Fyrsta Mósebók kap. 5

Uppsetan
1 Hetta er ættarbók Ádams. Tann dagin Gud skapti menniskjuna, skapti Hann hana í bílæti Guds.
2 Sum mann og kvinnu skapti Hann tey; Hann signaði tey og gav teimum navnið menniskja, tann dagin tey vórðu skapt.
3 Táið Ádam hevði livað 130 ár, fekk hann son, sum var honum líkur, avbílæti hansara, og hann gav honum navnið Set.
10 Eftir at Enos hevði fingið Kenan, livdi hann 815 ár; og hann fekk synir og døtur.
13 Eftir at Kenan hevði fingið Mahalalel, livdi hann 840 ár; og hann fekk synir og døtur.
16 Eftir at Mahalalel hevði fingið Jered, livdi hann 830 ár; og hann fekk synir og døtur.
19 Eftir at Jered hevði fingið Enok, livdi hann 800 ár; og hann fekk synir og døtur.
22 Eftir at Enok hevði fingið Metúsalem, livdi hann við Gudi í 300 ár; og hann fekk synir og døtur.
26 Eftir at Metúsalem hevði fingið Lemek, livdi hann 782 ár; og hann fekk synir og døtur.
29 Hann gav honum navnið Nóa og segði: „Hesin skal troysta okkum í møðsama arbeiði okkara á jørðini, sum HARRIN hevur bannað.“
30 Eftir at Lemek hevði fingið Nóa, livdi hann 595 ár; og hann fekk synir og døtur.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul