Fyrsta Mósebók kap. 11

Uppsetan
2. God and the Nation of Israel
11:1-50:26
a. The Tower of Babel
11:1-9:1
2 Sum teir nú ferðaðust eystureftir, komu teir til dal í Sinearslandi og búsettust har.
3 Tá søgdu teir hvør við annan: „Komið, latið okkum gera tigulstein og brenna hann væl!“ – Teir brúktu tigulstein í staðin fyri grót og jarðbik í staðin fyri kálk.
4 So søgdu teir: „Komið, latið okkum byggja okkum bý, og torn, sum røkkur heilt upp til himmals – latið okkum soleiðis gera okkum navn, so vit skulu ikki verða spjaddir um alla jørðina!“
5 Men HARRIN kom niður at síggja býin og tornið, ið menniskjabørnini vóru farin at byggja;
6 og HARRIN segði: „Teir eru jú eitt og sama fólk, og eitt og sama tungumál hava teir allir; hetta er tað fyrsta, ið teir eru farnir undir at gera, og nú verður einki teimum óført, hvat teir so seta sær fyri!
7 Latið Okkum tí fara niður og blanda tungumál teirra, so teir skilja ikki málið hvør hjá øðrum!“
8 Soleiðis spjaddi HARRIN teir haðani út um alla jørðina, og teir góvu uppat at byggja býin.
9 Tí fekk hann navnið Bábel; tí har blandaði HARRIN tungumálini á allari jørðini; og haðani spjaddi HARRIN teir út um alla jørðina.
b. Abraham
11:10-25:11
i. The Genealogy of Abram
11:10-32:1
10 Hetta er ættarbók Sems. Táið Sem var 100 ár, fekk hann sonin Arpaksad, 2 ár eftir vatnflóðina.
11 Eftir at Sem hevði fingið Arpaksad, livdi hann 500 ár; og hann fekk synir og døtur.
13 Eftir at Arpaksad hevði fingið Sala, livdi hann 403 ár; og hann fekk synir og døtur.
15 Eftir at Sala hevði fingið Eber, livdi hann 403 ár; og hann fekk synir og døtur.
17 Eftir at Eber hevði fingið Peleg, livdi hann 430 ár; og hann fekk synir og døtur.
19 Eftir at Peleg hevði fingið Re’u, livdi hann 209 ár; og hann fekk synir og døtur.
21 Eftir at Re’u hevði fingið Serug, livdi hann 207 ár; og hann fekk synir og døtur.
23 Eftir at Serug hevði fingið Nakor, livdi hann 200 ár; og hann fekk synir og døtur.
25 Eftir at Nakor hevði fingið Tara, livdi hann 119 ár; og hann fekk synir og døtur.
27 Hetta er ættarbók Tara. Tara fekk Ábram, Nakor og Haran. Haran fekk ein son, Lot.
29 Ábram og Nakor tóku sær konur; kona Ábram æt Sárai, kona Nakor æt Milka og var dóttir Haran, faðir Milku og Jisku.
31 Tara tók nú Ábram, son sín, Lot, sonarson sín, son Haran, og Sárai, sonarkonu sína, konu Ábram, son sín, og fór við teimum úr Ur í Kaldea til at fara til Kána’ansland; men táið tey komu til Karan, búsettust tey har.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul