Fyrsta Mósebók kap. 31

Uppsetan
6. Jacob Leaves Laban
31:1-55:1
a. Jacob Flees
31:1-21:1
1 Men hann hoyrdi synir Laban siga: „Jákup er farin við øllum, ið pápi átti; av tí, ið pápi átti, er tað, hann hevur fingið sær alt hetta ríkidømið!“
2 Jákup sá eisini á andliti Labans, at hann var ikki tann sami við hann sum áður.
3 Tá segði HARRIN við Jákup: „Far aftur til land fedra tína og til títt egna fólk – Eg skal vera við tær!“
4 Jákup sendi tá boð eftir Rakul og Leu og bað tær koma út á markina, har sum hann var við fylgi sínum.
5 Hann segði við tær: „Eg síggi á andliti faðirs tykkara, at hann er ikki tann sami við meg sum áður, nú ið Gud faðirs míns hevur verið við mær.
7 men faðir tykkara hevur svikið meg og tíggju ferðir broytt løn mína – men Gud læt hann ikki sleppa at gera mær nakað ilt.
8 Segði hann: „Tað flekkuta skal vera løn tín!“ so lembdi alt fylgið flekkut, og segði hann: „Tað gjørðuta skal vera løn tín!“ so lembdi alt fylgið gjørðut.
10 Tí um ta tíðina ið smáfæið paraði seg, sá eg í dreymum, at bukkarnir, ið sprungu, vóru gjørðutir, flekkutir og skørvutir.
11 Og eingil Guds segði við meg í dreyminum: „Jákup!“ Eg svaraði: „Ja, her eri eg!“
12 Tá segði Hann: „Hygg upp, so skalt tú síggja, hvussu allir bukkarnir, ið springa, eru gjørðutir, flekkutir og skørvutir – tí Eg havi sæð alt tað, ið Laban ger tær!
13 Eg eri hin Gud, sum opinberaði Seg fyri tær í Betel, har sum tú salvaði minnisstein og gjørdi Mær lyfti; ger teg nú til og far úr hesum landi heimaftur í føðiland títt!““
14 Rakul og Lea svaraðu honum: „Munnu vit longur hava nakran lut ella arv í húsinum hjá pápa!
15 Hevur hann ikki roknað okkum sum fremmandar! Hann hevur jú selt okkum, og hann hevur eisini sjálvur brúkt tað, ið hann fekk fyri okkum!
16 Alt ríkidømið, ið Gud hevur tikið frá pápa, tað eiga vit og børn okkara – ger tú nú bert alt tað, ið Gud hevur sagt við teg!“
18 tók við sær alt fæ sítt og allan eigindómin, ið hann hevði savnað sær, fæið, ið hann átti og hevði savnað sær í Paddan-Áram, og helt avstað til Ísak, faðir sín, í Kána’anslandi.
19 Men Laban var farin at royta seyð sín. Og Rakul stjól húsgudarnar hjá faðir sínum.
20 Jákup narraði Áramearan Laban; hann duldi fyri honum, at hann ætlaði at rýma.
21 So rýmdi hann við øllum, ið hann átti; hann gjørdi seg til, fór um Ánna* og tók leiðina móti Gileadsfjalli.
b. Laban Pursues
31:22-42:1
23 Hann tók tá skyldmenn sínar við sær, helt eftir honum sjey dagsferðir og fekk hann aftur á Gileadsfjalli.
24 Men Gud kom til Áramearan Laban í dreymi um náttina og segði við hann: „Varða teg fyri at siga Jákupi so mikið sum eitt ilt orð!“
25 Laban fekk nú Jákup aftur. Hann hevði tá reist tjald sítt á fjallinum, og Laban og skyldmenn hansara reistu eisini tjald á Gileadsfjalli.
26 Laban segði nú við Jákup: „Hvat er tað, ið tú hevur gjørt! Meg hevur tú narrað, og døtrum mínum ert tú farin avstað við, sum tær høvdu verið hertiknar!
27 Hví rýmdi tú loyniliga og narraði meg og segði mær ikki frá, so eg kundi fylgt tær á leið við gleðirópum og songi, trummum og hørpum?
28 Tú lætst meg ikki so mikið sum sleppa at kyssa synir og døtur mínar – tað var dáraverk, ið tú gjørdi!
29 Eg hevði verið mentur at gjørt tykkum ilt nú, men Gud faðirs tykkara segði við meg í nátt: „Varða teg fyri at siga Jákupi so mikið sum eitt ilt orð!“
30 Men táið tú nú endiliga vildi fara, tí tær longdist so illa aftur til hús faðirs tíns, hví stjólst tú tá gudar mínar?“
31 Tá svaraði Jákup Laban: „Eg var ræddur, tí eg hugsaði, at tú fórt at taka døtur tínar frá mær við valdi.
32 Men tann, ið tú finnur gudar tínar hjá, hann skal ikki liva! Hygg nú eftir, meðan skyldmenn okkara eru hjá, um tú kennist við nakað av tí, ið eg havi við mær, og tak tað so!“ – Tí Jákup visti ikki, at Rakul hevði stolið teir!
33 Laban fór nú inn og leitaði í tjaldinum hjá Jákupi, Leu og báðum trælkvinnunum, men einki hann fann. So fór hann út úr tjaldinum hjá Leu og inn í tjaldið hjá Rakul.
34 Men Rakul hevði tikið húsgudarnar, lagt teir í kamelsaðilin og sett seg á hann. Táið Laban so hevði leitað um alt tjaldið og einki funnið,
35 segði hon við faðir sín: „Harri mín tekur mær ikki illa upp, at eg fái ikki reist meg fyri tær, tí eg havi tað, sum kvinnur eru vanar!“ – So leitaði hann eftir húsgudunum, men fann teir ikki.
36 Tá kom ilt í Jákup, og hann setti á Laban. Jákup tók til orða og segði við Laban: „Hvat havi eg forbrotið meg, og hvat er synd mín, síðani tú eltir meg so?
37 Tú hevur nú leitað í øllum, ið eg havi – hvat fanst tú, sum hoyrir húsi tínum til! Legg tað fram her fyri skyldmenn mínar og skyldmenn tínar, so teir kunnu døma millum okkum báðar!
38 Eg havi nú verið hjá tær í 20 ár; ær tínar og geitir tínar hava ikki verið lambskotnar, og eg havi ikki etið veðrarnar í fylgi tínum!
39 Tað, ið sundurskrætt var, bar eg ikki heim til tín, eg samsýnti tað sjálvur; tú kravdi meg eftir tí, antin tað so var stolið á degi ella stolið á nátt!
40 Soleiðis hevði eg tað: Um dagin steiktist eg av hita, um náttina frysti eg í kulda, og svøvnur kom ikki í eygu míni.
41 Í 20 ár havi eg nú verið hjá tær; 14 ár havi eg tænt tær fyri døtur tínar, og 6 ár fyri smáfæ títt, og tíggju ferðir hevur tú broytt løn mína.
42 Hevði ikki Gud faðirs míns verið við mær, Hann, sum var Gud Ábrahams, og sum Ísakur óttast, so hevði tú so sanniliga latið meg farið við tómum hondum! Men Gud hevur sæð møði mína og alt stríð mítt, og Hann dømdi í nátt!“
c. Jacob’s Covenant with Laban
31:43-55:1
43 Tá svaraði Laban og segði við Jákup: „Døturnar eru mínar døtur, og børnini eru míni børn, fylgini eru míni fylgi, og alt tað, ið tú sært, er mítt – men hvat skuldi eg í dag kunnað gjørt døtrum mínum ella teimum børnum, ið tær hava átt!
44 So kom nú og lat okkum gera sáttmála hvør við annan, og hann skal vera vitni millum meg og teg!“
46 og Jákup segði við skyldmenn sínar: „Berið saman grót!“ So fóru teir eftir gróti og laðaðu grótrúgvu, og teir hildu máltíð har á grótrúgvuni.
48 Laban segði nú: „Henda grótrúgva skal í dag vera vitni millum okkum báðar.“ – Tí fekk hon navnið Gal-Ed,
49 og eisini Mizpa* – tí hann segði: „HARRIN skal halda vakt millum meg og teg, táið vit ikki longur síggja hvør annan!
50 Fert tú illa við døtrum mínum, ella tekur tú aðrar konur aftrat teimum, ja, so er víst einki menniskja hjástatt, men Gud, Hann skal vera vitni millum meg og teg!“
51 Og Laban segði við Jákup: „Henda grótrúgva og hesin minnissteinur, ið eg havi reist millum meg og teg
52 – vitni skulu tey vera, bæði grótrúgvan og minnissteinurin, at eg skal ikki fara um hesa grótrúgvu móti tær, og tú skalt heldur ikki fara um hesa grótrúgvu og henda minnisstein móti mær – við illum í huga!
53 Gud Ábrahams og Gud Nakors skal døma okkara millum, Hann, sum var Gud faðirs teirra!“ – So svór Jákup um Hann, ið Ísakur, faðir hansara, óttaðist.
54 Jákup ofraði sláturoffur á fjallinum og beyð skyldmonnum sínum til máltíð. Teir hildu tá máltíð og vórðu náttina á fjallinum.
55 Tíðliga morgunin eftir kysti Laban synir og døtur sínar og signaði tey. So fór Laban heimaftur.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul