
Síðani bað Jákup: „Gud Ábrahams, faðirs míns, og Gud Ísaks, faðirs míns, HARRI, Tú, sum segði við meg: „Far aftur til land títt og til fólk títt – Eg skal gera væl við teg!“
10
– Ov lítið havi eg at týða móti allari tí miskunn og trúfesti, ið Tú hevur víst tænara Tínum! Við stavi mínum fór eg um Jordan her, og nú eri eg vorðin tveir herar!
11
– Bjarga mær av hond Esaus, bróður míns, tí eg ræðist fyri, at hann kemur og týnir meg og hvørki sparir móður ella barn!
12
Tú hevur jú sjálvur sagt, at Tú skalt vissuliga gera mær væl og lata avkom mítt verða sum sand sjóvarins, ið er so nógvur, at hann telist ikki!“
13
So varð hann verandi har ta náttina. Og burtur av tí, ið hann átti, tók hann gávu til Esau, bróður sín:
14
200 geitir og 20 bukkar, 200 ær og 20 veðrar,
15
30 kamelryssur, sum vórðu sognar, við fylum teirra, 40 kýr og 10 tarvar, 20 esilsryssur við 10 fylum.
16
Við hesum læt hann trælir sínar fara avstað, hvørt fylgi fyri seg, og hann segði við trælirnar: „Farið tit undan, og latið nakað vera ímillum hvørt fylgið!“
17
So beyð hann tí fyrsta: „Táið bróðir mín, Esau, møtir tær og spyr teg, hvør ið eigur teg, hvar tú fert, og hvør ið eigur hetta fylgið, ið tú rekur undan tær,
18
so skalt tú svara: „Tænari tín Jákup eigur tað; hetta er gáva, ið hann sendir harra mínum Esau, og sjálvur kemur hann aftaná.““
19
Tað sama segði hann við tann annan og triðja og allar hinar, ið róku fylgini: „Soleiðis skulu tit siga við Esau, táið tit hitta hann;
20
og so skulu tit siga: „Tænari tín Jákup kemur sjálvur aftaná.““ – Tí hann hugsaði: „Eg skal blíðka hann við hesi gávuni, ið eg sendi undan mær, og ikki fyrrenn aftaná skal eg sjálvur koma fyri eygu hansara – kanska hann tá fer at taka blídliga ímóti mær!“
21
Teir fóru nú undan við gávuni; men sjálvur varð hann verandi har í tilhaldinum ta náttina.
22
Somu nátt tók hann báðar konur sínar, báðar trælkvinnur sínar og teir 11 synir sínar og fór um vaðið um Jabbok;
23
hann tók tey og fekk tey um ánna, og eisini fekk hann yvirum alt tað, ið hann átti.
24
Men sjálvur varð Jákup einsamallur eftir. Tá kom ein og bardist við hann, líka inntil tað lýsti;
25
og táið Hann sá, at Hann var ikki mentur at vinna Jákup, gav Hann honum eitt slag á mjødnina, so at mjødnin á Jákupi fór úr liði, meðan hann bardist við Hann.
26
Maðurin segði: „Slepp Mær, tí nú lýsir!“ Men hann svaraði: „Eg sleppi Tær ikki, uttan Tú signar meg!“
27
Tá spurdi Hann hann: „Hvat er navn títt?“ Hann svaraði: „Jákup.“
28
Men Hann segði: „Tú skalt ikki eita Jákup longur; tú skalt eita Ísrael, tí tú hevur barst við Gud og menniskju, og vunnið!“
29
Tá segði Jákup: „Sig mær, hvussu Tú eitur!“ Men Hann svaraði: „Hví spyrt tú um navn Mítt?“ – Og Hann signaði hann har.
30
Hesum staðnum gav Jákup navnið Peniel,* tí hann segði: „Eg havi sæð Gud andlit til andlit, og tó bjargað lívinum!“
31
Táið hann var komin um Penuel, sá hann sólina koma undan. – Men hann var lamin í mjødnini.
32
Av hesi grund er tað so, at enn í dag eta Ísraelsmenn ikki mjadnarsinuna, sum er á mjadnarliðinum; tí tað var á mjadnarsinuna á mjadnarliðinum, ið Hann gav Jákupi slagið.